Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Ólavsøkublaðið – juli '09 27 Ólavsøkublaðið – juli '09 Tú smakkaði tær millum annað á fyri fyrstu ferð. Gomlu virðini og normarnir, sum høvdu valdað í tíggjutals ár, vóru skúgvað til viks. Vit tóku ikki alt í serliga stórum álvara. Sum Árni greiddi frá, høvdu vit ofta hug at seta okkum a Kondittaríið at drekka sodavatn og sitera Mao. JAN: Tað vóru fleiri søguligar hendingar í hesum tíðarskeiðnum. Tað var nógv meira áhugavert enn skúlin, og tí fekk tað eisini avleiðingar í skúlanum. Millum annað heimaarbeiði, sum eg sjáldan fekk stundir til. ÁRNI: Tað eru heldur ikki tímarnir í floksstovuni, sum eg minnist nú. Men alt tað, sum hendi uttanum. JÓHANN: Tá eg kom í flokkin hjá Jan og Árna, var tað fyrstu ferð, at eg gekk í flokki við næmingum, sum ikki vóru úr Havnini. Brádliga fylgdist eg við litríkum eysturoyingum, og tað lærdi meg at sígga bygdafólk úr einum øðrum sjónarhorni. JAN: Skúlastovan hjá okkum var bólkað í trý borðrøð. Vit sótu allir í fyrsta raðnum, og tað var sjálvandi við vindeygað. Tað sigur ikki lítið um, at vit vildu vita, hvat hendi uttanfyri. ÁRNI: Tað er í øllum førum eitt tekin um, at vit vildu verða journalistar. Vit royndu sjálvsagt at hava bøkurnar á borðinum, meðan lærarin greiddi okkum frá ymiskum. Men tað var sanniliga eisini ein heimur uttan fyri skúlastovuna. JÓHANN: Tað kom týðiliga til sjóndar, hvør framtíðar dreymur okkara var. Jan var frá upphavi sera áhugaður í samfelagsviðurskiftum. Pápi hansara helt Politiken og Aftenposten, og tað var ikki ein og hvør, ið gjørdi tað. Pápi mín helt Berlingske Aftenavis, og Árni hevði eisini stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum. Eg minnist, at Árni plagdi at keypa bløðini, áðrenn hann fór í skúla um morgunin. Og tað var sjáldsamt. ÁRNI: Tá eg kom til Havnar at ganga í skúla, búði eg hjá Herbert og Gunnvør Samuelsen. Herbert var einum av teimum á Dimmalætting, og hann var ein sera opin og vitandi maður. Tað gav eisini mær nógv. Ov nógv av Árna Hvussu var Árni Gregersen í árunum frá 1968 til 1971? JAN: Árni hevur altíð verið smíl­ andi og sera lættur í sinni. Eitt menniskja, ið hevur skapt lívsgleði uttan um seg. Hann er altíð skjótur við eini viðmerking, og tað hjálpti væl í skúlanum. Hóast tú hevði nógv at hugsa um við heimaarbeiði, so var Árni altíð har. Onkutíð var tað kanska ov nógv, men tað tóku vit við. Og eisini tað, at hann var ættaður úr Gøtu, lærdi okkum, at tað var ein heimur uttan fyri Havnina eisini. Tað víðkaði veruliga okkara sjónarring ÁRNI: Vit fingu tað sjálvandi aftur eisini. Júst hetta við, hvussu gerandisdagurin var í Havn. Munurin er ikki so stórur longur, men tá var tað sera áhugavert. Men tá vóru vit eisini í skúla fyrrapart leygardagin, so frítíðin var ikki hin heilt nógva. JÓHANN: Árni var ein sera frynt­ ligur, fyrikomandi og stuttligur fýrur. Eg kann ikki minnast, at hann nakrantíð hevur verið ringum