Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 207 - 26. oktober 2001 Nr. 207 - 26. oktober 2001 5 – Arbeiðsbólkurin, sum fyrireikaði málið um at byggja nýtt suðuroyarskip, hevur langt síðani umrøtt møguleikan at fáa Norrønu til enda- málið. Men longu tá varð hon vrakað, sig- ur Heri Hjelm, vinnu- lívsmaður, sum sjálv- ur sat í bólkinum SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen – Verður Norrøna keypt til suðuroyarsiglingina, verður tað mønustingurin hjá vinnulívinum í Suðuroynni. Størsti vinnulívsmaður í Suðuroynni, Heri Hjelm í Vági, er ikki í iva um, hvørjar avleiðingarnar verða, um tað endar við, at ætlanin at byggja nýggja Smyril verður slept og Norrøna keypt at røka suð- uroyarsiglingina ístaðin. Eftir at Smyril Line bjóð- aði Landsstýrinum at keypa Norrønu til suðuroyarsigl- ingina, er Landsstýrið farið at kannað um skipið er egn- að til endamálið og um tað annars er eitt keyp, sum loysir seg. Men hetta er ein spurn- ingur, sum Heri Hjelm langt síðani hevur tikið støðu til. Sjálvur var hann eitt av umboðnum fyri vinnulívið, sum sótu í nevndini, ið fyri- reikaðu málið at byggja nýtt suðuroyarskip. – Longu tíðliga í teirri arbeiðsgongdini, varð møguleikin umrøddur at fáa Norrønu at røkja suður- oyarsiglingina. – Men vit komu rættiliga skjótt eftir, at hon var óegn- að til endamálið og tí fóru vit undir at fyrireika nýtt skip,sigur Heri Hjelm. – Hasar metingarnar eru longu gjørdar og tí er hatta liðugt í mínari verð, tí vit vrakaðu Norrønu. Mønustingurin Heri Hjelm sigur, at tað eru fleiri viðurskifti, sum gjørdu, at arbeiðsbólkurin rættiliga tíðliga gjørdi av at vraka Norrønu. – Fyri tað fyrsta er hon gomul og vit dugdu ikki at síggja nakra endurnýgging í at koyra Smyril, sum er 32 ár úr flotanum og keypa Norrønu, sum er 28 ár, ístaðin. – Av tí, at hon er so gom- ul, verður hon heldur ikki serliga álítandi í rakstri, tí hon fer at krevja munandi viðlíkahald. Og harafturat verður tað væl dýrari at reka Norrønu, enn tað verð- ur at reka nýggja skipið, sum ætlanin er at byggja. Heri Hjelm sigur eisini, at hon er so høg, at tað verður trupult at manøvrera við henni inni á firðunum í vindi. – Alt hetta fer at gera, at um veturin fara nógvir túrar at verða seinkaðir, útsettir, ella avlýstir. – Og tað kann vinnulívið í Suðuroynni slett ikki liva við. Hann sigur, at samferðsl- an er lívsæðrin hjá suður- oyingum tí tað, sum er alt- avgerandi, tað er, at vørur, sum verða útfluttar, koma keyparunum í hendi til tíð- ina. Her hugsar hann fyrst og fremst um fiskavørur – Tað er ein farin tíð, tá ið føroyingar kundu senda vørur av landinum til útflutnings, tá ið tað hóvaði okkum. – Teir, sum keypa okkara fiskavørur eru fullkomiliga líkaglaðir við um tað er stormur í Føroyum, ella um skipið er seinkað, ella hev- ur maskinbrek. – Tað einasta, teir hugsa um, er at fáa vørurnar til avtalaðu tíð. Fáa teir ikki tað, fara teir at keypa frá øðrum, sum kunnu veita trygd fyri leveringunum. – Og tað neyðugu lever- ingstrygdina kunnu vit ikki veita, um Norrøna verður sett í Suðuroyarsiglingina, tí verður tað mønustingurin