Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 207 - 26. oktober 2001 Nr. 207 - 26. oktober 2001 3 Leygardagin kunnu hjúnini Rosmunda og Jákup Oluf Joensen úr Fuglafirði halda gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Bygdar- húsinum í Lorvík fyri innbodnum. Í heili fimti ár hava tey drigið í felag og hetta vikiskifti verður há- tíðarvikuskifti í teirra lívi. Hjúnini eru bæði væl- kend, sum ein partur av bygdarmyndini, í Fugla- firði. Tey hava verið sjónlig í teirra virki bæði tvey. Rosmunda hevur, um- framt at hava verið heima- gangandi. eisini verið á arbeiðsmarknaðinum í mong ár. Meðan børnini vóru smá tók Rosmunda arbeiðið við heim. Hon knýtti trol heima. Hon hevur eisini handl- að. Hon hevði handilin Aldan niðri á kajini saman við bróðrinum Sigurdjon og har seldi hon útgerð til sjómenn, handskar og annað. Hon hevur eisini arbeitt fisk. Tey seinnu árini hevur hon arbeitt á Toystovuni í Fuglafirði. Rosmunda er fitt í hond- unum, hon plagar at bro- dera til føroysk klæ´ði, vestar, fyrikløð og annað Rosmunda er dóttir Andreu og Christian Sofus Eldevig úr Fuglafirði. Tann kenda akkersmannin, sum hevði umsjónan við for- toyningum og teymum í eitt mannaminni. Tey fingu átta børn og Rosmunda er triðelst. Jákup Oluf er ein kendur maður serliga millum fiskimenn. Hann hevur í eitt mannaminnið starvast á Havsbrún. Hann hevur við øll skipini at gera. Millum annað tosar hann flótandi íslendsk og tí er hann mað- urin, sum hevur sambandið við íslendsk skip, sum landa á Havsbrún. Í mong ár syrgdi hann eisini fyri, at skipini fingu ís og tí var hevur hann ofta verið seinasti maður fiskimenn hava tosað við, áðrenn teir fóru undir nýggja túr. Og hann hevur mangan eisini verið fyrsti maður teir hava hitt, tá teir komu heim aftur eftir loknan túr. Jákup Oluf er dámligur maður at tosa við og hann fylgir eisini við í sam- felagnum og mangan hevur hann havt tíðindir at bera fiskimonnum, tá teir komu eftir ísi. Jákup Oluf hevur verið samskipari av arbeiðinum við skipum á Havsbrún og hann er ein so fastgrógvin partur av Havsbrún og havnalagnum, at fólk hava ilt við at ímynda sær hetta umhvørvið uttan Jákup Oluf. Jákup Oluf er sonur Honnu og Andreas Joensen úr Fuglafirði. Hann er einabarn. Tí hevur hann verið nógv knýttur at s y s t k i n n a b ø r n u n u m , serliga teimum hjá Sáru. Heimið hjá Rosmundu og Jákup Oluf hevur altíð verið eitt opið heim, har samlast øll. Seks barnabørn eru í flokkinum. Tey fýra børnini búgva ikki í Fuglafirði. Rosmunda og Jákup Oluf eiga fýra børn. Hanna er elst og býr í Rituvík, Ann býr í Havn og tvíburðarnir Andras og Sonja búgva ávikavist í Danmark og Leirvík.. Hendan heilsanin er frá børnunum, sum ynskja foreldrunum hjartaliga til- lukku við degnum. Kunngjørt verður, at kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara Henrik Mikael Magnussen í Søldarfirði føddur 27. august 1918, andaðist 23. oktober. Jarðarferðin verður úr Glyvra kirkju fríggjadagin klokkan 14. Familjunnar vegna Andrea Tey, ið vilja minnast Henrik, kunnu lata Bønhúsinum í Søldarfirði eina gávu. Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum á ymiskan hátt gleddu okkum á gullbrúdleypsdegnum 16. september. Guð vælsigni tykkum. Klara og Hans Erik Tøkk Hjartaliga vilja vit takka øllum tykkum, ið á ymsan hátt hjálptu til tá kæri maður mín, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Gudmund Danielsen Nólsoy andaðist og var jarðaður. Takk fyri vísta samkenslu og umsorgan, fyri alla hjálp, blómuheilsanir og til tykkum, ið fylgdu Gudmundi til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Hanna Rosmunda og Jákup Oluf runda gullhornið Ár eru liðin síðan hendan myndin varð tikin av Rosmundu og Jákup Oluf, men hjúnalagið heldur enn og hetta verður feirað í bygdarhúsinum í Lorvík hetta vikuskiftið (til agape) sat eg einsamallur nátt og leit út yvir myrkursbrá - burtur var ið kendist