Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 207 - 26. oktober 2001 Nr. 207 - 26. oktober 2001 7 - Sleppast kann undan nógvum rættarmálum, um ein meklari fær tey stríðandi at tosa saman og samráðast heldur enn við krøvum og ákærum at økja ósemjuna, sigur Turið Debes Hentze, sum hevur tikið til eitt skeið um alternativar trætuloysnir MEKLING Turið Kjølbro Miðskeiðis í november verður skipað fyri byrjunar- skeiði í millumgongu. Mill- umgonga verður eisini nevnt mekling ella media- sjón. Hetta er ein arbeiðs- háttur, sum snýr seg um at loysa ósemjur á tann hátt, at allir partar kenna seg sum vinnarar. Millumgongu- fólkið eggjar teim stríðandi til at skilja fyrimunin við sjálvi at tosa seg til rættis og sættis og samráðast heldur enn við krøvum og ákærum at økja ósemjuna. Millumgongufólkið leggur seg ikki sjálvt út í ósemjuna ella kemur við uppskotum um loysnir. Heldur er uppgávan hjá viðkomandi at stýra tingingunum mill- um partarnar soleiðis, at hesi sjálvi koma við upp- skotum um loysnir og velja ta loysnina, sum teir halda vera ta bestu. - Hugskotið við media- sjón er, at einki verður kroyst yvir høvdið á nøkr- um, at partarnir tosa saman og lurta eftir sjónarmið- unum hjá hvør øðrum á ein hátt, at tey sjálvi meta, at tey eru komin fram til loysnina. Sleppast kann tá undan rættarmálum, sum ongantíð áttu at verið byrjað, sigur Turið Debes Hentze, advokatur. Hesin arbeiðsháttur hev- ur víst seg sum eitt sera munagott amboð at loysa ósemjur av alskins slag innan vinnulív, í familju- rættarligum trætum, innan skúlagátt, í revsimálum og yvirhøvur á øllum økjum. - Í Føroyum eiga vit eis- ini at brynja okkum út við grundleggjandi vitan til henda arbeiðshátt. Roknast kann við, at tørvurin á vælskikkaðum millum- gongufólkum innan leingi gerst veruleiki eisini her hjá okkum. Mediasjón er ógvuliga nógv brúkt í Onglandi, haðani hesin arbeiðsháttur stavar, og USA. Millumgonga verður meiri og meiri aktuelt, sjálv havi eg leingi havt ætlanir um at kunna meg nærri um henda arbeiðsháttin, og tað er grundin til, at eg havi tikið stig til skeiðið, sigur Turið Debes Hentze. Familjan fyrst Á byrjunarskeiðinum verð- ur størstur dentur lagdur á trætur innan familjurættar- liga økið. - Familjurættur er ógvu- liga ítøkiligur og týdningar- mikil. Í nógvum málum, tá ið hjún skulu skiljast, er upplagt, at eitt millum- gongufólk fyrst kemur inn í myndina ístaðin fyri at bæði tosa ígjøgnum hvør sín advokat. Í Onglandi er tað vorðið til eitt krav, at fólk ikki sleppa at skiljast fyrr enn eitt millumgongu- fólk hevur verið inni í myndini. Í Noreg bendir nógv á, at hetta eisini verð- ur eitt krav, og í Danmark síggja vit, at mediasjón er vorðið eitt vanligari tilboð í amtunum. Nú arbeitt verður við nýggjari lóg á familjurættarliga økinum í Føroyum, eigur mekling at koma inn í lógarverkið. Í okkara hjúnabandslóg stendur, at eingin skal skilj- ast fyrr enn partarnir hava verið til mekling, men sum er hava fólk lítlar og ongar møguleikar, um tey ynskja meklara inn í myndina, sigur Turið Debes Hentze. At størsti denturin á byrj- unarskeiðnum verður lagd- ur á familjurættarliga økið, eigur ikki at halda teimum aftur, sum hava áhuga í