hjá vinnulívinum í Suð- uroy. Heri Hjelm sigur, at hesa neyðugu trygdina kann bara tað nýggja suðuroyar- skipið veita. Og hann heldur, at suður- oyingar hava rætt til at krevja eitt trygt samband, eins og aðrir partar í land- inum gera tað. Hann leggur dent á, at nýggja suðuroyarskipið er sera væl og nágreiniliga gjøgnumhugsað og tí held- ur hann, at onki er at gera, uttan at halda tey lyfti, sum landsstýrismaðurin í vinnu- málum gav suðuroyingum á kunnandi fundinum um nýggja Smyril í Øravík 6. september í ár. – Eg haldi ikki, at lands- stýrismaðurin í vinnumál- um kann sleppa at flyta trupulleikar hjá Smyril Line yvir á suðuroyingar, tí tað er hetta, sum nú er við at henda, sigur Heri Hjelm. Norrøna verður mønustingurin hjá vinnulívinum í Suðuroynni Fer Landsstýrið av álvara at arbeiða fyri at keypa Norrønu til suðuroyarsiglingina, fer javnaðarflokkurin at leggja málið fyri tingið SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen – Fer Landsstýrið at gera álvara av at keypa Norrønu til suðuroyarsiglingina, er tað ongin sum helst ivi um, at javnaðarflokkurin fer at leggja málið fyri tingið. Jóannes Ejdesgaard, for- maður javanaðarfloksins sigur, at tað kemur ikki upp á tal, at flokkurin fer at lata hetta málið fara afturvið borðinum. – Hetta er so álvarsligt fyri suðuroyingar, at vit fara at gera, hvat vit kunnu fyri at forða tí, um sam- gongan veruliga ætlar at keypa Norrønu. Men samstundis ásannar hann, at vil samgongan endiliga keypa Norrønu, er ongin, sum kann forða teimum í tí, tí hon hevur 18 tinglimir av 32, men and- støðan bara hevur 14. – Tað er bara at vóna, at onkur í samgonguni er so frægur, at vísa málið frá sær. Vit mugu bara heita á allar góðar kreftir í sam- gonguni um at vísa hesum frá sær. – Men verður farið víðari við málinum, ætla vit so at gera eina roynd at forða tí. Formaður javnaðarfloks- ins sigur, at tað kemur illa við at frætta, at málið er reist um at keypa Norrønu. – Talan er um eitt 28 ára gamal, uppslitið skip og tað er løgið, at skipið kann brúkast til suðuroyarsigl- ingina nógv ár framyvir, tá ið vit hugsa um grundgev- ingarnar hjá leiðsluni á Smyril Line fyri at byggja nýggju Norrønu. – Tá varð sagt, at Norr- øna er uppslitin og ikki kann veita tí kritiska ferða- fólkinum tann komfortin, tað krevur. DAEWOO NUBIRA 2.0 SEDAN KR514Árg des.98, Km 49.000. Kr. 99.000. DAIHATSU APPLAUSE Árg mai.92, Kr. 28.000. TOYOTA CAMRY 4WD Árg 1988, Km 160.000. Kr. 32.000. Brúktbilasø Brúktbilasølan hjá lan hjá P/f Esmar Simonsen P/f Esmar Simonsen Tel. el. 44 44 05 • 44 44 05 • Fax 44 46 29 ax 44 46 29 – Bara eitt nýtt skip kann veita okkum ta trygd, sum er lív ella deyði fyri Suðuroynna, sigur Heri Hjelm, vinnulívsmaður. Her er hann ytst t.h. á fundi, sum nevndarlimirnir í fyrireikingarnevnd- ini høvdu mikudagin. Mótmæli teirra er á síðu 9. Hinir menninir eru f.v. Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági Óli Debes, skrivari í Tvøroyrar Kommunu, Finnleif Guttesen, borgarstjóri á Tvøroyri Skal ikki fara afturvið borðinum – Vit mugu heita á allar góð- ar kreftir í samgonguna, men hjálpir tað ikki, leggja vit málið fyri Løgtingið, sigur formaður javnaðarfloksins framhald á síðu 5 – Eg ivist ikki í, at spurningurin um at seta Norrønu í Suður- oyarsiglingina fer at fánað burtur av sær sjálvum. Vit fara at halda fast um, at nýtt skip skal byggjast, sigur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, Høgni Hoydal SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen – Tað er ongin grund til at sáa iva um ætlanin at byggja nýtt skip til suður- oyarsiglingina. Arbeiðið at byggja nýtt skip er sett í verk og eg dugi ikki at síggja, at tað vendst aftur. – Høgni Hoydal, formað- ur í størsta samgonguflokk- inum, tjóðveldisflokkinum, kallar málið um at keypa Norrønu til suðuroyarsigl- ingina fyri storm í einum vatnglasi. Hann sigur spurningurin um, hvussu suðuroyarsigl- ingin skal vera framyvir, er væl og virðiliga viðgjørdur og hann er avgreiddur. – Niðurstøðan var, at nýtt skip skuldi byggjast og síð- ani er farið undir at fyri- reika byggingina. – Tað málið er komið so langt nú, at tað vendst ikki aftur. – Tað, sum nu er hent, er, at Bjarni Djurholm, full- komiliga hevur skapt eitt fjølmiðlarok, sum púra óneyðugt hevur sáað iva um ætlanirnar hjá lands- stýrinum. Høgni Hoydal sigur, at tað, sum nú er hent, er at eitt Landsstýrið hevur fing- ið eitt tilboð frá Smyril Line. – Sjálvsagt eiga vit at kanna eitt tilboð. Men tað átti at verðið gjørt við Strandferðsluna og bólkin av serkønum, sum hevur arbeitt við málinum ístaðin fyri at almannakunngerða tað og sáa óneyðugan iva um, hvat Landsstýrið ætlar Formaðurin í Tjóðveldis- flokkinum sigur, at tá ið metingarnar hjá Strand- ferðsluni um Norrønu eru viðgjørdar, ivast hann ikki í, at málið fellur burtur av sær sjálvum. – Tá ivist eg ikki í, at nið- urstøðan verður, at hetta var ikki annað enn stormur í einum vatnglasi, tí Norrøna er longu viðgjørd í hesum sambandi, men hon varð ikki hildin at vera tann rætta loysnin. – Tað er rætt, at tað ber til at reisa aðrar møguleikar fyri samferðslu, men málið at byggja nýtt skip er komið ov langt til at nú vendst aftur. Høgni Hoydal er heldur ikki av teirri fatan, at nakar er í samgonguflokkunum ætlar at leggja trýst á sam- gonguna fyri at keypa Norrønu. – Tað einasta, sum kann gera, at ætlanin at byggja nýtt skip, verður broytt, er um nakað kemur fram, sum suðuroyingar sjálvir halda er betri, enn skipið, sum nú er ætlað. Royndirnar at saman- tvinna suðuroyarsiglingina við eldrapolitikk og onnur viðurskifti, tekur formaður- in í Tjóðveldisflokkinum ikki í álvara. – Vit hava eina ætlan fyri eldraøkið og vit hava eina ætlan fyri samferðsluøki og tey bæði skulu ikki tvinnast saman. Jóannes Ejdesgaard sig- ur, at teir trupulleikar, sum Smyril hevur við vaksandi trygdarkrøvum, raka eisini Norrønu og tí kann tað skjótt kosta ótaldar milli- ónir at fáa Norrønu at lúka altjóða trygdarkrøvini. – Øll tey fjaldu ellisbrek- ini, sum øll gomul skip hava, eru eisini ein stór hóttan ímóti rakstrinum. Jóannes Ejdesgaard vil tí ikki júst kalla tað nýhugsan at keypa Norrønu. Norrøna er eisini alt ov høg hevur er tí