týsdagur 21. juli 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Ólavsøkublaðið – juli '09
9
Ólavsøkublaðið – juli '09
Tiltøkini, sum Tórshavnar
Ítróttaráð skipar fyri á
ólavsøku, verða í ár flutt
úr Kommunuskúla garð in
um oman á Skálatrøð.
– Her er gott pláss, og tað
var vorðið ov trongt í
Kommunuskúlagarðinum,
sigur Kristianna Høgnesen,
forkvinna í Tórshavnar
Ítróttaráð
Tað verður nakað av broytingum
í ólavsøkuskránni í ár. Hin størsta
verður helst, at Tórshavnar
Ítrótta ráð flytir øll síni tiltøk úr
Kommunuskúlagarðinum oman á
Skálatrøð.
– Tað er vorðið ov trongt í Komm
unuskúlagarðinum nú trøð eru
plantað har, og Skálatrøð er eitt
stórt, opið øki, so vit vænta, at tað
fer at rigga væl við okkara tiltøkum
her, siga Kristianna Høgnesen og
Annsy Høghamar frá Tórshavnar
Ítróttaráð.
Tað eru 20 ymisk ítróttafeløg í
hattinum hjá Tórshavnar Ítróttaráð,
og hesi skipa øll fyri ymiskum
tiltøkum á ólavsøku. Inntøkurnar
av ólavsøkuni eru nevniliga eitt
gott íkast til raksturin hjá flestu av
ítróttafeløgunum.
Men tað er kortini ikki av sær
sjálvum, at tey kunnu hava tiltøk á
ólavsøku. Alt verður samskipað av
Tórshavnar Ítróttaráð.
– Vit seta lýsingar í bløðini, har
heitt verður á feløg um at søkja
um loyvi at skipa fyri tiltøkum á
ólavsøku. Tá so allar umsóknirnar
eru komnar inn, seta vit okkum
saman við løgregluni at viðgera
umsóknirnar, og síðani verða tær
sum regul játtaðar, sigur Annsy
Høghamar.
Feløgini hava verið við í so nógv
ár nú, og tey skipa gjarna fyri somu
tiltøkum ár undan ári, men tað er
eisini ein uppgáva hjá Tórshavnar
Ítróttaráð – ella samskiparunum,
sum tær báðar hava hug at nevna
seg – at syrgja fyri, at ikki øll gera
tað sama.
Ókeypis hoppiborgir
– Vit hava og hava havt eitt sera
gott samstarv við býráðið, og í
ár verður skipað soleiðis fyri, at
tað eisini verður nakað ókeypis
fyri børnini. Vit fara at hava átta
ymiskar hoppiborgir á økinum
á Skálatrøð, og tær verða alla
ókeypis at hoppa í, sigur Kristianna
Høgnesen.
Hetta verður gjørt í samráð við
býráðið, og í sambandi við 100 ára
haldið hjá Tórshavnar kommunu.
– Vit halda, at tað er av stórum
týdningi, at ikki alt snýr seg um
pengar á ólavsøku, og tí eru vit við
til hetta ókeypis tiltakið, sigur Heðin
Mortensen, borgarstjóri.
Hann verður uppaftur aktivari
enn vanligt á ólavsøku, tí hann fer
– fyri fyrstu ferð – saman við restini
av býráðsmanningini at luttaka í
skrúðgonguni hjá ítróttafólkunum.
Og tey verða øll ílatin føroysk klæði.
Tað er ikki enn avgjørt, hvar
skrúðgongan byrjar, um tað verður
frá Kommunuskúlagarðinum sum
vant, ella byrjað verður á Skálatrøð.
Annars verður tað mesta sum
tað plagdi at vera í Kommunu
skúlagarðinum. Nú verður alt bara
á Skálatrøð. Har verða fiskibrunnur,
tombola av ymsum slag, karrussel,
skjótibani, ballónir, matur og annað.
