týsdagur 21. juli 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Ólavsøkublaðið – juli '09
11
Ólavsøkublaðið – juli '09
Drúgvu royndirnar sum
róðurskvinna á Páll Fanga
komu væl við hjá
útvarpskvinnuni Solby
Eliasen, tá ið hon í summar
óvæntað fekk uppgávuna
at varpa út frá kappróðri á
tveimum stevnum. - Eg
hevði ilt í búkinum, men
seinnu ferð gekk nógv
betur, sigur hon
Higartil hava tað altíð verið menn,
sum hava varpað út frá kappróði á
stevnum og søkum, men á jóansøku
og á vermakeldustevnu var tað ein
kvinna.
Kvinnan var Solby Eliasen.
− Tað var ongantíð ætlanin, at eg
skuldi varpa út frá kappróðrinum,
men orsakað av sjúku, og tí fleiri
fólk vóru til Oyggjaleikirnar, varð eg
knappliga biðin, sigur Solby.
Hon hugsaði seg um eina góða
løtu, áðrenn hon játtaði. Hon helt
seg kortini til, tí hon kendi at kalla
allar bátarnar og hevði sum heild
stóra vitan um kappróður.
− Eg ivaðist stórliga í, um eg fór
at megna uppgávuna, tí eg hevði
ongantíð áður roynt slíkt. So væn
taði eg eisini, at fólk fóru at sápla
meg niður, tí tey eru so vanabundin
og hava sína hugsan um, hvussu tað
eigur at verða gjørt.
Fjálturstungin
Solby róði kapp í 12 ár, og hon
kennir alt til, hvussu tað er at vera
nervøs upp undir ein róður.
− Men eg havi ongantíð í lívinum
verið so nervøs, sum eg var undan
kappróðrinum á jóansøku. Tá ið
tú rør, er tað bara ein róður, men
her skuldi eg siga frá øllum róðru
num, og eg kláraði ikki at vera so
nøkulunda rólig, fyrr enn bara tveir
róðrar vóru eftir. Eingin trýr, hvussu
móð eg var aftaná kappróðurin,
sigur Solby.
Hon heldur ikki, at frásøgn hen
nara frá kappróðrinum á jóansøku
var nóg góð. Hon rodnaði, tá ið hon
hoyrdi sendingina aftur.
Á varmakeldustevnuni gekk betur,
og aftaná skortaði ikki við rósandi
orðum.
− Eg varð næstan rend um koll av
øllum viðmerkingunum, sum komu,
tí tað hevði eg als ikki væntað.
Góða hjálp
Solby sigur, at tað ikki minst var tað
Ludvík við Stein fyri at takka, at tað
gekk so væl. Hann var viðmerkjari
á bátinum undir frásøgnini, og tá
ið tað stóð fast hjá henni, tók hann
yvir. Ludvík við Stein róði í fleiri ár
við Eysturoyingi, og Solby var í 12
ár róðurskvinna, tey flestu árini
á Páll Fanga. Tey bæði við hvør
sínum kunnleika, styðjaðu væl hvørt
annað væl.
− Tað var eitt ótrúliga gott
hug skot hjá Suna Merkisstein at
fáa Ludvík við umborð, tí tað ger
frásøgnina meira livandi, tá ið tvey
frásøgufólk eru, og frásøgnin snýr
seg um annað og meira enn um
bara sjálvan róðurin. Tað verður nú
meira greitt frá um umstøðurnar hjá
kappróðrinum og viðurskiftunum
júst tann dagin, heldur Solby.
Krevjandi uppgáva
Hon heldur tað ikki vera sum at siga
tað at skula siga frá kappróðri, tí
tú skalt finna uppá okkurt at siga
alla tíðina. Tað er lættari upp á ein
máta, tá ið róðurin er spennandi, tí
tá kemur nógv av sær sjálvum, men
er eingin spenningur, mást tú finna
upp á okkurt annað at siga, eitt nú
um líkindi og annað. Ikki ber til at
steðga.
