týsdagur 21. juli 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 - 21. juli 2009
17
tíðindi
Hóast rokaligt og nógv fólk, so dugir Jóannes
Paturrson, bóndi í Kirkjubø, ikki at síggja
nakran trupulleika í, um festivalurin var
hildin aftur næsta ár
VIÐ MÚRIN
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Hann lat bø til stóran part av festivaløkinum, sum 7000
vitjandi gjøgnum eitt langt vikuskifti – frá mikukvøld til
sunnumorgun – gingu upp og niður.
– Tað hevur verið rokaligt, men tá hugsað verður um,
hvussu nógv fólk hava verið her, hevur tað bara gingið
væl, segði Jóannes Patursson, bóndi, við Kringvarpið í
gjár.
Sambært honum letur bøurin ikki til at hava fingið skaða
av festivalinum.
– Tað hevur verið nógv ferðsla, men eg haldi ikki tað
bilar fyri bøin, segði hann.
Bygdin lítið merkt
Jóannes Patursson dugir tískil heldur ikki at síggja tann
stóra trupulleikan í, at festivalurin verður hildin í Kirkjubø
aftur komandi ár.
– Sum eg skilji, hevur bygdin ikki merkt tað stóra til
festivalin, tí gestirnir hava hildið seg innanfyri. So um
upprudding og alt annað verður væl framt, so trúgvi eg
ikki tað er nakað til hindurs fyri, at festivalurin verður
aftur, segði Jóannes Patursson við Kringvarpið í
gjárkvøldið.
Fyri tey allarflestu er festivalurin við Múrin
av á hesum sinni, men fyrireikararnir handan
festivalin í Kirkjubø liggja nú á øllum fýra, so
bóndin fær lendi aftur í góðum standi
VIÐ MÚRIN
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Treytin fyri at lána lendið í Kirkjubø, har festivalurin við
Múrin varð hildin, var, at tað verður latið aftur í sama
standi, sum tá teir fingu tað.
– Hetta er eitt lendi, fólk liva av, og tá vit hava lovað
hetta, so fara vit niður á øll fýra, so bøurin verður klárur
aftur, sigur Mark Joensen, stjóri á festivalinum við Múrin
í Kirkjubø.
Teir hava lænt lendið frá bóndanum Jóannes Patursson.
Við Kringvarpið segði hesin í gjár, at tey bara kundu lata
væl at festivalinum. Tað sama ger Mark Joensen um
Jóannes Patursson.
– Hann hevur verið heilt ótrúliga hjálpsamur og hevur
stóra tøkk uppiborið, tí uttan hann hevði tað illa borið til,
sigur Mark Joensen. Hann ger eisini greitt, at tað ikki eru
nøkur fá, men ein rúgva, ið eru orsøk til, at festivalurin við
Múrin í Kirkjubø gjørdist veruleiki.
næsta ár
tá alt er talt saman og gjørt
upp. Harumframt eru eisini
30
tónleikabólkar
og
einstaklingar, og so mong
fólk hava ongantíð áður
vitjað
í
Kirkjubø
eitt
vikuskiftið.
Spurdur
beinleiðis,
viðgongur Mark Joensen,
at teir eru ógvuliga væl
nøgdir við festivalin.
– Hetta var ein stór
succes. Alt bendir á, at tað
melur runt. Og hóast tað
ikki er tað stóra yvirskotið,
so sær tað bara gott út, sigur
Mark
Joensen,
festivalfyriskipari.
Bygdarfólkið letur
væl at
Liggja nú á øllum
fýra
7000 fólk og 30 tónleikabólkar og einstaklingar vitjaðu í Kirkjubø um vikuskiftið, har festivalurin við Múrin varð hildin
Myndir: Beinta Haraldsen