týsdagur 21. juli 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Ólavsøkublaðið – juli '09
41
Ólavsøkublaðið – juli '09
Á ólavsøku kavar Jensina djúpt
niður í gyklarakuffertið eftir
føroysku húgvuni, sum Ljóðfílurin
skal í. Eisini letur hon seg í litríka
kalottin. Tað er húgvan, sum
mamman seymaði, tá hon var sjey.
– Á ólavsøku
búgva vit
hjá mostir, tí
hon býr mitt í
býnum. Men
hetta verður
helst seinastu
ferð, tí mostir
er blivin for
elskað í einum
polakki við
stórum yvir
skeggi. Og
tey bæði flyta
nokk til Polen
í heyst.
Vit hitta Jensinu og Ljóðfílin
á Tinghúsvøllinum ein ordiliga
prikkuttan summardáadag í juli.
Tey bæði eru farin oman í býin at
sleikja sól, sum tey rópa hetta við at
lofta sólarglottum í luftini.. eins og
pannikøkum.
– Tá eg skal vera fín, lati eg meg
í tveir kjólar og sokkabuksur. Í ár
eru sokkabuksurnar appilsingular,
tí tað matchar við Crocskógvarnar.
Ljóðfílurin hevur fingið nýggja
jakka, so hann verður eisini so fínur,
sigur Jensina, og snerkir upp móti
sólini. Men hon má ansa eftir, at
hon ikki snerkir á myndunum, sum
Beinta tekur av henni, meðan vit
tosa.
Sleppur ballónini upp
Ólavsøkan hjá teimum báðum
líkist annars ólavsøkuni hjá flestu
føroyingum.
Men tey keypa altíð eina ballón, tí
tað gleðir Ljóðfílur seg til alt árið.
– Men hon má ikki vera grøn,
sigur Jensina at Ljóðfílur sigur. Hví
veit hon ikki.
Men Ljóðfílur heldur slett ikki, at
tað er stuttligt
at ganga við
ballónini. Hann
vil bara hava
hana, so hann
kann sleppa at
sleppa henni
og síggja
hana fara til
himmals.
– Tá vit
hava keypt
ballónina,
fara vit altíð
oman á Hafnia
á Áarvegnum, har vit fáa okkum
ein góðan bita at eta. Tá vit eru
proppmett, ganga vit allan vegin
upp gjøgnum trappurnar upp á
toppin á hotellin um, har Ljóðfólur
sleppur ballónini upp í loft. Tað
heldur hann vera so stuttligt, sigur
Jensina og flenn ir. Ikki tí hon heldur
tað vera so stuttligt at ballónin, sum
hon hevur brúkt nógvar pengar upp
á, verður slept upp í skýggini, men tí
sólstrálurnar kitla bibburnar og hon
gleðir seg til ólavsøku.
– Eg havi sagt við hann, at tað
er eitt sindur klikkað at sleppa
ballónini. Men tað leggur hann onki
í. Hann tímir ikki at spæla við hana
vil bara sleppa henni, forklárar hon.
Spæla kappróður
Eitt annað, sum Jensina og Ljóð
fílur elska við ólavsøkuni, er kapp
róðurin. Áðrenn ólavsøku spæla tey
eisini kappróður við bátum, sum
tey sjálvi gera úr tómum vesirullum,
smáum smartieseskjum og einum
teknaðum flaggi. Og so rógva tey
um kapp á borðinum.
– Eg haldi við Havnabátinum, men
Ljóðfílur heldur altíð við tí, sum
kemur fyrst á mál, sigur Jensina.
Annars letur hon eisini heilsa frá
Ljóðfíli, at hann heldur kappróður
verða ein nokkso gamaldags
sportur. Hann heldur, at vit heldur
skuldu spælt beachvolley.
Verri enn Tobbi
Herfyri var Ljóðfílur so óheppin, at
hann breyt snápulin og varð sendur
til serviðgerð í Danmark, fortelur
Jensina. Tey eru tó fegin um, at
snápulin ikki brotnaði so langt inni,
tí so kundi hann verið endaður inni
í munninum á honum. Og tað hevði
sær forbiðið snedigt út, halda tey.
Men nú hevur Ljóðfílur lisið í
bløðunum, at føroyingar fara ikki
at verða sendir niður til serviðgerð
longur. Bara tá tað stendur um lív. Tí
er hann nokkso bangin fyri at bróta
snápulin aftur.
– Hóast hann kanska ikki hevði
verið í lívsvanda, so hevði hann
verið nokkso ólukkuligur við ongum
snápli, heldur Jensina, sum tó hevur
uggað Ljóðfíl við, at tað helst ikki
fer at henda aftur. So hann fær
vónandi ikki tørv á serviðgerð
uttanlands aftur.
Politikkur er annars tað heilt
stóra í lívinum hjá Ljóðfíli. Og
sum so nógv onnur við hesum
áhugamálinum, er hann rættiliga
illfýsin fyri tíðina.
