týsdagur 21. juli 2009síða 35
‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
68
Ólavsøkublaðið – juli '09
69
Ólavsøkublaðið – juli '09
Smiðjan í Lítluvík verður á
ólavsøku karmur um eina
rættiliga sermerkta fram
sýning. Tað er Birgar
Johannes sen, ið skipar fyri
framsýningini »Banan
lemonada«, sum er ein
tíðarmynd við fokus á
1909, tá Tórshavn bleiv
býur
Framsýningarnar hjá Birgari
Johannessen um Havnina og
havnarfólk eru kendar fyri at
vera áhugaverdar og øðrvísi og
fyri at draga nógv fólk til sín.
Nú verður aftur ein av hesum
framsýningunum á ólavsøku.
Hesaferð er talan um eina
framsýning í sambandi við at
Tórshavnar kommuna fyllir 100
ár. Smiðjan í Lítluvík verður
karmur um framsýningina,
sum er ein tíðarmynd við fokus
á 1909, tá kommunan varð
stovnað.
Evnini eru fleiri á
framsýningini, t.d. verður søgan
um tey 49 fólkini, sum vórðu
fødd í Havn í 1909 at síggja í
myndum og teksti. Av teimum,
sum vórðu fødd í 1909, var
Martha Mørkøre (g. Matras),
tann ið livdi longst. Martha
andaðist í januar mánað í ár.
Hon hevði annars fylt 100 ár í
november.
Fyrsta studentarhúgvan, hon
sum Hansy Elisabeth Tausen
seymaði í 1950 á »Magasin
Du Nord« í Keypmannahavn og
sum varð send til Føroyar og
góðkend, verður eisini at síggja.
Tað áhugaverda við hesi húgvuni
er, at studentarnir frá 1951, sum
vóru teir fyrstu ið bóru føroysku
studentarhúgvuna, hava skrivað
navn sítt í hana.
Vágsbotnshandilin byrjaði
í 1849 at bryggja m.a. »Skibs
øl«. Í 1925 keypti Poul Andr.
Restorff bryggitólini frá Vágs
botns handlinum og setti tey upp í
kjallaranum í handlinum hjá sær í
Sigmundargøtu. Árið eftir var klárt
at selja fyrstu fløskuna frá Restorff´s
Brýggjarí. 81 ár seinni, tann 27.
august 2007, varð síðsta fløskan
tappað á Restorffs Bryggjarí. Upp
gjøgnum árini hevur Birgar goymt
fløskur, so hvørt sum tær hava skift
»etikett«. Á framsýningini vera yvir
70 fløskur frá Restorff at síggja. Tær
flestu eru frá 50, 60, og 70unum,
men onkur er nakað væl eldri
enn tað. Og sjálvandi verða eisini
fløskurnar, sum vórðu bryggjaðar
eftir at føroysku bryggjaríini
fingu loyvi at bryggja sterkt, við á
framsýningini.
Rasmus í Gørðum
»Kenna tit Rasmus, Rasmus í Gørð
um«, er ein av okkara kendastu
grammofonplátum. Plátan varð
útgivin í 1958. Á framsýningini
verður høvi at síggja »trummuna«
(ein pappírsspann) og onnur ljóð føri
sum vórðu brúkt til hesa plátu
útgávu. Eitt eintak av uppruna
plátuni frá 1958 verður eisini at
síggja.
Tann 20. februar 1941 varð enski
trolarin Lincoln City bumbaður á
Havnarvág. Tað var ein hending,
sum fólk hava tosað um síðani.
Bert myndir hava verið at sæð av,
tá trolarin varð bumbaður. Tann 7.
februar í ár, 68 ár eftir hendingina,
var Ingi Sørensen, kavari, niðri á
vrakinum og tók myndir. Myndirnar
og eitt kúgveyga av Lincoln City eru
við á framsýningini.
