týsdagur 21. juli 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Ólavsøkublaðið – juli '09
37
Ólavsøkublaðið – juli '09
Eg bleiv eitt sindur kløkkur av at
síggja tíni livandi eygu, vanliga
eru eygu á slíkum standmyndum
steindeyð og oftani óhugnalig, sum
til dømis tey hjá Hans Andriasi.
He, Hans Andrias hevði annars
so vøkur eygu í tí kjøtliga lívinum.
Tað man vera henda bronzan, ið
ger okkum so ljótar. Fólk hava eisini
sett sóbrillur uppá nøsina á mær,
og meir enn einaferð havi eg fingið
bind fyri eyguni. Helst eru tað hesi
deyðu eyguni, ið fáa fólk at gera
slíkt. Ungdómar hava annars altíð
argað meg við ymsum. Eg havi havt
blomstur í hárinum, og einaferð
fekk eg ein ís í eygað. Høvdu tey av
illum givið mær hann í munnin!
Hans Andrias hevur verið pakkað ur
inn í vesipappír, hevur tú nakran tíð
roynt tað?
Á tig og tala ikki. Langt áðrenn
Hans Andrias var settur upp í
bronzu líki, pakkaðu ungdómar
meg inn í vesipappír, av tí bleyta
slagnum, og tíbetur var tað ikki
brúkt. Og jú, eg eri eisini pakkaður
inn í tað harða pappírið. Tað var tá
kommunala nátthúsið var í komm
unuskúlagarðinum. Tá brúktu teir
bara tað harða pappírið.
Hví heldur tú at hesi ungfólk gera
seg inn á teg?
Ungdómurin hevur altíð gjørt
fortreð, og í Havn hevur ung dóm
urin kett seg nóg so nógv, men tað
er vorðið frægari seinastu árini.
Haldi ikki, at tey hava nakað ímóti
mær persónliga, tað er bara tað, at
eg standi her á Tinghúsvøllinum. Tey
áttaoghálvfjers árini, eg havi staðið
her, var ungdómurin herviligastur í
trýssunum og hálvfjersunum.
Tú bleivst eisini koppaður eina ferð,
minnist meg rætt?
Jú, tað var ein, ið vildi reypa av
sínum kreftum, so eg varð lyftur
upp frá og koppaður niður á vøllin.
Eg fekk eitt sindur ilt í høvdið. Her
kann eg eisini nevna, at tá teir
reistu handa Traðar mann in har yviri,
tá helt eg tað var til minnis um ta
hend ingina, tá teir koppaðu meg.
Tí Traðar mað urin sær út sum ein av
hesum reyp arunum, sum vilja vísa
sína styrki. Ein rættur traðar maður
hevði aldrin lyft ein stein sum hasin
ger tað. Teir gomlu ansaðu betur
eftir rygginum enn so. Teir brúktu
grótleypar og ross og rullaðu tað
stóra og tunga grótið, heldur enn
at teir lyftu tað...
Grót sigur tú, eg havi arbeitt niðri
í fabrikkini hjá Østrøm, har eru
múrarnir ein metur tjúkkir og úr
føroyskum gróti. Av somu grund
hoyrir tú hvørki Kringvarp ella
Útvarp og hvat tað nú eitur, og
tað er ein lætti hjá mær í øllum
at sleppa undan at hoyra uppá alt
týdningarloysið í vørpunum. Og
tað er ein góð kensla, at tað er tað
føroyska grótið ið verjir ein ímóti
hesum andaliga dólskni.
Sum mín gamli sambiðil Jóannes
bóndi í Kirkjubø tók til: "..enn lívir
gamalt føroyskt grót”. Eg hoyri
sjálvur ikki útvarp. Tað kemur fyri,
at onkur ungdómur kemur framvið
við einum slíkum apparati ella
onkur bilur hevur eitt sindur hart
frá. Men tað er gleðiligt at frætta,
at tað aftur verður gjørt nakað við
tað skapandi virksemið rundanum
Vestaru Vág. Vónandi fara teir at
gera upp aftur meir. Teir skuldu ikki
havt latið Skála Skipasmiðju aftur,
men Tórshavnar. Hon hevur longu
tænt sínum endamáli og hevur verið
Havnini góð, men har átti at verið
givið meiri pláss fyri mentanarligum
virk semi og skapan. Og Fiska virking
átti at verið flutt til Suðriar. Havnin
klárar seg uttan fiskin og í staðin
skal hon verða mentanar háborgin í
Norð urat lantshavi og harvið skapa
nýggj øðrvísi arbeiðs pláss. Alt
Vestara keiøkið átti at verði brúkt
til leikhús, spælistøð, verkstaðir,
fram sýn ingar hølir, matstovur osfr.
So høvdu fremmandu ferðafólkini
eisini nakað meir at komið higar til.