gott og tøgnin birtist aftaná trøllsliga í homrum lótu vindarnir sítt heystsins kvæð sum eg ynskti at vit sótu bæði her í góðum lag - mánans ljósa høvur skygdi yvir skýggjum Skamma stund - eg sum mínar dreymar bygdi fattaðist mín náttarblund gjósturin frá hesum glugga róku mær í minni brátt søguløg sum stirdan ugga hesa døpru heystsins nátt - hann ið segði mær frá søgu tonkum sum eg ikki sá - og mær sýndist hesi røðu vet av látri vera tá og eg brast út úr at gráta - rópti: "gævi tú vart her!" hví tú fór er enn ein gáta sum úr longslinum meg ber hymeneus heystnátt Tey evropeisku flogfeløg- ini, sum hava rutur um At- lantshavið, hava flutt 36,2 prosent færri ferðafólk síð- ani atsóknirnar í USA tann 11. september. Tann stóra afturgongdin kemur feløgunum sera illa við, og sambært meginfel- agnum hjá evropeisku flog- feløgunum AEA verður tað verri enn. Samstundis sum talið á ferðafólkið úr Evropa til USA er meira enn 30 prosent minni enn um hesa tíðina í fjør, er ferðafólka- talið á rutunum millum Evropa og Asia eisini minkað munandi. Sambært AEA er ferðafólkatalið á hesum rutunum minkað 14,8 prosent seinastu fimm vikurnar, og meginfelagið væntar, at talið verður upp- aftur minni. Á rutunum millum flog- havnir í Evropa er ferða- fólkatalið eisini minkað. Síðani 11. september hava 9,6 prosent færri verið á flogi enn somu tíð í fjør. Leiðslan í AEA mælti í gjár ES-myndugleikunum til at loyva flogfeløgunum at niðurleggja einstakar farleiðir í avmarkað tíðar- skeið. Sum er er hetta ikki loyvt sambært ES-reglun- um. Fleiri evropeisk flogfeløg hava tikið flogfør úr rutu- flúgving, tí ferðafólkini eru so nógv fækkað. Týska Lufthansa kunngjørdi í gjár, at felagið umhugsar at seta 14 av sínum flogførum afturat teimum 28, sum eru tikin úr flúgving síðani 11. september. Millum 10 og 20 fólk doyðu av eldi og royki, eftir at tveir lastbilar stoyttu saman í Gotthard- tunnlinum í Sveits. Teir báðir lastbilarnir vóru fermdir við bildekk- um og bygningsplátum, og roykurin var tí øðiligur, tá eldur kom í báðar bilarnar. Sveitsisku myndugleikarnir halda, at tey flestu doyðu av roykeitran. Hitin var eisini øgiligur. Sveitsiska løgreglan hevur roknað út, at hitin mundi koma upp í umleið 1000 stig, og eitt samdøgur eftir saman- stoytin var hitin á van- lukkustaðnum framvegis umleið 200 stig. Tað var tí ógjørligt hjá bjargingar- monnunum at fara ov langt inn í tunnilin. Teir báðir lastbilarnir stoyttu saman umleið hálvan annan kilometur frá tí syðra tunnilsmunn- anum. Myndugleikarnir siga, at ein partur av loftinum í tunnlinum datt niður, og at millum 15 og 20 bilar komu at liggja undir. Gotthard-tunnilin er 17 kilometrar langur og tann longsti ferðslutunnilin í heiminum. Ferðslan í tunnlinum hevur verið sera stór seinastu tvey árini, eftir at fronsku myndugleikarnir stongdu tunnilin við Mont Blanc eftir eina álvarssama vanlukku har í mars í 1999. Tann vanlukkan kravdi 39 mannalív. Mont Blanc-tunnilin verður latin uppaftur í næsta mánað. (Fartekst) Fólk givin at ferðast um Atlantshavið 1000 hitastig í tunnlinum Egyptiski forsetin, Hosni Mubarak, ávaraði í gjár USA ímóti at halda ov leingi á við bumbuálop- unum á Afghanistan. – Tess drúgvari álopið gerst, tess breiðari verður gjógvin millum USA og tann arabiska heimin, segði Mubarak á einum tíðinda- fundi. Við eitt arabiskt tíð- arrit segði hann seg vóna, at amerikanska álopið fær ein enda skjótt. Egyptiski forsetin tók uppaftur, at hann tekur undir við amerikanska átakinum ímóti Osama bin Laden, men hann segði seg ivast í, at menn við avmarkaðari venjing frá einum flogskúla í Florida vóru førir fyri at stýra stór- um ferðamannaflogførum inn í World Trade Center. Hosni Mubarak er fremsti sameindi hjá USA í Miðeystri, men hann er eis- ini greiður yvir, at egypt- iska fólkið er alt annað enn fegið um amerikansku bumbuálopini á Afghanist- an. USA skal skunda sær C M Y K 3 2