týsdagur 21. juli 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 21. juli 2009 – Nr. 137
AB missir stuðulsleikarar
AB stríðist í hesum døgum fyri sætinum í bestu føroysku
fótbóltsdeildini. Framvegis er nakað eftir á málið, og tí kemur
tað dátt við, at liðskiparin Janus Joensen og Rói Danielsen ikki
verða við í seinnu kappingarhálvu. Heimasíðan hjá
argjamonnum skrivar, at báðir skulu til Danmarkar í
útbúgvingarørindum.
Kenneth Jacobsen verður tí liðskipari hjá AB.
Páll skal døma finaluna
Ólavsøkudag klokkan 16 verður fyrsta bríkslið í finaluni um
løgmanssteypið 2009. Nú er tað nakað síðani, at tað varð
greitt, at EB/Streymur og Víkingur skulu stríðast um
løgmanssteypið.
Í dag boðar Fótbóltssambandið frá, at tað verður Páll
Augustinussen, sum verður 23. maðurin á vøllinum.
Hjálpardómarar verða Regin Egholm og Johnleif Gerðisá.
Fjórði dómari verður Dagfinn Olsen.
Erland B. Danielsen er
helst langtíðarskaddur. Tí
gjørdi leiðslan í KÍ skjótt av
og skrivaði í gjár sáttmála
við Høgna Madsen
FÓTBÓLTUR
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Høgni Madsen, sum seinastu
mánaðirnar hevur spælt við NSÍ, fer
nú aftur at spæla við KÍ. Tað skrivaði
heimasíðan hjá klaksvíkingum í
gjár. Nógv bendir á, at hann skal
loysa av miðvallaran Erland B.
Danielsen, sum noyddist av
vøllinum við drúgvum skaða í
landskappingardystinum móti B68
sunnudagin. Liðbandini dragnaðu
nógv hjá honum.
- Tað er í løtuni trupult at svara, nær
eg spæli aftur. Men tað má tíðin
vísa. Tað er eisini óvist við
krossbandinum og meniskinum,
sigur Erland B. Danielsen við
heimasíðuna hjá Bláu Bylgju.
Madsen aftur
Høgni Madsen spældi eisini í KÍ í
tíðarskeiðnum frá 2005 og 2006. Tá
táttaðist hann við Tony Paris,
táverandi venjaran, undir dystin og
fekk sekkin umgangandi. Síðan
hevur hann spælt við
barndómsfelagnum ÍF, og síðan í
vetur hevur hann verið knýttur at
hópinum hjá NSÍ.
Sáttmálin er galdandi fyri hetta
kappinarárið.
EB/Streymur skal í
kvøld spæla seinna
undankappingardystin
í Champions League.
Møguleikin fyri víðari
luttøku er sera lítið, og
tí er tað fyrst og fremst
fyri føroyskum fótbólti,
at sundalagsmenn skulu
stríðast fyri
FÓTBÓLTUR
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
- Tað er ikki tað, sum liggur fremst í
huganum, men vit fara niður á
Kýpros fyri at vinna dystin.
Tað segði Magni Mohr, annar av
venjarunum hjá EB/Streymi, eftir
dystin móti Apoel Nicosia á
Tórsvølli í farnu viku. Tí tað verður
sanniliga trupult hjá
sundalagsmonnum at vinna seg
víðari í triðja undanumfar í
Champions League í kvøld.
Tá var klassamunur
Fótbólturin á Kýpros er væl
framman fyri føroyskan
landskappingarfótbólt. Tað varð
dyggiliga staðfest í farnu viku, tá
Apoel Nicosia vann 2-0 á EB/
Streymi. Tað var klassamunur
millum liðini, og tí er sera lítið
sannlíkt, at sundalagsmenn fara at
leypa hvøkk á kýpriotisku
meistararnar.
HB royndi seg hósdagin í farnu viku
í nógva hitanum á Kýpros. Tá varð
oddaliðið í føroysku
landskappingini hølvað av, og tapti
4-0. Og uppgávan hjá EB/Streymi
verður neyvan nógv lættari.
Fyrrapartin í vóru hitastigini 36 í tali
á Kýpros.
Helst einki stig
Føroysk feløg hava tikið lut í altjóða
kappingum síðan 1992. Úrtøkan
hevur verið so sum so, men seinnu
árini hevur tað í fleiri førum
eydnaðst at vunnið Føroyum stig.
Men tað verður helst ikki hesaferð.
B36 og NSÍ taptu sínar dystir. EB/
Streymur og HB taptu í fyrstu
royndini. Og við teimum dystunum
í huga, bendir lítið á, at Føroyar
vinnur stig í ár. Men nú fáa vit at
síggja.
Møguleikin
er serstak-
liga lítil
Høgni Madsen aftur í KÍ
Stjørnan fær rumenskan
landsliðsleikara
Vágaportalurin skrivar, at Durita Christoffersen ikki fer at spæla
hondbólt í Klaksvík komandi kappingarár. Tískil er sáttmáli skrivaður
við Valentina Suciu
Kristoffur Ragnarson, formaður í Stjørnuni, váttar fyri Vágaportalinum
í dag, at Valentina Suciu skal spæla við felagnum í komandi
kappingarári. Hon er 28 ára gomul, og hevur í alt spælt 10 landsdystir
fyri Rumenia. Hon hevur á yrkisleiðini roynt seg sum hondbóltsleikara
í Íslandi, Italia, Týskandi og Rumenia, har hon hevur spælt seinasta
árið.
Suciu skal ætlandi loysa av Duritu Christoffersen, sum ikki fer at spæla
hondbólt.
-uni
Arnbjørn Hansen og liðfelagarnir úr EB/Streymi høvdu tað trupult móti Apoel Nicosia á Tórsvølli í
farnu viku.
Savnsmynd