Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 137 - 21. juli 2009 tíðindi – Vit hava samband við fleiri stór nøvn um hetta, sigur Mark Joensen, stjóri á festivalinum við Múrin, sum skýrir festivalin at vera ein succes VIÐ MÚRIN Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í fyrireikingunum til ársins festival, hava Mark Joensen og hini fólkini handan festivalin við Múrin, havt samband við fleiri stór nøvn. – Vit hava eitt samskifti við eina rúgvu av konsertfyriskiparum hjá stórum nøvnum, sum av ymiskum orsøkum ikki settu seg føran fyri at koma í ár, so vit tosa saman um ein komandi festival, sigur Mark Joensen, stjóri á festivalinum við Múrin. Hann leggur tó dent á, at talan ikki er um skrivligar avtalur. Somuleiðis ger Mark Joensen greitt, at tað eru fólkini í Kirkjubø, sum ger av, um ein festivalur verður aftur næsta ár. – Spurningurin er jú, um tey vilja hava okkum aftur? Men tey, sum eg havi tosað við, hava verið ógvuliga positiv. Onkur vóru sjálvandi eitt sindur skeptisk at byrja við, men sum heild hava tey tikið væl ímóti hesum, metir Mark Joensen. Men er tað soleiðis, at bygdarfólkini eru sinnaði til ein nýggjan festival í 2010, so eru Mark Joensen og hini klár. – Vit eru til dystin fús og standa klár, nú vit hava prógvað, at hetta ber til, sigur hann. Múrurin ein succes Hetta eru 7000 vitjandi á festivalinum vitni um. Sambært fyrireikarunum fer talið av gestum við Múrin at liggja umleið har, Múrurin verður aftur n