Nú tað eydnaðist so væl á var
makeldustevnuni heldur Solby, at
tað fyri ein stóran part snýr seg um
at tora at sleppa. Vanliga skal eitt
útvarpsfólk tosa sinniliga og róliga,
men undir einari slíkari frásøgn
mást tú tora at sleppa øllum tí, lata
spenningin taka yvir á tær sjálvari.
Tað er loyvt at rópa.
− Eg var í nógv ár róðurskvinna,
og hetta var upp á ein máta tað
sama. Tá ið róðurskvinnan sleppur,
og rógvararnir seta á, so er bara at
koyra á. Tað er upp á sama máta hjá
frásøgufólkinum. Tá ið startskotið
hevur ljóðað, skalt tú koyra á, til
komið er á mál, sigur Solby.
Sjálvt um hon var nervøs upp
undir frásøgnina á jóansøku, og
hon ikki var heilt nøgd við avrikið,
helt hon tað kortini vera stuttligt
at sleppa at ynskja fólki vælkomin
til kappróðurin. Tað var ein serlig
kensla.
Uppvaksin við kappróðri
− Mín styrki er avgjørt, at kappróður
hevur verið mítt eitt og alt, síðan eg
var smágenta. Eg veit, hvat kapp
róður er, sigur Solby.
Tað hevur sína orsøk, at hon sum
barn bleiv bitin av kappróðri. Tað
var fast, at tá ið útvarpsmenningin
kom norður til Klaksvíkar á norðo
yastevnu, bjóðaði pápi hennara
teimum altíð til døgurða undan
róðrunum.
Tað var eisini fast, at tá ið kapp
róðurin var á norðoyastevnu, fóru
Solby og systkin hennara við forel
drunum norður á Kósina til eina
familju, sum tey kendu, at fylgja við
róðunum.
Kappróðrarfólk burturav
Systir hennara róði við Páll Fanga í
1989 og 1990, og tann báturin var
føroyameistari bæði árini.
− Eg noyddist at bíða, til eg var
15 ár. Tað var í 1992, og vit nakrar
gentur í 9. flokki fóru og bóðu um
at sleppa at rógva við Fípuni Føgru.
Tað var leyst og liðugt beinanvegin,
men eg fann skjótt útav, at ára
bløðrur og alt tað egnaði eg meg
ikki til, so eg fór av. So var eg biðin
um at koma við sum róðurskvinna,
og tað var eg so líka til 2004. Onkra
hendinga stevnu havi eg tó róð,
sigur Solby.
Sum ítróttarfólk hevur hon hildið
seg til kappróðurin. Hon royndi at
spæla hondbólt og flogbólt, men
bóltgenta var hon ongantíð. Heldur
ikki svimjingin var hon.
Spennandi í ár
Solby heldur kappróðurin í ár
vera sera spennandi. Tað er nógv
stutt ligt, at vinnandi bátar eru á
so nógvum plássum í Føroyum, og
at bara fáir róðrar eru avgjørdir
frammanundan.
Um hon so fer sum útvarpsfólk
ella ikki, fer hon á hvørja stevnu at
hyggja at kappróðri.
Á ólavsøku verður tað neyvan
Solby, sum fer at siga frá kappróðri
num. Bæði í fjør og í 2007 var hon á
ólavsøku á málinum og segði frá.
– Tað dámdi mær ótrúliga væl,
og har verður eg helst eisini í ár á
ólavsøku. Og eg gleði meg til tann
partin av ólavsøkuni, tí kappróðurin
á ólavsøku er altíð nakað serligt, tí
eisini bátar, sum ikki gerast føroya
meistarar, vilja vinna á ólavsøku. Tað
er ein sigur í sær sjálvum at vinna á
ólavsøku, sigur Solby.
__________________________________
Randi Jacobsen
Randi@sosialurin.fo
Tosar seg heita um kappróður
MYND: BEINTA HARALDSEN
MYND: BEINTA HARALDSEN
Solby heldur ikki, at frásøgn hennara frá
kappróðrinum á jóansøku var nóg góð. Hon
rodnaði, tá ið hon hoyrdi sendingina aftur.
Á varmakeldustevnuni gekk betur, og aftaná
skortaði ikki við rósandi orðum