lag. Eg minnist, at Árni altíð hevði hug at arga Jan, tá hann hugsaði ov um tað mystistiska. Verðinsmaðurin Jóhann Jóhann Mortensen – hvør var hann? ÁRNI: Av tí at Jóhann kom í flokkin hjá okkum, tá vit byrjaðu seinna árið í Hoydølum, var hann meira búgvin enn vit. Hann hevði verið ígjøgnum ymiskt, sum vit ikki høvdu roynt. Hann var sera vitandi, og tók skúlan í álvara. Men hann stóð ongantíð aftanfyri, tá tað stuttliga var á breddanum. JAN: Hann hevði eisini onnur frítíðarítrív enn vit. Honum dámdi eitt nú sera væl at taka myndir ÁRNI: Vóru tað ikki frímerkir eisini? JÓHANN: Nei... JAN: Og hann lurtaði eisini eftir tónleiki, sum vit ikki lurtaðu eftir. ÁRNI: Vit hugdu meira at konufólkunum, sum vóru á plátuhúsunum. JAN: Ja, júst tað. Hann var eisini sera áhugaður í bókmentum og mentan. Hann var fleiri fjórðingar framman fyri okkum, tá tað ráddi um vitan um okkara samleika. Tað var ein sera góður íblástur hjá okkum at fáa. Jan við lív og sál Og Jan Müller? ÁRNI: Jan hevði kamar í kjallar­ anum við Landavegin hjá Miu og Eiden. Og tað var eitt mekka fyri okkum. Eitt eyka heim. Tað var sera ofta, at vit bara sótu har og prátaðu, lurtaðu eftir tónleiki og annað. Foreldrini vóru eisini sera tolin. Tey høvdu hesar ungu menninar gangandi inni har. Jan hevði tveir beiggjar, og so okkum afturat. Vit sungu og hildu gang.. Tað kom eisini meira enn so fyri, at vit sungu týskar sangir saman við pápa Jan. JÓHANN: Hetta var eisini í tíðini, áðrenn føroyingar kundu keypa øl. Ølklubbarnir vóru nóg illa stovnaðir, og tí gjørdu vit í flokkinum ein ølklubb, ið fekk heitið Magog. Og hann helt til í hølunum hjá Jan. Goymslan var so í kjallaranum hjá okkum. Og alt varð so flutt úr okkara kjallara í Jóannes Paturssonargøtu og yvir á Landavegin. ÁRNI: Ja! JÓHANN: Eg kom at kenna Jan sum úlvaunga. Seinni vóru vit eisini Teir uppfunnu fyrstu almennu skulkitalvuna, sum greitt vísti, nær teir kundu loyva sær at skulka. Í dag kappast teir um at vera fyrstir við tí nýggjasta Bretski tónleikabólkurin The Beatles syngur “Let it Be” og onnur heimshitt. Neil Armstong er fyrsta menniskja, ið stígur á mánan. Altjóða uppdómsuppreisturin er í hæddini. Vietnam kríggið krevur síni offur. Í Føroyum verður politiska stjørnuskotið Atli Dam løgmaður á fyrsta sinni. Og í Mykinesi dettur Fokker F27 flogfarið hjá Icelandair niður. Tað eru ikki hissini hendingar, sum fara fram seinast í sekstiárunum og fyrst í sjeytiárunum. Í einari skúlastovu í Hoydølum sita tríggir forvitnir næmingar og eygleiða heimin gjøgnum vindeygað. Skúli og heimaarbeiði liggja ikki fremst í huganum. Dreymurin er hinvegin at verða mitt í rokanum við mikrofonini og penninum. Og tann dreymurin gerst eisini veruleiki. 