trætuloysnum innan onnur øki. - Skeiðið fevnir eisini um eina almenna og grund- leggjandi vitan um, hvat mediasjón snýr seg um, og um tær mannagongdir, sum nýttar vera. Mediasjón verður brúkt alla staðni, har tvístøður eru, sum ikki kunnu loysast, sigur Turið Debes Hentze. Á skeiðinum verður ástøðilig framløga og prak- tisk uppgávuloysn. Undir- vísararnir, Vibeke Vinde- løv, dr.jur., og Pia Deleu- ran, advokatur, virka báðar sum millumgongufólk. Tann fyrrnevnda hevur skrivað doktarritgerð um alternativa trætuloysn, og tann seinna granskar í evninum tvístøður. Skeiðið vendir sær ser- liga til advokatar, sálarfrøð- ingar, dómarar, sosialráð- gevarar, málsviðgerðarar, og onnur, sum dagliga arbeiða við trætuloysnum og semjuroyndum, um- framt onnur, sum hava áhuga í hesum evni og ynskja størri kunnleika. Ætlanin er seinni at hava eitt víðkað skeið til teirra, sum ynskja fullan førleika at virka sum millumgongu- fólk. Skeiðið, sum verður hildið á Hotel Hafnia, er treytað av, at í minsta lagi 10 fólk tekna seg. Alternativ trætuloysn - Í nógvum málum, tá ið hjún skulu skiljast, er upplagt, at eitt millumgongufólk fyrst kemur inn í myndina ístaðin fyri at bæði tosa ígjøgnum hvør sín advokat, sigur Turið Debes Hentze, advoktatur Týska flogfelagið, Lufthansa, væntar sær ein ordiligan, fíggjarligan lúsing, skrivar danska blaðið Stand By í vikuni FLOGFERÐSLA Týska flogfelagið Luft- hansa væntar ein inntøkumiss up á 500 milliónir Euro, ella umleið 3,7 milliardir danskar krónur, seinasta árfjórðing í ár í mun til somu tíð í fjør. Tølini eru at síggja í einum internum arbeiðs- skjali hjá felagnum, sum týsk bløð hava fingið hendur á, skrivar Stand By, sum aftur hevur Berlingske Tidende Erhverv sum keldu. Ein tann størsta orsøkin til inntøkumissin er bein- leiðis avleiðingin av yvir- gangsatsóknunum í USA tann 11. september. Síðan tá hevur Lufthansa flutt í meðal 30.000 ferða- fólk færri - um dagin - enn felagið gjørdi áðrenn hend- ingarnar í USA. Samanborið við sama tíðarskeið í fjør er sølan hjá Lufthansa minkað við ikki færri enn 50 milliónum Euro um vikuna, skrivar blaðið. ej KLM og SAS eru farin at kappast um hollendsku flog- ferðafólkini. Feløgini undirbjóða hvørt annað í ferðaseðla- prísinum FLOGFERÐSLA Eins og Atlantsflog og Maersk Air kappast um at bjóða føroyingum bíligar ferðaseðlar fram móti jólum, er sama støðan gald- andi í Hollandi, har KLM og SAS eru farin í rættiligt prískríggj. Hollendska flogfelagið KLM hevur lækkað allar ferðaseðlaprísir úr Hollandi við 25%, skrivar Jyllands Posten í vikuni. Tískil hevur felagið eftir øllum at døma byrjað eitt sonevnt prískríggj, verður mett. SAS svaraði beinanvegin aftur við at bjóða avsláttur heilt upp til 40% á Amst- erdamrutunum. Sølustjórin hjá SAS, Palle Christensen, sigur við Jyllands Posten, at lækk- ingin er beinleiðis avleið- ing av tiltakinum hjá KLM. Hann sigur eisini, at tað verður umhugsað í SAS, um lækkingar eisini skulu gerast í prísunum á øðrum europeiskum rutum. Kappingin millum hesi bæði flogfeløgini kann enda við, at eisini onnur europeisk flogfeløg kenna seg noydd at lækka sínar prísir. Og alt stavar frá, at fólk eru so bangin fyri at flúgva síðan tann 