Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 137 - 21. juli 2009 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Jóhan Thomsen, Sand­ vík andaðist leygardagin 81 ára gamal. Jarðar­ ferðin verður lýst seinni. Mánadagur, 20. juli ­ 18:20 Danjal Jacob Morten­ sen Øravík andaðist á Suðuroyar Ellis­ og Røktarheimi sunnudag­ in, 87 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Suð­ uroyar Sjúkrahúsi týs­ dagin kl. 18. Jarðarferðin verður úr Bønhúsinum í Øravík ónsdagin kl. 13. Sungið verður úr Sálma­ bókini. Tey, ið vilja minnast Danjal Jacob, kunnu lata Bønhúsinum eina gávu. Mimi Petrina Olsen, Klaksvík andaðist sunnumorgunin á Klaks­ víkar Sjúkrahúsi, 80 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Dagurn Dagurin 21. juli. Evenus. Grikska navnið Evenus er ikki at finna í halgimannatali, men er onkursvegna komið upp í álmanakkarnar frá 1727. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta - útgáva 2008) Tøkk Hjartans tøkk til tykkum øll, sum gleddu meg á 85 ára degnum. Serstøk tøkk til øll, ið hjálptu til og gjørdu mær dagin so hugnaligan. Harrin signi tykkum øll. Sofía Jacobsen Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá kæri pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Hjalmar Olsen við Rætt, Toftir andaðist og var jarðaður. Tøkk til Meinhard Bjartalíð og Martin R. Jacobsen fyri góð og troystarrík orð á Vesturskini og í kirkjuni. Tøkk fyri blómur, kransar, gávur og heilsanir. Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á Vesturskin. Hjartans tøkk øll, ið hjálptu til á ymiskan hátt í sambandi við jarðarferðina. Familjunnar vegna Eskilda, Sámal Petur og Vónbjørt Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá elskaða systir, mamma, vermamma og omma okkara Louisa Udbø Jensen Tórshavn andaðist og var jarðað. Takk til prest, Ann Dahl Hansen, fyri góð og troystarrík orð úti í Heiminum í Vallalíð og í kirkjuni. Eina stóra tøkk til starvsfólkini í Heiminum í Vallalíð, at tit vóru so góð við mammu, ta tíðina hon búði har. Tøkk fyri peningagávur, blómur og kransar. Hjartans tøkk øll, ið hjálptu til á ymiskan hátt í sambandi við jarðarferðina og ervið. Takk til tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Jóhan, Sólrun og Eydna Tað man vera sjáldan, at fólk, sum eru komin so nógv til árs, at tey kunnu hava gullbrúðleyp, fram­ vegis hava foreldur á lívi. Men tað eigur Valdemar Lützen sum saman við konu síni Nannu hevði gullbrúð­ leyp seinasta leygardag. Tey høvdu opið hús seinnapartin hendan dagin, og tá var mamma Valdemar, Ellen, við. Hon fylti 100 ár í mei og er framvegis væl fyri. Valdemar og Nanna hava framvegis nakað at liva upp til. Ellen og Mogens náddu at vera gift í ikki færri enn 73 ár! Vit vóru sjálvsagt á staðn­ um og fingu hesa myndina av gullbrúðarparinum sam­ an við Ellen. ó. Gullbrúðarpar við 100 ára gamlari mammu og vermammu