Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Ólavsøkublaðið – juli '09 29 Ólavsøkublaðið – juli '09 skótar saman. Eyðkennið hjá Jan hevur altíð verið, at hann gongur við lív og sál upp í alt. Eg minnist, at hann var patruljuleiðari, og hann skuldi ikki hava sjey dreingir, sum var vanligt. Nei, hann skuldi hava fleiri, og til seinast var helvtin av Landavegnum í patruljuni. Og tað sama var við hondbóltinum. Tað var ofta, at hann sat í skúlatímunum og las um strategiir, rennimynstur og annað, sum viðvíkur hondbóltinum. Hann var 120 prosent fokuseraður uppá allar uppgávurnar, og tað var stórur íblástur hjá okkum øðrum. ÁRNI: Ikki minst, tá vit skuldu renna eftir konufólki! Skulkiskema og Jularbo Er nøkur ávis hending frá tíðini í Studentarskúlanum, sum tit ikki gloyma? JAN: Árni og Martin Jakobsen, sáli, sótu altíð aftastur í skúla stov­ uni, meðan eg og Heri Jacobsen sótu beint frammanfyri. Og vit høvdu ofta hug at arga hvønn annan, og áðrenn tú visti av, so var stólurin hálaður undan tær. So lá tú skerflatur á gólvinum. Eg minnist serliga eina hending, tá vit skuldu hevna okkum inn á Árna. Ein dagin høvdu vit Arnbjørn Mortensen, rektara, í søgu, og hann spyr Árna, hvør var svenskur uttanríkismálaráðharri frá 1934 til 1938. Árni sat sjálvandi í einum øðrum heimi. Heri sparkar meg í knæið og biður meg siga við Árna, at svarið er Carl Jularbo, sum var ein svenskur harmonikuleikari. Árni bretti bringuna fram úr sær og svaraði sannførdur: Tað skal eg siga tær. Tað var Carl Jularbo! Og tá var lærarin ikki blíður! JÓHANN: Tað er sjáldan, at eg havi flent so nógv sum ta ferðina. JAN: Tað var eisini ofta, at eg og Heri skulkaðu úr týskum. Vit hildu ikki, at lærarin legði tað til merkis, so vit sluppu okkum bara avstað. Til síðst gjørdu hinir næmingar uppreistur móti okkum, tí vit skulkaðu so nógv, at tað var ikki pláss hjá øðrum at skulka. ÁRNI: Vit kravdu eina tímatalvu. Soleiðis hildu vit skil á, nær tú slapp at skulka. Tað var demokrati. JÓHANN: Tað má verða fyrstu ferð, at ein flokkur hevur havt eina tílíka tímatalvu. Journalistikk í blóðinum Vóru tit tilvitaðir um í 1968, at tit fóru at verða journalistar? JÓHANN: Eg hevði hugsað um at gerast journalistur, og tað komst serliga av, at eg og Jógvan Arge vóru skótar saman. Og tá tosaði hann longu um journalistikk. Soleiðis fekk eg áhuga fyri tí. Mær hevur altíð dámt væl at skriva. JAN: Mær hevur eisini altíð dámt væl at skriva. Pápi mín var journalistur, og heim okkara var nógv merkt av tí, sum var frammi í tíðini. Danskarin ella norðmaðurin hoyrdist í útvarpinum allan dagin, og telefonin kimaði, hvørja ferð okkurt serligt var áfatt í Føroyum. Við hús havi eg í dag eini 1000 maskinskrivað ørk, ið eg, sum 17 ár gamal, havi skrivað, tá eg var keddur. Eg festi mínar tankar á blað, tá eg eitt nú ikki fekk ta gentuna, eg vildi hava, ella okkurt líknandi. Har sat eg ofta út á náttina og skrivaði. Tá amerikumenn sendu fyrsta rúmdarmannin út, sat eg við maskinuna og skrivaði minutt fyri minutt, hvat hendi. Tá eg var stýrimaður á Sílinum skrivaði eg dagbók eftir hvørja lokna venjing. Heitið á skrivaðu síðunum er Dagurin og Lívið. Kanska komandi abbabørnini geva tað út um eini 50 ár. ÁRNI: Tað visti eg, ja. Og tað var heilt tíðliga, at eg tók ta avgerðina. Eg má viðganga, at eg hugsaði einaferð um at fara á handilsskúla, men eg kom tíbetur á rætta kós aftur. JÓHANN: Eg dugi eisini illa at ímynda mær í løtuni, at eg skal starvast í aðrari vinnu. Tað hevur altíð kenst rætt at sita og skriva og varpa út. Fólk eru eisini nógv meira hjálpsom. Fyri 20 árum síðan vórðu politikkarar bilsnir, tá tú ringdi og spurdi um eina viðmerking. JAN: Eg iðri meg als ikki um mína avgerð. Tað hevur verið stuttligt at luttikið, tá okkurt hevur verið á vási. Øll tøkniligi framstigini, sum hava gjørt gerandisdagin nógv lættari. ______________________________________ Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Jan Müller Árni Gregersen Jóhann Mortensen Jan Müller Árni Gregersen Jóhann Mortensen Árni Gregersen Jan Müller Jóhann Mortensen Grýluveitsla seinast í sekstiárunum Til Havnar vit fara... Fonn Flog er ein ferðaskrivstova, sum selir ferðir kring allan knøttin. Vit eru 17 starvsfólk, sum fegin vilja geva kundum okkara ta bestu tænastuna, vit kunnu veita. Stjórin hevur frá byrjan av lagt áherðslu á, at Fonn Flog skal vera ein ferðaskrivstova, sum setir kundan í hásæti. Fonn Flog selir alt slag av ferðum/ ferðaseðlum. Skalt tú bert hava ein ferðaseðil, ella skal tað vera við hotelli, bili, frítíðaríbúð ella hvat tað skal vera, so kunnu vit hjálpa tær. Vit hava samband við nógvar ferðaskrivstovur uttanlands, sum hjálpa okkum við ferðum víðari út í heim og hava eisini samband við nógvar av teimum donsku charter- ferðaskrivstovunum, og hava online skipan við Apollo Rejser og Nazar. Hevur tú hug at sigla niður og hava egnan bil við, so hava vit eisini online skipan við Smyril Line. Tú ert altíð vælkomin at skriva til fonnflog@fonnflog.fo ella ringja 47 63 63 og fáa eitt tilboð. Ferðaskrivstovan ið gevur tær bestu upplivingarnar FO-700 Klaksvík · FO-600 Saltangará · FO-100 Tórshavn · Tel. 47 63 63 Fonn Flog letur upp skrivstovu í Tórshavn á 17 ára føðingardegnum 3. august 2009 á Áarvegnum 6 (undir Hotel Hafnia) F e r ð a s e ð l a r B i l ú t l e i g a n G i s t i n g www.fonnflog.fo Fonn Flog hevur online skipan við Nazar, Apollo Rejser og Smyril Line Í sambandi við 17 ára føðingardagin hevur Fonn Flog góð tilboð