Tríggir kommunalir vegir vóru
gjørdir í 1909. Tann kendasti er
nokk Steinagøta. Nógv hendi annars
í Havn í 1909. Havnin ger klárt til
fyrsta biografin, fyrsti barberurin
setur búgv, Háskúlin flytir til Havnar,
Havnar Fimleikarfelag verður
stovnað, fyrsta realskúlaprógvið
verður tikið, Føroya Banki bjóðar
lán til »solide mænd«, býráðið
setur upp fyrstu Luxgøtuljósini
o.s.fr. Um biografin skriva bløðini
soleiðis: “Der arbejdes i denne
tid af fuld kraft paa indretningen
af et biografteater her i byen.
»Sæbehuset`s« store kælderetage
er indtaget til lokale for de
»levende billeders`s fornøjelige
underholdning, der saaledes fra
nu af vil indgaa som fast led i vor
ikke overdrevent gemytlige by`s
forlystelsesliv«.
Í 1909 búðu 1814 fólk í Havn,
870 mannfólk og 944 konufólk.
Av hesum 1814 fólkunum vóru
586 av byagd ella úr øðrum
londum. Mest »befólkaða«
gøtan í Havn í 1909 var
Tróndargøta við 148 íbúgvum,
og Landa vegurin var nummar
tvey við 147 íbúgvum.
Øll tosa um veðrið, men
eingin ger nakað við tað,
verður sagt, men Birgar hevur
í skjótt tvey ár skrivað dagbók
um, hvussu veðrið er í Havn.
Úrslitið verður at síggja á
framsýningini. Tað regnar ikki
so nógv í Havn, sum fólk annars
vilja vera við, sigur hann og
nevnir sum dømi, at bert tveir
heilir regndagar hava verið
higartil í ár. Tann 20. februar
oysti niður allan dagin, og
tann 26. mars var partvís regn
og vátakavi allan dagin. Juni
mánaði í ár hevur havt 63 fleiri
turrar tímar enn juni í fjør,
464 tímar í mun til 402 í fjør.
Yvirlitið er galdandi frá kl. 8 á
morgni til á midnátt.
Sum nakað heilt øðrvísi fáa
tey vitjandi høvi at velja 5 tey
bestu firmanøvnini í Havn.
Birgar sigur, at hann hevur
lagt dent á, at framsýningin skal
vera upplýsandi. Tey, sum vitja
framsýningina, fáa nógv burturúr.
Umhvørvið kring Smiðjuna verður
gjørt hugnaligt, við tað at borð og
stólar vera sett upp uttanfyri, so
høvi verður at njóta ein kopp av
kaffi, samstundis sum góður 50 og
60ara tónleikur verður at hoyra.
Framsýningin letur upp hósdagin
23. juli og verður opin til og við
mikudagin 5. august.
______________________________________
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
»Bananlemonada«
í Smiðjuni
»Bananlemonada«, sum er heitið á framsýningini, stavar
frá einari sodavatnsfløsku, sum Djóni í Geil gjørdi í
1903 í bryggjarínum Ydun í Arnesminde í Bringsnagøtu.
Seinni flutti Ydun niðan á Høgareyn. Á etikettini
stendur: Mineralvatnsfabrikkin Ydun, Tórshavn. (Banan)
Lemonada – flöskan eigur at liggja.
Aðrir lutir, ið Birgar sýnir fram á ólavsøku, eru
mjólkapakkar frá Meiarínum, bompakkar frá Gøtu Jensi,
Kardumummupakkar frá Okkara og nonnudukkur frá
ólavsøkubasarinum. Eisini verður framsýng kring ta
sjáldsamu rúsdrekkamentan, sum fyrr treivst í Havn, og
sum vit kunnu lesa um í søgum hjá til dømis Magnusi
Dam Jacobsen.
Á framsýningini eru t.d. myndir
og søgan um tey 49 fólkini, sum
vórðu fødd í Havn í 1909 og
Fløskuframsýningin hjá Restorff. Uttast til høgru er mynd av R.C.Effersøesgøtu í dag,
og hvussu har sá út fyri umleið 130 árum síðan