týsdagur 21. juli 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 21. juli 2009
Hóast teir eru væl eldri
enn flestu av hinum
súkklarunum, megna bæði
Gunnlaugur Jónasson og
Andrass Joensen væl og
virðiliga at bjóða teimum
yngru av
SÚKKLING
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Av teimum 19 súkklarunum, sum
gjøgnumførdu Statoil Kring Føroyar
hesa ferð, vóru tveir veteranar,
íslendski Gunnlaugur Jónasson og
føroyski Andrass Joensen. Tað vil
siga, at teir eru 45 ár ella eldri, men
tað sást nú ikki aftur á súkklingini.
Báðir stóðu seg sera væl
samanlagt, og í einkultstartinum
megnaði Gunnlaugur enntá at
gerast nummar fýra í Klaksvík og
nummar seks heima á Sandi.
Tá harðast leikaði á í Suðuroynni
leygardagin, vóru teir á veg niðan á
Hestin saman við fýra av teimum
ungu íslendingunum, men hesir
noyddust allir at boyggja seg og
síggja Gunnlaug og Andrass fara
undan sær.
– Tað er ikki so galið, tá vit báðir
gomlu megna at seta teir ungu av
og herja á víðari, segði Andrass
Joensen seinnapartin í gjár, tá teir
báðir høvdu verið uppi á
sigurspallinum eftir steypum,
blómum og virðislønum.
– Tíbetur eydnaðist mær at vinna
á Gunnlaugi í spurtinum, so eg fekk
veteransigurin í Suðuroynni. Og tað
gjørdi tað ikki verri, at málið var í
heimbygdini hjá pápa mínum, so
eg var serliga glaður fyri sigurin.
Gunnlaugur Jónasson og
Andrass Joensen vóru samanlagt
ávikavist nummar sjey og átta, og í
samlaðu veteranstøðuni vann
Gunnlaugur á Andrassi við smáum
trimum minuttum.
Men hóast teir eru
kappingarneytar, samstarva teir
eisini, og Gunnlaugur, sum er eitt
slag av serfrøðingi í einkultstarti,
hevur eisini givið Andrassi onkur
góð ráð, ið hann kann brúka, tá
hann er við til triathlonkappingar.
– Tá er talan í veruleikan um
einkultstart, so vónandi fái eg nyttu
av onkrum av tí, Gunnlaugur hevur
lært meg hesar dagarnar, sigur
Andrass, ið síðstu tveir mánaðirnar
tó hevði vant mest á súkkluni, so
hann skuldi vera væl fyri til Statoil
Kring Føroyar.
– Tað hevði verið
stuttligari, um fleiri
kvinnur vóru við, sigur
Súsanna Skylv Sørensen,
sum bara hevði eina aðra
kvinnu at kappast við hesa
ferð
SÚKKLING
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Súsanna Skylv Sørensen má sigast
at gera væl vart við seg, har hon er.
Á Oyggjaleikunum herfyri vann
hon eitt silvurmerki í renning, og í
gjár vann hon kappingina hjá
kvinnunum í Statoil Kring Føroyar.
Ikki tí, har var ikki tann stóra
kappingin hjá henni, tí tað vóru
bara hon og Marin Ennistein
Heinesen, ið umboðaðu kvinnurnar
í súkklukappingini hesa ferð. Men,
sum vant, gjøgnumførdi Súsanna
og helt fleiri sterk mannfólk aftan
fyri seg!
– Eg eri væl nøgd við úrslitið hjá
mær, og tað er hugaligt at kunna
gera framstig her eisini. Men tað
hevði verið stuttligari, um fleiri
kvinnur vóru við, heldur hon.
– Tað eru fleiri aðrar, sum súkkla,
so tað hevði verið gott, um tað lá
fyri hjá onkrum teirra at vera við
næstu ferð. Eg má bara royna at
koyra undir tær, so vit verða fleiri í
tali.
