týsdagur 21. juli 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 137 - 21. juli 2009
Klokkan 2:56 tann 21.
juli í 1969 hendi tann
kanska mest minniliga
stundin hjá mannaættini
í 20. øld. Tá settu Neil
Armstrong og Edwin
”Buzz” Aldrin fótin á
mánan. Eisini heima í
Føroyum sótu nógv fólk
og fylgdu við søguligu
stórhendingini
Mánalending
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Undir kalda krígnum kappaðust
USA og Sovjetsamveldið á
mong um økjum. Stórveldini
kappaðust innan vísind, ítrótt og
ikki minst um at standa seg best í
rúmdini.
Í byrjanini legði Sovjetsam
veldið seg á odda í rúmdar
stríðnum. Í 1957 tók Sovjetsam
veldið vesturheimin av fótum, tá
teir sendu lítla fylgissveinin
”Sputnik” í ringrás kring jørðina.
Bert fýra ár seinni gjørdist
russarin, Jurij Gagarin fyrsta
menniskja, sum ferðaðist úti í
rúmdini. Gagarin náddi kring
jørðina uppá bara 108 minuttir.
Tá stóð øllum greitt, at Sovjet
samveldið var í gongd við at
hølva USA av í kappingini um
rúmdina.
Amerikanskir herleiðarar
staðfestu yvirfyri amerikonsku
stjórnini, at tapti USA kapp
ingina um rúmdina, so kundi tað
eisini koppa javnvágina í stríð
num ímóti heimskommunismuni.
Okkurt mátti gerast stundisliga
fyri at venda gongdini.
Ikki hugaður í byrjanini
John F. Kennedy, amerikanskur
forseti, árini 19611963 var ikki
so hugaður í at satsa ov nógv í
kappingini um rúmdina. Men tað
eydnaðist hernaðarligu ráðgev
arunum at fáa unga amerikanska
forsetan á aðrar tankar.
Stutt aftaná sovjetisku sigurs
ferðina hjá Jurij Gagarin, helt
John F. Kennedy eina minniliga
røðu fyri amerikanska sam
veldistinginum, har hann boðaði
amerikonsku tjóðini frá, at USA
ætlaði at senda eitt menniskja til
mánan, og at føra viðkomandi
trygt aftur til jørðina.
Talan var um eina risaverk
ætlan, sum skuldi førast út í
lívið, áðrenn 1960árini vóru
liðin. Risastóra rúmdar verk
ætlanin var nevnd ”Apollo”.
Nýggjar rúmdarrakettir, rúmdar
skip og rúmdarbúnar vóru
framleidd í hópatali, og túsind
tals menniskju vóru sett í ymisk
størv, sum høvdu samband við
verkætlanina.
Menn hava roknað uppá tølini,
og mett verður, at Apolloverk
ætlanin kostaði 130 miliardir
dollarar í nútíðarpeningi.
Ymiskir av lyndi
Teir tríggir austronautarnir, sum
vóru útvaldir at fara við á mána
ferðini hjá Apollo 11 rúmdars
kipinum, vóru allir føddir í 1930,
og vóru sostatt í bestu árum, tá
teir framdu ta minniligu ferðina.
Teir útvaldu austronautarnir
vóru Neil Armstrong, Edwin
”Buzz” Aldrin og Michael
Collins.
Armstrong, Aldrin og Collins
høvdu ógvuliga ymisk lyndi.
Collins var tann mest stilli av
teimum trimum austronautunum.
Collins fekk til uppgávu at stýra
móðirskipinum, Colombia, og tí
fekk hann ikki lut í søguliga
møguleikanum at lenda á
mánanum.
Edwin ”Buzz” Aldrin var av
skandinaviskari ætt, omman og
abbin fluttu úr Værmlandi í
Svøríki og til USA, seinast í 19.
øld. Leingi helt Buzz Aldrin, at
hann fór at gerast tað fyrsta
menniskja, sum slapp at stíga
fótin á mánan, men valið fall á
Neil Armstrong. Buzz Aldrin var
heldur opinskáraður, meðan Neil
Armstrong var meiri róligur, og
dugdi betur at leggja sær orðini.
Henda støðan hevur so
insperað norska rithøvundin,
Johan Harstad til at skriva
skaldsøguna ”Hvor ble det av
deg i alt mylderet, Buzz
Aldrin?”. Ein skaldsøga um ein
mann (Matthias), sum stendur í
skugganum, eins og Buzz Aldrin
kom at standa í skugganum av
Neil Armstrong.
380.000 kilometrar
Mánaferðin hjá Apollo 11 byrjaði
á Kennedy Space Center í
deilríkinum, Florida tann 16.
