týsdagur 21. juli 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 - 21. juli 2009
13
Tá politikara vóru menn og
tordu at handla. Árið er 1857,
tá ein fíggjarkreppa eisini rakti
heimsbúskapin. Spurningurin
er, um vit í Føroyum ikki hava
politikarar, ið eru longur til
høgru enn sjálvt Margaret
Thatcher. Sjálvt fyri 150 árum
síðani megnaðu politikararnir at
handla skjótari enn í dag
Longu í 1857 kunnu vit lesa
um eina fíggjarkreppu í USA.
Tað var tann 24 august 1857, tá
tær fyrstu “Nordamerikanske
Fristaters kreditinstitioner” fóru
á húsagang. Longu fýra mán
aðir eftir rakti fíggjarkreppan
Danmark – so hetta við
al heims fíggjarkreppum ikki eitt
nýtt fyribrigdi. Kontórsjefurin í
danska Nationalbankanum, E.
Meyer skrivaði eina grein um
kreppuna. Hetta var tá Danmark
var eitt landbúnaðarsamfelag.
“Netop når i den gode tid
produktion og omsætning har
blomstret, og spekulation har
taget kraftigt fat, når formuerne
er voksede med virkelige eller
indbildte beløb, og forbruget er
fulgt med væksten, når
kreditten har været alt for
villig, kan der indtræde det
øjeblik, da alt tilsyneladende
vender sig om til sin direkte
modsætning – den travle
virksomhed standser, priserne
falder; der tabes penge, folk,
der antoges for at være rige,
kan ikke engang tilfredsstille
deres kreditorer, forbruget
tager af, og kreditgiverne
trækker sig forskrækkede
tilbage”
Omanfyristandandi sitat
minnir sera nógv um kreppuna,
vit hava nú. Víðari verður víst
á, at tá var ein stór ónøgd við
vaksandi arbeiðsloysið, og at
stjórnin bíðaði ov leingi við at
veita hjálp. Men her er vert at
leggja til merkis, at kreppan
breyt út í Danmark 1. desember
1857, og longu 18. desember
hevði Ríkisdagurin samtykt ein
kreppupakka. Stjórnin samtykti
eisini at seta á stovn “Den
midlertidige Lánekasse for
Kongeriget” Lánini vóru latin
til handilsmenn, húsaeigara til
“spare og diskontokasser” og
til kommunur. Danski staturin
hevði ikki tøkan pening til
endamálið, men hevði staturin
vekslar, sum teir lógu inni við
frá Oyrasundstollinum, og blivu
hesir effektiviseraðir við
útgjaldið frá Privatbankanum
við C.F. Tietgen. Longu í januar
kundi útgjald latast úr “Den
midlertidige Lánekasse for
Kongeriget”. Víðari verður sagt
at “Den midlertidige Láne
kasse for Kongeriget” hevði
sera fá tap av sínum útláns
virksemi.
Skrivstovustjórin skrivar
víðari “vi lærte dog noget:
Krisen føltes, mens den varede,
som ulykkens og uhyggens tid
og man var længe om at
forvinde dens eftervirkninger.
Men foruden ulykkerne bragte
den også adskilligt godt. Den
fejede meget usundt ud af
forretningslivet; den lærte
befolkningen í højere grad at
sætte tæring efter næring, og
frem for alt virkede den til
grundigt at reformere vore
kreditforhold”
Hetta vísir, at fyri meira enn
150 árum síðani kundi man
uttan teldur, telefonir og
internet handla munandi skjótar
enn man ger í dag. Meðan eg
siti og skrivi hesa grein, er
danska stjórnin vaknað og ætlar
at gera ein “hjálpipakka” til
útflutningsfyritøkurnar, tí hesar
hava mest sum einki gjaldførið
eftir. Longu í mai fóru 11 lond
innan ES at veita beinleiðis
stuðul til vinnufyritøkur. ES
broytti reglurnar soleiðis, at
loyvt varð at geva einstøku
fyritøkuni upp til 3,7 mió kr í
stuðli. Týskland vil brúka heilar
15 mia kr., Ongland 7,5 mia kr.,
Portugal 5,5 mia kr., Frakland,
Eysturríki, Írland, Holland,
Slovakia, Ungarn, Lettland og
Luksemborg vilja eisini lata
vinnufyritøkum stuðul.
Innan ES verður eisini latin
nógvur stuðul til fiskivinnuna.
Samlaði árligi stuðulin til
fiskiflotan er áleið 7,5 milliard
ir danskar krónur. Her er talan
um upphøggingarstuðul og
stuðul til nýmótansgerð. Innan
ES er tað Spania, ið fær mest í
stuðli, men er Danmark eisini
væl við, og fáa danskir reiðarar
fleiri hundrað milliónir í stuðli
um árið. Samstundis verða
veittar 400 mia í stuðli innan
landbúnaðin í ES, og fær
Danmark 9 mia kr. av hesum
pengum.
Grundin, til at lond veita
kreppuhjálp til vinnufyritøkur,
er, tí at politikara vita, at sjálvt
sunnar vinnufyritøkur ikki fáa
neyðugt gjaldføri til sjálvt
rakstur, og tí er hetta ein orsøk
til at stjórnir í dag fara inn og
veita kreppuhjálp. Nevnliga fyri
at arbeiðsloysið ikki skal
hækka. Og hetta gerst við at
geva vinnufyritøkum rakstrar
fígging.