28 ár eru liðin síðan, at Árni Gregersen, Jóhann Mortensen og Jan Müller fingu húgvuna á høvdið og takkaðu fyri seg í Studentarskúlanum í Hoydølum. Síðan hava teir starvast í miðlaheiminum, har uppgávan fyrst og fremst hevur verið at kunna føroyingar um tað nýggjasta. Skilagóðir skulkarar Hvussu vóru tit sum skúlanæmi­ ngar? JAN: Skúlanæmingurin Jan Müller var ein íspegil. Ein fittur og stundum óskyldigur næmingur. Eg skulkaði ofta. Mær dámdi sera væl at skriva stílar, meðan eg ynskti rokning og evnafrøði, har piparið grør. Áhugin fyri øllum øðrum enn skúlatingum, hevði við sær, at tankarnir oftast vóru heilt aðrastaðni í skúlatímanum. ÁRNI: Nei, eg var ein skilagóður skúlanæmingur í allar mátar. Eg legði fyrst og fremst dent á vera til staðar í tímunum. Eg var ikki serliga raskur at gera heimarbeiði, tí tað tímdi eg bara ikki. Mær dámdi væl at nýta summar skúlatímar til at seta meg a Kondittaríið at fáa mær kaffi, heldur enn at fáa undirvísing. JÓHANN: Eg sigi sum Árni, at eg eisini var ein skilagóður skúlanæmingur. Realskúlin í Havnini var rættiliga framkomin tá, og undirvísingin varð skipað við bólkaarbeiðum, verkætlanum og øðrum áhugaverdum undirvísingarhættum. Men tá vit byrjaðu í Studentaskúlanum skuldu vit einans lesa frá síðu 15 til 22. Tí dámdi mær ongantíð í Hoydølum, har serliga tvey tey fyrstu árini vóru ræðulig. Úrslitini í 2.s vóru stak vánalig, og tí noyddist eg at ganga árið av nýggjum. Tað bøtti um støðuna, at eg tá kom í flokkin hjá Jan og Árna. Har vóru millum annað flott konufólk, sum vit ofta skrivaðu glosur og annað um. JAN: Nú siga Árni og Jóhann, at teir vóru skilagóðir skúlanæmingar. Eg má so leggja afturat og siga, at tað var eg eisini! Siteraðu Mao á kondittarínum Hvussu vilja tit lýsa árini í Hoydølum? ÁRNI: Vit byrja í Hoydølum í 1968. Samstundis sum ungdómsuppreisturin er í París, russarnir fara inn í Tjekkoslovakia, sum landið æt tá, og mangt annað. Tað er ein sera áhugaverd tíð. JÓHANN: Tað er ein broytingartíð. Journalistar sum skilagóðir skulkarar Jan Müller • er ábyrgdablaðstjóri á Sosialinum • varð utbúgvin journalistur í 1978 • var í starvsvenjing í Útvarpi Føroya og Sosialinum • hevur starvast á Sosialinum síðan 1978 • hevur verið ábyrgdablaðstjóri á Sosialinum síðan 1983 Árni Gregersen • er ábyrgdablaðstjóri og forstjóri á Dimmalætting • varð útbúgvin journalistur í 1976 • var í starvsvenjing á Vendsyssel Tidende í 1974­75 • starvaðist frá 1984 til 1995 í Sjónvarpi Føroya • var redaktiónsstjóri á TV2 Bornhold frá 1995 til 2007 • hevur verið ábyrgdablaðstjóri á Dimmalætting síðan 2007 • hevur áður starvast á Dagblaðnum, Útvarpi Føroya, BT, 14. September. Jóhann Mortensen • starvast sum tíðindamaður í Kringvarpi Føroya • varð útbúgvin journalistur í 1978 • var í starvsvenjing á Sosialinum og á Dimmalætting • starvaðist á Sosialinum frá 1978 til 1986 • hevur starvast í Útvarpi Føroya, seinni Kringvarpi Føroya, síðan 1984 • var tíðindaleiðari í Útvarpi Føroya frá 1994 til 2008 Sum skúlanæmingar í Hoydølum goymdu Jan Müller, Árni Gregersen og Jóhann Mortensen seg fyri lærarunum, tá teir vildu skulka. Í dag lúra journalistarnir eftir søgum framhald á næstu síðu