Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 137 - 21. juli 2009 NASA sum propaganda Í endamálsorðingini fyri NASA verður sagt, at stovnurin einvíst virkar fyri ikki hernaðarligum endamálum. Hetta er tó ein sannleiki við modifikatiónum, tí ein tann fremsta uppgávan hjá NASA í rúmdardubbingini var eisini at testa hernaðarligar rakettir, soleiðist at sonevnda missil-gjógvin ikki gjørdist ov stór. Og ikki minst var endamálið eisini at vísa eysturheiminum, hvussu frammarliga vesturheimurin var innan teknologi. Heimsins kendasta mynd Myndin av jørðini, sum rísur, varð tikin av Apollo 8 jólaaftansmorgun í 1968. Talan var um eina av seinastu royndar flúgvingunum hjá NASA, áðrenn kósin í 1968 varð sett móti sjálvum mánanum. Talan var um eina ferð, har Apollo 8 fleyt tíggju ferðir kring mánan, áðrenn kósin aftur varð sett móti jørðini. Í mai mánaði í 1969 varð ómannað mánalending gjørd við Apollo 10, og tveir mánaðir seinni kundu Neil Armstrong oig Buzz Aldrin stíga sínu fyrstu fet á mánanum. Tobbi endurgav fyri stuttum á Rás2, hvussu spennandi og rúnarbindandi hetta minniliga kvøldið var, ein sannur varði í føroyskari útvarpssøgu, har Jógvan Arge veruliga slóg sítt navn fast hjá teimum føroysku lurtarunum. Eitt lítið fet Klokkan er 2:56 í Føroy um, og nú er 21. Juli. Armstrong kemur grulv andi út úr The Eagle, og hann tekur tey fyrstu fetini nakað menniskja hevur tikið á mánan- um, og í tí næstu løtuni sigur hann tey ódeyðuligu orðini: ”That´s one small step for a man, one giant leap for man kind” – Hetta er eitt lítið fet fyri ein mann, men eitt stórt lop fyri mannaættina. Løtuna aftaná tekur Aldrin síni fyrstu fet á mánanum. Báðir strekkja beinini, talan er um ein risastóran sigur. Mong ár seinni greiddi Armstrong kortini frá: - Eg var rættiliga bilsin um, at vit megnaðu tað. Satt at siga, so helt eg, at tað var bara ein 50 prosents møguleiki fyri, at vit fóru at klára tað. Men tá saman um kom, so var lendingin tann lættasti parturin av ferðini. Minnisplátu Armstrong og Aldrin vóru á mánanum í tveir og ein hálvan tíma, har teir samlaðu royndir av mánasteinum o.ø og teir stillaðu eisini mátitól upp. Teir tóku eisini myndir av mánanum, og av sær sjálvum við einum svenskum Hasselblad- myndatóli. Teir góvu sær eisini sjálvsagt tíð til at seta eitt amerikanskt flagg á mánan. Armstrong og Aldrin høvdu eisini eina minnistalvu við sær, á henni stóð: ”Her lendu menn frá planetuni, Jørðini, fyri fyrstu ferð á mánanum, í juli í árinum 1969 eftir Kristi føðing. Vit komu í friði vegna alla mannaættina”. Mundu ikki sloppið avstað Tá tveir og ein hálvur tími var farin, grulvaðu Armstrong og Aldrin inn í lendingarmodulið, men har fingu teir ein stóran skelk. Tá teir grulvaðu út í teirra kloðsutu rúmdarbúnum var ein av teimum komin til at oyði- leggja kontaktina, sum skuldi tendra rakettmotorin. Men aftaná at hava hugsað og grunað eina løtu, funnu teir eina loysn uppá trupuleikan. Í samstarvi við kontrollrúmið í Houston funnu teir út av, at teir kundu starta motorin, við at kortslutta hann. Trupuleikin var bara, at teir høvdu ikki ein langan og smalan metallut við hondina. Men so kom Buzz Aldrin at hugsa um, at hann hevði ein austronautpenn. Talan var um ein penn av merkinum ”Fischer” – AG7E, serliga framleiddur til at brúka úti í rúmdini. Við skelvandi fingrum brúkti Aldrin metalhylkið fyri at fáa raket- motorin í gongd. Tað eydnaðist, og nú kundi ferðin heim aftur byrja. Lendu í Stillahavinum Fýra dagar seinni lendu Aldrin, Armstrong og Collins á jørðini aftur. Teir lendu í Stillahavinum, eystanfyri Wake-oyggjarnar. Komnir heim til USA vóru teir settir í karantenu í tríggjar vikur. Tá tær tríggjar vikurnar vóru farnar, fóru Neil Armstrong, Buzz Aldrin og Michael Collins á eina sigursferð, har teir vóru stórliga fagnaðir í gøtunum í New York, Chicago og Los Angeles. Talan var um ein vísindaligan og moralskan stórsigur fyri amerikumenn, sum nú endiliga høvdu lagt Sovjetsamveldið aftur um seg í tí stóru rúmdarkapp- ingini. Og tað taldi eisini nógv, at lyftið hjá John F. Kennedy sála, um at amerikumenn skuldu hava ein mann á mánanum, áðrenn 1960-árini vóru liðin, var hildið. Seinnu árini hava fólk verið frammi, og sagt, at mánaferðin í 1969 var tað reina gykl, og at alt var tað reina uppspinn. Films- framleiðarin, Bart Sibrel hevur arbeitt serliga hart fyri at ”prógva”, at mánaferðin ongantíð var veruleiki. Í 2002 konfronteraði hann tann tá 72 ára gamla, Buzz Aldrin við hesum, og hann nevndi Buzz Aldrin ein lygnara. Buzz Aldrin gjørdi ikki mætari enn, at hann slóg Sibrel í gólvið við einum nevaslagi. Men flestu vísindafólk stuðla, at mánaferðin var veruleiki. Ein tann fremsta grundgevingin er, at amerikanska flaggið fór at veittra aftaná, at tað var sett upp. Flaggið helt fram við at veittra, tí tað er eingin atmosfera á mánanum, sum steðgar rørslum. Bart Sibrel og hansara felagar eru tó ikki givnir við herferðini, men teir koma neyvan nógv til orðanna, nú heimurin hátíðar- heldur 40 ára dagin fyri mána- lendingini. Árini 1969-1972 vóru seks væleydnaðar mánalendingar framdar. Seinasti maðurin, sum gekk á mánanum var Eugene Cernan, sum var leiðari umborð á Apollo 17 rúmdarfarinum. Síðani 17. Desember í 1972, hevur einki menniskja sett fótin á mánan. Tá Armstrong og Aldrin klintraðu umborð aftur á Ørnina, komu teir av misgávum at oyðileggja eina startkontakt. Eina løtu var vandi fyri, at teir báðir ongan tíð skuldu sleppa av aftur mánanum