Gott útsýni
Heðin Mortensen, borgarstjóri,
sigur, at kommunan fer at seta
eitt sonevnt Schengenhegn upp
oman móti vestaru vág, so eingin
av óvart gongur seg á sjógv. Tó
verður møguligt at ganga fram við
bátabrúgvunum niðan fyri hegnið.
– Vit hava gjørt royndir við Skála
trøð tá Tórsfagnaður var hildin
her, og tað riggaði óføra væl, so
eg ivist ikki í, at hetta fer at verða
sera vælegnað til ólavsøkuhald.
Hartil kemur, at tú hevur eitt gott
og vakurt útsýni her, og tað hevði
tú ikki í kommunuskúlagarðinum,
sigur Heðin Mortensen.
Eisini er nógv annað at fara til í
økinum.
Her er Müllers Pakkhús, sum
fer at hava framsýning á ólavsøku,
Valdemar Lützen hevur eisini eina
framsýning og her kemur sluppin
Westward Ho eisini at liggja. So tað
verður eisini nógv annað virksemi í
umráðnum, sigur borgarstjórin.
Tó verða ikki øll tiltøkini flutt
oman á Skálatrøð.
– Vit ætla at lata básarnar oman
fyri Føroya Banka í Steinatúni
verða verandi. Tað verður ógvuliga
tómligt í býnum, um alt verður
flutt oman á Skálatrøð, siga
samskipararnir báðir, Kristianna
Høgnesen og Annsy Høghamar.
______________________________________
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Kristianna Høgnesen og Annsy Høghamar, samskiparar, við Heðin Mortensen, borgarstjóra, millum sín
Mynd: Álvur Haraldsen
Tivoli flytur á Skálatrøð
- tín trygd fyri, at vøran er í lagi
KEMILUX er góð-
kendur veitari til
oljuvinnuna
KEMILUX fram-
leiðir samvarandi
ISO 9001:2000
skipanini
Hetta er ikki bara ein lýsing.
Hetta er ein upplýsing.
KEMILUX
t l f . 3 5 0 8 3 0 - w w w . k e m i l u x . f o
Okkara lýsingaráðgevi sigur, at fólk tíma ikki at lesa lýsingar
við nógvum teksti. Tað trúgva vit ikki uppá. So vit fara at siga
tær eitt sindur um okkum, okkara vørur og um framleiðslu
av reingerðarevnum sum heild.
- allar húsarhaldssápur okkara verða framleiddar í Føroyum samsvarandi
donskum og ES-lógum/reglugerðum á økinum, og við serligum atliti
til føroyska umhvørvið.
- av tí, at føroyska vatnið er kálkfrítt - tað kemur úr erva sum regn, og
ikki úr jørðini, nýta vit ikki evni til at bróta niður kálk við í húsarhalds-
vørum okkara, og tað er náttúran fegin um. Jú færri kemisk evni, vit lata
út í umhvørvið, jú betri, halda vit - og náttúran.
- vit hava egna starvsstovu/laboratorium, sum í neyvum samstarvi við
altjóða serkunnleika hevur dagliga eftirlitið við menning og framleiðslu.
- vit leggja alstóran dent á at nýta lætt niðurbrótilig, natúrlig evni úr
plantuoljum í okkara húsarhaldssápum.
- eingin av okkara húsarhaldsssápum innihalda evni, sum standa á lista-
num hjá ES yvir allergielvandi evni, sokallaða allergilistanum.
- litevnini, vit nýta, eru tey somu, sum eru góðkend til nýtslu innan mat-
vøruframleiðslu.
- Kemilux framleiðir samsvarandi altjóða ISO 9001:2000 góðskuskipanini.
- strongu krøvini, sum vit seta okkum sjálvum, hava millum annað havt
við sær, at Kemilux er góðkendur veitari til sera kravmiklu oljuvinnuna.
- tá tú keypir okkara húsarhaldssápur, keypir tú altíð grønt. Allar húsar-
haldssápur okkara, sum tú sært á handilshillunum, lúka treytirnar fyri grønu
merkingini, sum danska Sundhedsstyrelsen viðmælir.