Tað verður aldrin gjørt nóg nógv, at
fáa ferðafólk hendavegin. Tað hevði
eisini hjálpt, um vit góvust at drepa
grind. Í dag er grindadráp mest
at líkna við lystmorð. Vit hava ikki
brúk fyri grindini longur. Í øldir átti
hon lívið í føroyinginum. Afturfyri,
haldi eg, at vit skulu friða henda
vakra skapning. Vit skuldu gjørt
grindahvalin til okkara tjóðardýr.
Og vit hava nógvar fínar bátar
liggjandi til onga nyttu. Teir kundu
skipað fyri ferðum út til havs at
eygleiða m.a. grind. Tá vit kunnu
liva uttan drýl, so kunnu vit eisini
liva uttan tvøst og spik. Og havið
eigur at goyma so nógv annað, vit
kunnu veiða, tá vit eru svong. Eg
meini, sum tit kunnu veiða og eta, tí
vit standmyndir klára okkum uttan
mat.
Nú hevur tú gløtt eftir Bóka
handlinum í samfull seksoghálvfjers
ár, hvat heldur tú um hann, nú hann
er fullkomiliga broyttur innan?
Vælsignaður, eg sleppi ikki av
fetanum, tí eg eri bóltaður fastur,
men jú, eg hoyri fólk tosa um ta
horvnu atmosferuna har inni og
lítla úrvalið av bókum aftur ímóti
fyrr í tíðini. Tey siga at tað minnir
mest um hesar Bog og Idé keturnar
í Danmark, og tað skal ikki vera
so gott. Fyrr var bókahandilin
ein rætilig bókahola, har tú altíð
kom óvart á onkra sjáldsama
bók. Skilji ikki at teir hava loyvt
Kunningarstovuni inn har. Hon
kann vera alla aðra staðni. Á Gamla
Apoteki t.d. So kundu teir fylt
Bókahandilin við bókum av alskyns
slagi og málum. Tað hevði verið gott
fyri sálina og andan í býnum.
Og sjálvandi hevur tú eisini upplivað
so at siga øll gøtumøtini hjá
teimum ymisku samkomunum, sum
hava verið framman fyri Gamla
Bókahandli.
Ja, tað havi eg so sanniliga.
Tó havi eg ikki altíð lurta eftir.
Sum standmynd hevur tú tann
eginleikan, at tú altíð kann
abstrahera, eisini sjálvt um tú
ikki ert ein abstrakt standmynd.
Men mangan hevur tað verið
gott tíðsfordrív, og eisini havi eg
onkuntíð fingið okkurt gott at
hugsa um. Aðrar tíðir hevur tað
eisini verið rættiliga undirhaldandi
at lýða á. T.d. tá í tíðini, tá vit ikki
høvdu fingið rættiligt føroyskt
bíbliumál, og prædikantarnir nýttu
ofta danskar vendingar. Minnist
serliga ein, sum vildi hava okkum
at venda um, áðrenn "Fretsins
Fýrsti" kom aftur, tí tá kundi tað
vera ov seint. Tá var mikil látur á
Vaglinum. Annars dámar mær ikki
at flenna eftir trúnni hjá fólki, men
nú eri eg tvangsinnlagdur hvørt
sunnukvøld og eisini leygarkvøld, tá
Frelsunarherurin stendur fyri, so eg
megni ikki altíð at lata vera við at
tátta mær brosvøddarnar.
Takk fyri samrøðuna Rasmus, vóni
ikki at eg havi lagt tær nøkur orð í
munnin!
Takk á sama hátt!
Ein rasmussur
Interview við Rasmus Effersøe eftir Tórodd Poulsen
Tað var ein góðan summarmorgun í juni í ár, at eg spákaði mær ein túr runt í býnum, áðrenn eg fór til verka yviri í Skálatrøð. Gópasóparar
vóru í gongd við at rudda gøturnar, sum vóru sera skitnar av fløskusorli og ruski, sum likkurnar høvdu tømt út á vegin. Tá eg gangi framvið
Tinghúsvøllunum hyggi eg yvir á Rasmus Effersøe og síggi, at tað er okkurt óvanligt við eygum hansara. Tey liva! Eg gleivi upp um ketuna og fari
yvir til hansara og tá livir muðurin á honum eisini, og hann ynskir mær góðan morgun. Eg fari at ivast í, um eg eri vakin, ella um eg droymi, men í
øllum førum taki eg fartelefonina upp úr lummanum, so hon kann taka tað upp, um hann fer at siga okkurt aftrat. Hann vil tó einki siga, fyrr enn eg
sjálvur tali við hann. Spyrji, um eg kann fáa eitt lítið prát við hann.
Gaman í hann sjálvur, hvat hevur tú upp á hjarta?
Kollasja: Tóroddur Poulsen