Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Ólavsøkublaðið – juli '09 33 Ólavsøkublaðið – juli '09 Tað eru eftir hondini ikki nógv støð í Havn, har tú kanst lætta tær av vatni num, lata eyguni aftur í rúsi ella hugna tær saman við onkrum, um tú ikki vilt verða sædd/ur av ein­ um vakmyndatóli. Vit hava kannað, hvar vak mynda tól­ ini, sum Dátueftirlitið hevur skrásett, eru sett upp. Men tey eru ikki løtt at fin na. Hartil koma tey ófráboðaðu vak mynda tólini, sum óivað hanga ymsa stað ni. So fá eru støðini, har tú kanst synda frítt. Kort ini hava vit megnað at funnið eitt stað, har tað altíð ber til at finna frið til smásyndirnar, sum nærum hoyra ólav søku ni til Lagt til rættis: Eirikur í Jákupsstovu Her verða syndirnar avdúkaðar Ein blund á keiini Tað kann vera eitt sindur stævið at standa uppi so leingi til kappróðurin á eystaru bryggju. Tá er freistandi at setast til ein blund við grótkastið har úti, meðan bíðað verður eftir, at tíggjamannaførini rógva seinasta avgerandi róðurin. Men staðið má veljast við umhugsni, um tú ikki vilt verða sæddur av einum av mongu vakmyndatólunum, ið eru at finna eftir øllum keiøkinum á Tórshavnar Havn. Hetta er sjálvandi eisini galdandi fyri aðrar syndir á havnaøkinum seinni á kvøldi. Bensinstøðir bannaðar Skalt tú synda, mæla vit frá, at gera tað við eina av mongu bensinstøðunum í Havn. Tí hesar eru helst støðini, har minst skjól er fyri vakmyndatólum. Á einari bensinstøð nærkast talið av vakmyndatólum talin­ um av leikarunum á einum fótbóltsliði. Nøkur horn í SMS Ein skuldi trú, at SMS var ein frístaður, har syndirnar kunnu liva frítt, tá tað er vorðið fríggingarmyrkt á ólavsøku, og handlarnir langt síðani eru stongdir. Men soleiðis er ikki. Tað eru nevniliga fleiri vakmyndatól kring bygningin. Tó so. Okkurt horn er, har tað framvegis ber til at synda. Plantasjan Í mannaminni hevur plantajsan í Havn verið høvuðsstøðin fyri syndunum á ólavsøku. Hetta ber enn í dag til. Tí onki skrásett vakmyndatól er har, og skuldi okkurt verið, so røkkur tað ikki langt millum nógvu trøðini í plantasjuni. Hinvegin. Av tí, at færri og færri friðskjól eru í býnum, er rættiliga stórur vandi fyri at hitta onnur við somu ørindum Natúr eygu Heldur tú, at ongin sær, tá tit eru komin út úr pubbini ella dansistaðnum, so tekur tú dyggiliga feil. Sjálvt tann minsta syndin sæst. Café Natúr hevur mest sjónliga vakmyndatólið, men sleppið tykkum veruliga av vandaleið, áðrenn tað, sum ikki skal skrásetast verður gjørt. 1 1 2 2 3 3 4 4 5 5 Í Føroyum eru heili 700 vakmyndatól skrásett