11. sptember, at neyðugt er við ógvusligum tiltøkum fyri at lokka fólk aftur í luftina, skrivar Jyllands Posten. ej Hart lív at flúgva Prískríggj yvir Europa Tað er vorðið ein fjórðing bíligari at flúgva við KLM úr Hollandi Útlit eru til, at eitt- hvørt fer at henda við 120 daga regluni, sum er regla um, at starvs- fólk kunnu sigast upp vegna ov nógva sjúkrafráveru. Lands- stýrismaðurin við vinnumálum hevur broytt støðu síðan týsdagin, tá hann svaraði fyrispurningi í Løgtinginum ARBEIÐS- MARKNAÐUR Edvard Joensen Landsstýrismaðurin við vinnumálum hevur sett fólk at viðgera Starvsmanna- lógina, har millum annað reglan um 120 daga sjúkra- fráveru er ein partur. Talan er um broytta støðu í mun til svarið, hann gav upp á fyrispurning í Løgtinginum týsdagin, sigur løgtings- maðurin, sum setti spurn- ingin. Hans Pauli Strøm ting- maður hjá Javnaðarflokkin- um, spurdi tann 5. sept- ember í ár landsstýris- mannin, nær hann ætlar at fremja løgtingssamtyktina frá 24. januar 2001 um at leggja fyri Løgtingið uppskot til broytingar í galdandi lóggávu fyri at fyribyrgja, at starvsfóplk verða uppsøgd við styttari freist orsakað av sjúku. Takan er um ta sonevndu 120 daga regluna, sum gev- ur arbeiðsgevara rætt til at siga fólki upp, um tey í ein- um 12 mánaða skeiði hava verið meira enn 120 dagar burtur frá arbeiði orsakað av sjúku. Í lógini um starvsmenn, sum er frá 1958 er ein regla, sum gevur arbeiðs- gevaranum rætt til at seta í einstøk setanarskriv, at hann skilar sær rætt til at siga fólki úr starvi, um sjúkrafrávera verður meira enn 120 dagar í einum 12 mánaða skeiði. Hetta hevur ikki verið brúkt fyrr enn fyri stuttum, tá Fíggjarmálastýrið fór at seta hetta í setanarskriv hjá starvsfólki, sigur Hans Pauli Strøm. Tað ger, at fólk, sum kunnu hava verið so mikið leingi í starvi, at tey hava vunnið sær seks mánaða uppsagnartíð, nú kunnu sigast upp við styttri freist. Tað er hetta, sum upp- skotsstillarin vil hava tikið burtur aftur, so tann van- liga, sáttmálafesta upp- sagnarfreistin altíð verður galdandi. Einmælt samtykt Hans Paula Strøm, løg- tingsmanni, er farið at leingjast eftir einum út- spæli frá landsstýrismann- inum við vinnumálum. Serliga tí, at at samtyktin í løgtinginum tann 24. januar var einmælt, vísir hann á. Tað vóru 27 at- kvøður fyri uppskotinum, meðan eingin var í móti og heldur eingin blonk at- kvøða. Hóast tað er einki frætt aftur frá landsstýrismann- inum, og heldur ikki stend- ur nakað á lógarlistanum yvir tey lógaruppskot, sum ætlanin er at leggja fram í hesum valskeiðnum, um at nakað verður gjørt við hetta málið. Á løgtingsfundi tann 23. oktober svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismað- ur, fyrispurninginum frá Hans Paula Strøm. Men tað svarið var ikki nøktandi, sigur Hans Pauli Strøm, sum fýlist á, at grundgevingarnar, sum landsstýrismaðurin kom við í svari sínum, vóru ikki haldgóðar. Ótrygg grund Hans Pauli Strøm, løgtings- maður, heldur, at støðið undir svarinum hjá lands- stýrismanninum er ikki heilt trygt. Hann brúkar tilmæli frá Vinnunevndini sum grund- geving fyri svari sínum. – Men tað heldur ikki, sigur Hans Pauli Strøm, tað er ikki nakað svar so- leiðis, tí petti úr