ov ring at manøvrera við inni á firðunum. Hann heldur eisini, at málið er avgreitt, og at tað tí nú er ov seint at hugsa um aðrar møguleikar. – Lat so aðrar sam- ferðslumøguleikar taka seg upp um 10-15 ár. Byggja vit nýtt skip nú, hava vit eitt skip, sum hevur stórt søluvirði. Men tá er Nor- røna 40 ára gomul og hevur avgjørt onki virði. – Eg skal ikki dylja fyri, at tað harmar meg almikið, at spurningurin um Nor- rønu nú stingur seg upp. – Eg haldi, at tað er ósømiligur málburður ímóti suðuroyingum, at nú skulu eir hava so og so stóra upphædd. Hyggja vit at søguligu tølunum, haldi eg, at øll høvdu stúrsað við, tá ið tey sóu, hvussu lítið er lagt niður í Suðuroynna gjøgnum tíðirnar. – Ongin setir spurnartek- in við undirsjóvartunnil til Vágar og Norðoyggjar. Tí er tað ósømiligt at finnast at, at nýtt skip verður bygt til Suðuroynna, sigur Jóannes Ejdesgaard. Oddbjørg Jacobsen í Kollafirði er rakt av verkfallinum hjá dagrøktarunum í bygdini. Hon má nýta feriudagar at ansa sínum egnu børnum VERKFALL Stefan í Skorini Fleiri mammur í Kollafirði eru illa sperdar í hesum døgum. Dagrøktararnir í bygdini eru farnir í verk- fall, og hetta hevur við sær, at eingin er at ansa børn- unum hjá teimum. Oddbjørg Jacobsen ar- beiðir í Føroya Banka, og hon hevur tvær gentur, ið vanliga eru í dagrøkt hjá grannakonuni. Hetta ber ikki til ídag vegna verkfall- ið. Oddbjørg hevur nú verið heima í tveir dagar til at ansa gentunum. Maðurin siglir úti, og tí má hon vera heima hjá teimum. Hon sigur, at hon hevur fingið sær nakrar feriudag- ar, so hon kann vera heima hjá 4 ára gomlu Rannvá og 6 ára gomlu Maluni. – Tað er altíð keðiligt at missa feriudagar, tí man skal vera heima hjá børnun- um vegna verkfall, sigur Oddbjørg. Fær góða hjálp Oddbjørg er tó ikki so illa stødd, sum nógvar aðrar mammur í Kollafirði. Hon sigur, at onkran dag fær hon vinkonu sína at ansa gentunum, og aðrar dagar kann mamma hennara taka tær við sær til arbeiðis, men bara tá tað liggur fyri. Men Oddbjørg kann ikki dúva uppá vælvild frá vin- um og kenningum leingi, og loysnirnar eru bara fyri- bils. Tí vónar hon, at verk- fallið ikki fer at draga út, so hon kann fara aftur til ar- beiðis uttan at hugsa um, hvar børnini skulu ansast dagin eftir. – Eg klári meg í tvær vik- ur fyribils. Tíbetur arbeiði eg færri tímar í bankanum, enn eg havi gjørt, so eg eri ikki eins bundin av ar- beiðnum, sum eg fyrr havi verið. Hon heldur harafturat, at tað er keðiligt viðurskiftini hjá dagrøktarum ikki eru komin uppá pláss, og hon vónar, at tey skjótt kemur í rættlag. Fríggjadagin var Odd- bjørg aftur til arbeiðis, tí genturnar verða ansaðar av eini vinkonu, ið hevur frí. Nýtir feriu at ansa børnum Oddbjørg Jacobsen er heima hjá børnunum, tí dagrøktarin hevur lagt arbeiðið niður. Hon hevur nýtt feriudagar at ansa teimum, meðan bíðað verður eftir aðrari loysn Mynd: Jens Kr. Vang Bjarni Djurholm skapt óneyðugt rok Ætlanin at byggja nýtt suðuroyarskip er komin so langt, at tað vendst ikki aftur, sigur Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins Lesið meira á síðu 10 C M Y K 5 4