týsdagur 21. juli 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 137 - 21. juli 2009
Funnu fá
rúsevni
við Múrin
Narkopolitiið var
við á festivalinum
við Múrin, men
bara smávegis rús
evni vórðu funnin
Narko
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Tað er alment kent, at á
flestu festivalunum eru
fleiri fólk ávirkað av
rús evn um.
Helst hevur nakað av
rús evn um verið við
Múr in, tí fólk siga frá, at
tey fleiri ferðir fingu
bjóða rúsevni til keyps.
Narkopolitiið var við
Múr in, men tað vóru
ikki stórvegis nøgdir,
sum politiið legði hald
á.
Ein ungur maður varð
tik in, tí hann hevði sjey
joints í tveimum
sigarett pakkum.
Ein annar, sum varð
tik in, hevði eina
ecstasy-tablett, hálvt
gramm av hassji og
hálvt gramm av skunk
uppi á sær.
Politiið var væl mann-
að, men hundarnir vóru
ikki við. Bæði við atliti
til fólkini og til hundar-
nar hevði ikki borið til
at havt hundar á festi-
vali num, sigur Bergleif
Brim vík, leiðari á
kriminal deild ini hjá
politi num.
Helvtin av Norðoya
tunlinum er klædd ur
við einum plast
evni, sum ikki er
vanda mikið, hin
helvt in við eldfima
PEskúminum undir
dekk be tonginum
TuNNil
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Í blaðnum í gjár høvdu vit
eina grein um, at undir-
sjóar tunlarnir í Før oy um
eru bjálvaðir við eld fima
PE- skúminum, sum norsku
bruna myndug leik ar nir
ynsk ja, har piparið grør.
Or søk in er, at eldurkann
ko ma í evnið, um onkur bil-
ur rennur á veggin og brýtur
betongið, og so kann stór
vanlukka henda.
Í greinini í Sosialinum
gjár stóð, at eitt nýtt evni at
brúka í staðin fyri PE-skúm
er á veg, og at hetta evnið
varð roynt í Norð oya tunli-
num, men ikki brúkt har.
Tað er ikki heilt beint,
upp lýsir Sigurd Lamhauge,
sum var projektleiðari í
Norð oya tunlinum.
- Umleið helvtin av Norð-
oya tunlinum er klæddur við
plast evni num, sum nevnist
Mast er Seal, og ikki í nøkr-
um øðrum tunli er so stórur
partur bjálvaður við hesum
evninum,
sigur
Sigurd
Lam hauge,
sum
hevur
kunn gjørt royndirnar úr
Norð oya tunlinum í fleiri
út lendsk um bløðum.
PE-skúmið er í plátum,
hitt verður sprænt upp á
vegg in og virkar sum ein
innan dura regnfrakki.
Tunnilin partvís
vanda leysur
Helvtin av Norðoya tunlinum
er bjálvað ur við einum evni,
sum ikki er eldfimt. Vága
tunnl in er bjálvaður við tí
eldfima PE skúminum
Sólrun aftur í politikk
Sólrun Løkke Rasmussen ætlar sær nú aftur at gerast
virkin í politikki. Føroyska forsetisfrúan í Danmark var
virkin í kommunalpolitikki fram til 2005, men í fyrstu
atløgu varð hetta lagt á hillina, tá maðurin, Lars Løkke
Rasmussen gjørdist danskur ráðharri. Men nú hevur
Sólrun tikið avgerð um, at hon stillar upp fyri Venstre til
kommunuvali í Gribskov. Tað skrivar Politikken. Danska
kommunuvalið verður tann 17. november í ár.
Nøvn sett á Futt
Nú hava fyrireikararnir av høvuðsstaðarfestivalinum FUTT í Býin
almannakunngjørt teirra skrá, og sigast má, at fleiri av teimum bestu
innan føroyskan tónleik verða at hoyra og síggja á Ólavsøku. Talan
er nevniliga um Frændur, Páll Finnur Páll, SIC, Guðrið Hansdóttir,
MC-Hár, Terja Rasmussen, Jens Marna Hansen, Faroe5 og Hanus G.
Johansen. Seinnu árini hevur festivalurin hildið til í miðbýnum í
Havn, heldur enn í Kommunuskúlagarðinum, og soleiðis verður
aftur í ár. Á parkeringsøkinum við Hotel Tórshavn verður stórur
pallur settur upp, og saman við Reinsarínum bjóðar FUTT har til tey
bestu innan føroyskan tónleik. Festivalurin verður mánakvøldið 27.
Juli, og nærri skrá verður almannakunngjørd seinni.