Hóast Súsanna vinnur
heiðursmerki í bæði renning og
súkkling, so er tað altso triathlon, ið
er hennara høvuðsítróttargrein. Har
skal hon bæði svimja, renna og
súkkla.
– Men hóast tað, so fái eg sera
nógv burturúr at vera við í Statoil
Kring Føroyar. Eg læri nakað nýtt
hvørja ferð, og mítt mál er fyrst og
fremst at betra súkklingina hjá
mær, sigur hon.
– Og allir menninir eru óførir at
læra frá sær, so eg gleði meg til
hvørja kapping av hesum slagnum.
Alt tað kann eg so brúka og fáa
nakað burturúr, tá eg kappist í
triathlon.
Nr.
Navn
Dagur 1
Stig
Norðskála
Fámjin
Hesturin
tilsamans
1
Guðmundur Joensen
3
3
6
1
Torkil Veyhe
2
2
2
6
3
Hafsteinn Ægir Geirsson
3
3
4
Árni Már Jónsson
1
1
2
5
Gunnar Dahl-Olsen
1
1
Statoil Kring Føroyar – fjallaspurtir
Dagur 3
Dagur 1
Dagur 2
Dagur 3
Dagur 4
Samlað
Tíð eftir
Nr.
Klaksvík
Eysturoy
Sandoy
Suðuroy
tíð
vinnara
1
Team GTG
0:21:27
6:26:15
1:13:53
5:12:08
13:13:43
0:00:00
Torkil Veyhe
0:10:30
3:13:06
0:36:30
2:36:03
Guðmundur Joensen
0:10:57
3:13:09
0:37:23
2:36:05
Gunnar Dahl-Olsen
0:11:22
3:13:09
0:38:39
2:40:02
2
HFR Team
0:21:23
6:26:15
1:14:30
5:25:17
13:27:25
0:13:42
Árni Már Jónsson
0:10:51
3:13:09
0:37:50
2:37:44
Hafsteinn Ægir Geirsson
0:10:32
3:13:06
0:36:40
2:47:33
Pétur Ragnarsson
0:11:16
3:13:09
0:39:50
2:59:59
3
Team Hjólamenn
0:22:02
6:26:18
1:17:20
5:55:38
14:01:18
0:47:35
Gunnlaugur Jónasson
0:10:44
3:13:09
0:37:56
2:55:39
Sigurgeir Agnarsson
0:11:18
3:13:09
0:39:24
2:59:59
Hlöðver Sigurðsson
0:11:41
3:13:09
0:41:34
2:59:59
4
Team KS-Timburhús
0:23:11
6:26:18
1:20:15
6:00:16
14:10:00
0:56:17
Andrass Joensen
0:11:44
3:13:09
0:40:17
2:55:39
Morten Hansen
0:11:27
3:13:09
0:39:58
3:04:37
Áslakkur Nesá
0:12:04
3:20:55
0:41:40
3:07:30
5
Team EIK
0:23:31
6:27:24
1:25:48
6:40:30
14:57:13
1:43:30
Sverri Mohr Edvinsson
0:11:24
3:13:09
0:42:55
3:05:13
Jóhann Brend
0:12:07
3:14:15
0:42:53
3:35:17
Lars K. Thomsen
0:13:13
3:32:54
0:45:36
Ikki á mál
Skjótastu tvær tíðirnar á hvørjum liði hvønn dag telja við
Statoil Kring Føroyar – liðkapping
Andrass Joensen og Gunnlaugur
Jónasson í endaspurtinum
teirra millum í Vági leygardagin
Mynd: Bergur Ingemarsson Johansen
Súsanna saknar fleiri kvinnur
Veteranarnir vóru væl við
Súsanna Skylv Sørensen og
Marin Ennistein Heinesen vóru
einastu kvinnurnar, sum vóru
við í Statoil Kring Føroyar hesa
ferð
Mynd: Bergur Ingemarsson Johansen