Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 137 - 21. juli 2009 19 Partur av kalda krígnum Tað vóru fyrst og fremst hernaðarlig atlit, sum settu ferð á rúmdarkapprenningina millum USA og Sovjetsamveldið. Tá russar tann 4. oktober í 1957 sendu Sputnik í umferð kring knøttin, var hetta ein skelkur hjá USA. Her óttaðust tey, at russar nú kundu leypa á hernaðarlig mál, hvar tað skuldi vera, um ikki USA eisini megnaði at senda fylgisveinar í umferð. Khrushchev vildi ikki samstarva Eftir væleydnaðu Sputnik-ferðina hjá Jurij Gagarin hildu tey flestu, at Sovjetsamveldið var framman fyri USA í rúmdarkapprenningini. Hetta var eisini orsøkin til, at Nikita Khrushchev í 1963 segði nei-takk til eitt amerikanskt tilboð um at samstarva í royndunum at lenda á mánanum. Khrushchev helt, at hetta einvíst var USA at gagni, og hann vildi ikki, at amerikumenn skuldu njóta ágóðan av teknologisku frambrotunum hjá russisikum vísindamonnum. 40 ár eru liðin, síðani Neil Armstrong sum fyrsti maður setti fótin á mánan