Jensina fortelur, at av tí, at
Ljóðfílur er so rævuliga illur í
politikki, torir hon næstan ikki at
fara á fólkafund í Doktaragrund við
honum, tí hann vil so gjarna halda
røðu.
– Hann hevur so ilt av, at bilarnir
koyra so skjótt á vegnum, tí tey
smáu børnini duga ikki so væl í
ferðsluni. Og skúlarnir trongja
eisini til at málast og alt møguligt
annað, sum hann gongur uppí, sigur
Jensina, sum kortini ætlar at leggja
leiðina framvið í Doktaragrund.
Ja, eg má bara ansa eftir at hann
ikki tekur mikrofonina frá Tobba, tí
so verður heilt galið, sigur hon og
flennir.
Syngur illa og hart
Tey, sum kenna Jensinu og Ljóðfíl
vita, at sangur og tónleikur fylla
nógv í lívinum hjá teimum. Eisini á
ólavsøku, har tey millum annað eru
á Tinghús vøllinum, tá Ólavsøkukórið
syngur, og tá midnáttarsangurin er.
– Vit elska midnáttarsangin.
Serliga elski eg tjóðsangin, sum
eitur ”Tú alfagra land mítt”. Eg
fái altíð klump í eygað av honum,
sigur Jensina, sum nokk meinar
tár á eygað. Hon fortelur eisini, at
besti sangurin hjá Ljóðfíli er ein,
sum eitur ”Eg sjólívið valdi”, tí
hann ætlaði sær so bestemt at vera
sjómaður. Men tað bar ikki til, tí
hann hevði ov stór oyru.
– Hann syngur alla tíðina tann
sangin. Eisini tá hini syngja aðrar
sangir. Og tú mást ikki siga tað við
hann, men hann syngur altso onki
serliga væl. Ikki sum eg. Eg syngi
ordiliga væl og hart, sigur Jensina,
og nýsir so hart, at nakrir agggamlir
amerikanskir turistarnir í samaslag
himmalbláum fleecetroyggjum
steðga á og peika og flenna. Teir
eru snedigir, halda vit.
Skotin blomstur
Tivoli er eisini ein partur av ólav
søkuni. Fyrr var tivoli altíð í
Kommunu skúlagarðinum, men í ár
verður tað flutt oman í Skálatrøð,
sum er stóra parkerings plássið tætt
við flótibrúgvarnar á vestaru Vág.
– Vit brúka ikki pengar í Tivoli.
Vit hyggja bara meðan hini keypa
og tapa, sigur
Jensina.
Tað allar stutt
ligasta halda
tey tó vera
at hyggja at
meðan menn
og konur skjóta
blomstur niður.
– Men vit
undra okkum tó
á, at man fær
eitt blomsur
við skotholum
í. Heldur skuldi
man fingið eitt
nýtt, tá mann
hevur klárað at skjóta eitt niður,
heldur Jensina.
Ja, tey eru skotin í blomstrum.
Ella skotin í blómum – blómuskotin,
hugleiða vit, og strekkja okkum á
grøna bønum við øllum summar
dáunum.
Páskaregg og lumpiegg
Men hvat eta Jensina og Ljóðfílur
á ólavsøku? Tú
klárar ikki at
gita. Egg og
egg og aftur
egg. Bæði
vanlig kókað
egg, eggjakaku
og røregg. Men
eisini páskaregg
úr sjokolátu og
lumpispejlegg,
sum tey eisini
gjørdu í einum
parti av Ding
Dang Pappsang.
– Altso. Vit
keypa altíð
nógv gomul páskaregg fyri hálvan
prís aftan á páskir. So goyma vit tey
til ólavsøku, fortelur Jensina.
Og so minnir hon á uppskriftina
við lumpispejleggum, sum rigga
hvørja ferð.
– Tú knúsar nakrar makrónir og
leggur tær á ein talerk. Omaná
leggur tú eina hálva ferskin, og
rundanum pískaðan róma. Tað
líkist akkurát spejleggi. Men í
veruleikanum er tað ein lekkur
desert, sigur Jensina, sum altíð
etur lumpispejlegg, tá hon hevur
eitthvørt at hátíðarhalda.
Seinastu mongu dagarnar hevur
hon hátíðarhildið nýggju fløguna,
Barnahjartafløga, sum hon hevur
givið út. Kanska tú eisini fert at fáa
tær lumpispejlegg, meðan tú lurtar
eftir fløguni?
Í øllum førum ynskja Jensina og
Ljóðfílurin øllum føroyingum eina
góða ólavsøku. Tað sama ynskja vit
teimum.
______________________________________
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Myndir: Beinta Haraldsen
Jensina og Ljóðfílurin gleða seg til
ÓL AVSØKU
Jensina og Ljóðfílurin gleða seg allarmest at keypa
eina ballón á ólavsøku. Men hon má ikki vera grøn …