Juli. Aftaná eina ferð uppá
380.000 kilometrar, sum tekur
fýra dagar, er tað stóra málið í
eygsjón.
Buzz Aldrin og Michael
Collins gera klárt at fara umborð
á ”The Eagle”, sum er eitt sjey
metrar høgt mánalendingarskip.
Sniðið á The Eagle er rættiliga
primitivt, og mánalendingar
skipið er ikki lætt at stýra.
Michael Collins verður eftir
umborð á móðirskipinum.
Aldrin og Armstrong nærkast
mánanum, og gera klárt til at
lenda, men tað er nær við at
ganga galið beinavegin. Økið,
sum er valt til teirra mánalending
vísur seg at vera fult av stórum
steinum, men í seinastu løtu
megnar Armstrong at stýra The
Eagle burtur frá vandaøkinum.
Men nú eru teir fleiri
kilometrar frá málinum hjá sær,
og brennievni er við at ganga
undan. So koma boðini frá
kontrolrúminum í Houston: ”60
sekundir”, tað er tíðin Armstrong
hevur til at fáa The Eagle uppá
pláss. Armstrong sær næstan
einki. Rakettmotorarnir hava elvt
til eitt mikið dustrok, so tað
kennist sum um teir flúgva
gjøgnum eitt skýggj.
”30 sekundir” ljóðar frá
kontrolrúminum í Houston. Í
kontrolrúminum í Houston er
panikkur. Men Armstrong er sum
altíð, róligur og fattur. Og
knappliga er mánin fyri teimum.
Armstrong megnar at gera eina
bleyta lending.
Klokkan er 20.17 í Føroyum,
og dagurin er 20. juli. Tvey
menniskju eru lend á mánanum.
Staðið Armstrong og Aldrin eru
lendir á verður nevnt ”Mare
Tranquillitatis” – stillunnar hav.
Jógvan Arge
rapporteraði heim
Kring heimin fylgja 100tals av
miljónum við tí, sum hendir í
bæði sjónvarpi og í útvarpi.
Heima í Føroyum sita fólk
eisini sum negld í gólvið.
Útvarpsstjórin, Niels Juel Arge,
hevur sett seg inn í studio á
Bryggjubakka, og hann og
tøkningurin, Marius Rein, hava
samband við Jógvan Arge, sum
er staddur í Danmark. Jógvan
hevur eitt svart/hvítt sjónvarp
frammanfyri sær, hetta er 10 ár
áðrenn sjónvarpið kemur til
Føroya.
Danska sjónvarpsmonopolið,
DR sendir beinleiðis frá søguligu
stórhendingini. Jógvan
rapporterar hegnisliga frá øllum
tí, sum hendir. Inni í studionum
hjá Niels Juel sita tveir smá
dreingir, púra kúrrir og lurta við
spenningi.
Niels Juel hevur lagt teimum
eina við, at teir sleppa at sita inni
í studionum, um teir ikki geva
eitt einasta ljóð frá sær.
Teir eru systkinabørn, og eita
Torbjørn Jacobsen og Magni
Arge.
21. juli 1969:
40 ár síðani Armstrong
setti fótin á mánan
Neyðugt við rakettum
Tunna atmosferan á mánanum bar eisini tekniskar trupulleikar við
sær. Uttan mótstøðuna, sum væl tættari atmosferan á jørðini hevur, er
nevnliga sera trupult at fáa nakra uppdrift á eitt rúmdarskip. Rakett
motorar vóru loysnin til hetta, tí hesir virka eisini í tunnu
atmosferuni, sum er á mánanum.
Russar lendu fyrst
Áðrenn menn vórðu sendir á sjálvan mánan, máttu fleiri royndar
lendingar gerast við maskinum. Endamáli ðvar at vita, um tað bar til
at gera eina bleyta lending. Altso eina lending, sum varð framd
somikið spakuliga, at tólbúnaður og menn kundu koma heilskapað frá
hesum. Slíka lending vóru russar teir fyrstu at gera, og gjørdu teir tað
longu í 1966.
Kinverjar vistu einki
Mánalendingin stóð sum vera man á breddanum hjá fjølmiðlum
kring allan heim.
Eisini í Sosialinum varð nógv gjørt burturúr, og í tann 23. juli
í 1969 var mánalendingin ovasta søgan á forsíðuni.
Millum annað verður skrivað í blaðnum, sum altso var á
gøtuni tveir dagar eftir sjálva lendingina, at kinverjar framvegis
ikki vistu, hvat var hent. Hetta tí kinverska stjórnin hevði sett
forboð ímóti at varpa amerikonsku propaganduna út. Russiska
sjónvarpið sendi hinvegin myndir frá hendingini.
Framhald á síðu 20