tilmælin- um hjá Vinnunevndini eru tikin burtur úr heildini, so tey passa til tað, sum lands- stýrismaðurin ætlar at svara. Víst verður millum ann- að á, at Vinnunevndin held- ur, at um 120 daga reglan verður tikin av, fer tað mest at raka smáar fyritøkur á smáplássum. Serliga verður hugsað um smáar bygdar- handlar og tílíkar fyritøkur, sum eiga at hava rætt til at siga fólki upp, um tey eru nógv burtur vegna sjúku, sigur landsstýrismaðurin. Til tað sigur Hans Pauli Strøm, at eftir at hava tosað við eitt nú S & K, sum er fakfelagið hjá handilsfólki, hevur hann fingið at vita, at slíkt kenna tey als ikki. Væntandi arbeiðsførleiki Hinvegin hevur hann víst á, at tað eigur at verða gjørt brúk av grein í Forsorgar- lógini, sum heimilar at geva lønarískoyti til fólk, sum eitt nú av sjúku missa fulla arbeiðsførleikan. Tað vil siga, at har fólk orsakað av sjúku, vanlukku ella øðrum slíkum, noyðast at vera nógv burtur frá arbeiði, kann arbeiðsgevar- in fáa ískoyti til lønina frá Almannastovuni. Tað hjálpir ikki bara ar- beiðsgevaranum fíggjar- liga, men í nógv størri mun starvsfókinum persónliga, vísir Hans Pauli Strøm á. Hann sigur, at tað er einki so slítandi hjá einum menn- iskja sum at missa sam- bandið við arbeiðsmarkn- aðin. Tað forkemur fólki stutt og greitt, sigur hann. Millum annað við hesum í huga er tað, at hann vegna Javnaðarflokkin í december í fjør legði uppskot til sam- tyktar fyri tingið um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið upp- skot til broytingar í gald- andi lóggávu fyri at fyri- byrgja, at starvsfólk verða uppsøgd við styttari freist orsakað av sjúku. Landsstýrismaðurin vendir Tá landsstýrismaðurin svaraði fyrispurninginum týsdagin, sá einki út fyri málinum, sigur Hans Pauli Strøm. Líkt var til, at hann ikki ætlaði at fylgja áheit- anini. Við ymsum grund- gevingum. Millum annað segði hann, at málið var so stórt, at hann helt tað ikki vera rætt at seta tað á lógarlist- an, tí ivasamt fór at vera, um lógin kundi endurskoð- ast og leggjast fram í hesi tingsetuni. Men tað er ein vánalig undanførsla, heldur Hans Pauli Strøm, sum vísir á, at talan var als ikki um at endurskoða alla starvs- mannalógina frá 1958, men bert strika eitt brot í henni. Undir tingviðgerðini kom fram, at eisini floks- felagaðar hjá landsstýris- manninum tóku undir við hugsanini um at strika áset- ingina. Um tað hevur havt ávirk- an á støðutakanina hjá landsstýrismanninum, dug- ir Hans Pauli Strøm ikki at siga. Men mikudagin, dag- in eftir tingviðgerðina, boð- aði Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður, kortini frá, at hann hevur sett fólk í Vinnumálastýrinum at hyggja at lógini og upp- skotinum til samtyktar við tí fyri eyga at gera broyt- ingar í 120 daga regluni. Sosialurin royndi í gjár at fáa orð á Bjarna Djurhom, landsstýrismann, men hann var upptikin av fundarvirk- semi, og tískil eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá honum, áðrenn blaðið fór til prentingar. Vil broyta reglu um sjúkrafráveru Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, heldur, at landsstýrismaðurin við vinnumálum hevur broytt hugsan, síðan hann svaraði fyrispurningi í tinginum týsdagin C M Y K 7 6