Spurningurin er so, hví
føroyskir politikara halda at vit
hava ein búskap og eina kreppu,
har okkara vinnulív og fram
leiðsluvirkir kunnu liva uttan
kreppuhjálp, tá allur vestur
heimurinj fær kreppuhjálp.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Fíggjarkreppan í 1857
tíðargreinin
Óli M. Lassen
Ferð eftir ferð hava komm
unurnar verið noyddar at
tikið um endan, so
samfelagið ikki steðgaði
upp, men tað verður ikki
við góða viljanum hjá
kommununum, at lands
stýrið enn eina ferð sleppur
at loysa sínar sjálvskaptu
fíggjartrupul leikar við
kommunalum pengum,
men lat meg sláa fast, at
tað slettis ikki verður úr
kassanum hjá Tórshavnar
kommunu.
Ár undan ári hava vit
upplivað, at landsstýri og
løgting hava álagt komm
unum eykauppgávur ella
tikið landsstudning til
felags rakstrarmál burtur –
og ofta hevur hetta verið
aftaná, at kommunurnar
longu hava samtykt sínar
fíggjarætlanir og ásett
lógarkravda skattapro
sentið.
Hetta er blivið meira
reglan enn undantakið, og
tí er tað enntá komið so
langt, at kommunurnar
hava biðið landsstýris
mannin í kommunumálum
um verju ímóti hesum
óskipaðu og serstakliga
óhepnu inntrivum í
kommunukassarnar!
Nú er so aftur upp á tal
at gera fleiri inntriv í tann
rakstrarpening, sum
kommunurnar skulu klára
seg við, og tí er nú neyðugt
at tala at. Hetta gongur
ikki, tí kommunurnar hava
ikki møguleika fyri at fáa
aðrar inntøkur. Tí ber
heldur ikki til, at komm
unurnar enn eina ferð
skulu taka um endan.
Tað hava vit gjørt í
ólukkumát, tí landsstýri og
løgting ikki hava megnað
tað, ið skal til fyri at halda
samfelagnum gangandi.
Hetta kostar og drenar
kommunukassarnar, ið
altso ikki standa til at
bresta í hesum døgum,
men eru minst líka sperdir
sum landskassin – vísa
tølini frá Fíggjarmála
ráðnum…
Besta dømið um, at
kommunurnar hava bjargað
landinum úr neyðstøðu, var
tá vinnan noyddist at rópa
neyðarróp til land og
kommunur um at loysa
barnaansingartrupulleikan,
so arbeiðsfør fólk kundu
sleppa í vinnu, komm
unurnar tóku áheitanina í
fullum álvara og loystu
barnaansingar trupul
leikarnar til fulnar.
Hinvegin megnaði landið
ikki at gera sín part, sum
var at skula loysa eldra
ansingartrupulleikan. Nú
kemur so rokningin, og
kommunurnar noyðast at
byggja ellis og røktarheim
við avmarkaðum stuðli frá
landinum, ið samstundis
setir órímilig, himmalhøg
og dýrkandi krøv til bygg
ingina.
Tað er rætt, at kommu
nalu inntøkurnar og
útreiðslurnar farnu 20 árini
eru vaksnar, men tað
skyldast uppgávur og
skyldur, landið hevur álagt
kommununum í sambandi
við eitt nú barnaansing,
barnavernd, eldrarøkt,
skúla, heilsu og um
hvørvi skrøv til drykkju
vatn, kloakkir, burturkast
o.a.
At kommunurnar hava
tikið ein alsamt størri part
av persónsskattinum, sigur
seg tí sjálvt, tí har eru ikki
aðrir inntøkumøguleikar
enn skatturin, bæði frá
persónum og feløgum.
Men um landið nú tekur
partafelagsskatt frá
kommununum heldur enn
at hækka tann partin hjá
kommunum frá 38% til
55%, sum er meira í sam
svari við verandi upp
gávubýti, tekur landið
grundarlagið undan fólka
stýrinum!
Heldur enn at finna
nýggjar slangur fram at
stinga niður í kommmunu
kassarnar, eiga bæði land
og kommunur at koma
ásamt um, hvussu fram
burður og trivnaður kunnu
skapast, uttan at fólk og
fyritøkur verða køvd í
skatti, so allur arbeiðs og
virkishugur endaliga
verður fyribeindur.
Fyri tað um landið tveitir
uppgávur yvir á komm
unurnar, uttan at fíggingin
fylgir við, hjálpir tað einki,
tí fíggingartrupulleikin
hvørvur ikki av teirri
orsøk. Tað hevði verið
nógv erligari og sømu
ligari, um landsstýri og
løgting valdu at samstarva
við kommunurnar, heldur
enn bara at dyrgja eftir
nøkrum kommunalum
krónum her og nøkrum
har!
E.S. Landsstýrismanninum
í fíggjarmálum kann eg
eisini heilsa, at kunnandi
fundurin um sokallaða
kreppupakkan ikki kom
eftir innbjóðing frá
landsstýrismanninum, men
var fingin í lag eftir kravi
frá kommununum.
Endamálið var, at
kommunurnar skuldu
takast við upp í arbeiðið,
men enn røkist einki fyri tí.
Latið nú kommunurnar fáa frið!
borgarstjóri í
Tórshavnar kommunu
Heðin
Mortensen
Tíðargreinin