Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindi Nr. 137 - 21. juli 2009 nøvn Duga ikki við teldu Kanningar vísa, at tað finst ein heil millión danir, sum ikki duga at brúka eina teldu. Teir hava heilt einfalt ongantíð roynt. Fleiri finnast eisini, sum als ikki finna runt í internetinum, og fara í panikk, tá tey hoyra orð sum browsari. Tað eru serliga tey lítið útbúnu, sum hava truplast við at handfara eina teldu, meðan ung fólk og fólk við hægri útbúgving duga best, vísir kanningin. Frágreiðing um barnamisnýtslu Ein frágreiðing um misnýtslu av børnum í romersk-katólskum institutiónum í Írlandi verður løgd fram í dag. Frágreiðingin telur heilar 2575 síður og er úrslitið av níggju ára kanningum av túsundtals børnum. Frágreiðingin skal geva eina samlaða mynd av sexuellum, fysiskum og kensluligum skaðum, sum ofrini hava verið úti fyri á arbeiðsplássum, barnaheimum og øðrum kirkjuligum institutiónum frá 1930 og fram til 1990-ini. Tað hevur gingið strúkandi hjá leik­ bólkinum Huðrar, sum sá dagsins ljós í januar í fjør. Bólkurin hevur tilboð kring allan heimin, og í komandi mánaða skulu føroyingarnir sýna fram á føroysk­ um máli á altjóða heimsfestival í Monako SJÓNLEIKUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo - Tað eru sera fá, sum fáa tílíkan møguleika. Danmark, Svøríki og Ísland eiga einki umboð. Men tað gera Føroyar. Sum einasti leikbólkurin í Norðanlondum, skal Huð- rar framføra á altjóða heimsfestivalinum Mondial Du Théátre, sum verður í Monako í døgunum frá 17. august til 26. august. Leik- bólkurin, sum ikki hevur meira enn 18 mánaðir á baki, átti einasta sjónleikin í Norðanlondum, sum festi- valurin metti vera nøkt- andi. Høvdu stórar vónir Huðrar, sum í fjør setti upp leikin Othello eftir William Shakespeare, hevur longu fingið nógv á skaftið. Stutt eftir framførslur á Neata festivalinum í Lettlandi í fjør, hava føroysku sjónleik- ararnir fingið fleiri tilboð. Eitt nú úr Monako. Sóley Danielsen, for- kvinna í Huðrar, staðfestir, at tey høvdu stórar vónir til bólkin, tá hann varð settur á stovn. Tí kemur tað ikki óvart á, at tað hevur eydnaðist bólkinum væl higartil. - Vit hava lagt alla orku í leikbólkin seinasta árið, og vit eru væl nøgd við úrslitið higartil. Men vit gevast als ikki her. Í næstum fara vit at byrja aðra verkætlan, sum verður óhoyrd og slóð- brotandi, sum Sóley Daniel- sen lýsir framførslurnar, ið bíða føroyingum. Sýningarnar av Othello í Monako verða tær seinastu av leikinum frá Huðrum. Undan ferðingini til Monako, skulu føroyingar- nir sýna fram í Íslandi. Í øðrvísi hami Othello var upprunaliga framførdur í Sjónleikarahúsinum í Havn í fjør. Leikurin varð væl vitjaður, men tað verður í øðrvísi útgávu, at bólkurin sýnir leikin eftir William Shakespeare í Monako. - Tað var krav, at leikurin ikki var longri enn í ein tíma. Tí hava vit stytt hann eini 20 minuttir. Tað hevur eydnaðst væl, og vit meta, at góðskan framvegis er hin sama. Vit venja miðvíst í hesum døgum og eru væl fyrireikaði. Øll skulu fram- føra á upprunamálinum, og tí verður Othello sýndur fram á føroyskum í Monako, sigur Sóley Danielsen. Mondial Du Théátre fór av bakkastokki í 1957, og hevur verið á fjórðum hvørjum ári síðan. Talan er um heimsins størsta festival fyri áhugasjónleik. - Vit hava lagt alla orku í leikbólkin seinasta árið, og vit eru væl nøgd við úrslitið higartil. Men vit gevast als ikki her, sigur Sóley Danielsen, forkvinna í leikbólkinum Huðrar UM HUÐRAR hugsaLeikbólkurin “Huðrar” varð settur á stovn í januar 2008 við tí fyri eyga at menna ungu føroysku leik- listina. Í mai 2008 framførdi leikbólkurin leikin “Othello”. Stutt eftir fyrstu framførslurnar av “Othello” varð leikbólkurin boðin á sjónleika festival í Lettlandi. Huðrar hevur síðan fingið alskyns tilboð kring knøttin. Leikarar í Huðrar eru Sóley Danielsen, Durita Dahl Andreassen, Tjóðhild Patursson, Búi Rouch, Jákup Wardum, Dávur Djurhuus, Edvard Skúvadal og Petur Meinhard Ellebye Andersen. Huðrar er ein samanseting av átta sjónleikarum og fimm tónleikarum HEITIÐ HUÐRAR... er stavað skeivt við vilja. Leikbólkurin vil fegin opna hurðar fyri nýggjum og øðrvísi møguleikum, men samstundis broyta gomlu føroysku normarnar við, at rætt altíð skal vera rætt. Sjónleikararnir vilja vísa á, at vit skulu góðtaka tað skeiva í samfelagnum. Heitið skal provokera, fáa fólk at steðga á og hugsa, og venja eygað við nakað skeivt. Hurðarnar standa opnar fyri Huðrum Othello: er ein leikur hjá William Shakespeare er ein gamal leikur, men kjarnan í søguni er tíðarleys evinini eru øvund, góðtrúni og manipulatión, sum sæst aftur í øllum samfeløgum: eisini tí føroyska Hanus Kamban hevur týtt til føroyskt Hans Tórgarð stendur fyri listarligu vegleiðingini Jóna Thomsen stendur fyri koreografi verður sýndur fram í Norðurlandahúsinum hin 5. august verður framførdur á Mondial Dú Theatre hin 20. og 22. august