Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-21, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2009síða 36

‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

70 Ólavsøkublaðið – juli '09 71 Ólavsøkublaðið – juli '09 Ólavsøkuframsýningin er listarliga hæddarpunktið fyri nógvar ólav­ søkugestir ­ so nógvar, at fram ­ sýn ingin í veruleikanum hevur ein av gerandi savnandi leiklut á okkara tjóðarhátíð. Tað heldur Kinna Poulsen, lista ­ ummælari, sum vísir á, at Ólav ­ søkuframsýningin í mong ár hevði alt at siga í føroyskari list av tí ein føldu orsøk, at hon var tann ein asta felags­ framsýningin í Føroyum, sum eisini var ógvuliga væl vitjað, tí nógv fólk jú savnast í Havn á Ólavsøku. – Ólavsøkuframsýningin er jú eisini nógv eldri enn Listaskálin, og á tann hátt var hon kanska einasta høvið, sum ólavsøkugestir høvdu at síggja føroyska list gjøgnum eitt heilt ár, sigur Kinna og vísir á, at eisini í listarliga umhvørvinum hevur Ólavsøkframsýningin traditionelt havt ein sera týðandi leiklut, millum annað við at so ótrúliga nógv av okkara bestu listafólkum hava debuterað á júst hesi framsýningini. Eitt nú vakti Steffan Danielsen stóran áhuga, tá hann á fyrsta sinni lat myndir sínar inn á Ólavsøku­ fram sýningina. Ingálvur av Reyni debuteraði eisini á hesi somu fram­ sýning, eins og mong núlivandi listafólk sum til dømis Tróndur Patursson og Hanni Bjartalíð hava latið teirra allarfyrstu royndir til Ólavsøkuframsýningina at framsýna. – Eg minnist, hvussu fantastiska spennandi, eg helt tað vera, at debutantar sluppu at hanga lið um lið við veruligar meistarar sum til dømis Ingálv av Reyni. Hetta prinsippið gav ofta eina sera dynamiska framsýning. Hóast framsýningin var sensurerað, var hugburðurin mótvegis teimum ungu ógvuliga opin, samstundis sum tú ikki ivaðist í, at tað var eitt veruligt herðaklapp, um tú slapp við. Aldeilis forferdiligt Tað sama kunnu vit illa siga um Ólav søkuframsýningina seinnu árini, heldur Kinna, tí eftir hennara tykki misti framsýningin sítt savnandi status í 2005 – Ólavsøkuna eftir, at tólv av okk ara bestu listafólkum ­ síðani eru fleiri farin sama veg ­ avgjørdu, at tey ikki vildu framsýna í Lista­ skál anum undir núverandi stjóra, skrambl aði góðsku støð ið á fram­ sýningini. Betri bleiv tað ikki, tá man árið eftir gjørdi av at skipa Ólav søku­ framsýningina sum eina ung dóms­ fram sýning, heldur Kinna. Hugskotið at gera eina slíka ung dóms fram­ sýning var væl skiljandi undir verandi desperatu umstøðum, men tað fór ímóti gomlu, demokrat isku meginregluni í Ólav søku fram sýningini, har øll kundu luttaka óansæð kyn og aldur, bara verkini vóru í lagi. Eisini í fjør var Ólav søku framsýningin øðrvísi við tað, at einans bodnir luttakarar sluppu við í framsýningina, sum óvist av hvørjum áðum mest sum gjørdist ein kvinnuframsýning. Kinna ásannar, at sjálvandi eru ymiskar meiningar um, hvussu Ólavsøkuframsýningin skal skipast. Onkur heldur, at øll skulu sleppa við, og hetta er eisini komið fyri, til dømis tað árið framsýningin varð í Norðurlandahúsinum. – Tað var ein aldeilis forferdilig fram sýning, sum hevði svarað til lammiterilsi, sum hevði verið, um ein og hvør Hanus og Janus vóru vælkomnir á Tinghúsvøllin Ólavsøkudag at framføra ta nýggju Ólavsøkukantatuna hjá Sunleif Rasmussen uttan minsta mát av tónleikaførleika ella venjing, sigur Kinna og leggur afturat, at hetta ber sjálvandi als ikki til. Góð list ger okkum klókari Men hvussu kann framsýningin hava ein savnandi leiklut fyri Ólav­ søkugestir sum heild, um bert nøkur fá útvald listaverk sleppa við? – Heilt einfalt við tað at Ólav­ søku framsýningin á sama hátt sum áður bjóðar einum stórum parti av Ólavsøkugestunum høvi at síggja samtíðarlist á høgum støði. Eg veit, at tað ljóðar yvirlegið, men eg billi mær inn, at tað at síggja góða list ­ umframt tað upplivingarliga ­ eisini hevur eitt mennandi árin, soleiðis at fleiri og fleiri føroyingar so við og við duga at meta um, hvat er gott og hvat ikki er gott... Eg billi mær faktiskt inn, at hendan prosessin longu er farin í gongd millum lista­ áhugaðar føroyingar, sum gerast alsamt meira sofistikeraðir í teirra listasmaki. Hartil er Kinna sannførd um, at føroysk list spælir ein nokkso stóran leiklut í okkara egnu sam­ leikaímynd. – Vit halda sjálvi, at vit eru óvan­ liga listarlig og duga betri enn onnur fólkasløg at syngja og mála til dømis. Og tað er satt, at vit hava ómetaliga nógv listarlig talent í Føroyum, men talent er so ógvuliga lítil partur av menningini av einum útinnandi yrkislistafólki. Til hetta krevst eitt yrkisligt listaumhvørvi, listaformidling fyri ikki at tala um undirvísing innan myndlist, sum ber boð um, at listin verður tikin í álvara í okkara landi. At áhugin fyri myndlist er stórur í Føroyum ivast Kinna als ikki í. Og hon er heldur ikki í iva um, at ein tílíkur áhugi er góður fyri okkum, bæði sum menniskju og sum eitt sera lítið fólk. Hon minnir á, at sálar frøðingar og námsfrøðingar í mong ár hava víst á listina sum sera umráðandi í sambandi við men ningina av eini rúgvu av før leikum, ið verða kravdir av modern aða menniskjanum. Heimurin kring okkum broytist alla tíðina við støðugum tøkniligum nýhugsanum og einum enda­ leys um informatiónsstreymi, sum vit menniskju onkursvegna skulu finna út av at navigera í. Har kunnu estet iskar upplivingar gera okkum tilvitað um rættiliga kompleksar strukturar, har til dømis mótsetningar og tílíkt kann góðtakast. ­ Sum lærari í myndlist upp ­ livi eg eisini í hvussu stóran mun, næmingarnir hava tørv á at gerast tilvitað um til dømis myndamál og súmbolir. Myndir og estetikkur fylla okkara gerandisdag í sjónvarpi, filmi, teldum, ipod, fartelefonum osfr., og myndamálið í hesu visualiseraðu mentanini skal avkodast. Eg veit ikki, hvussu nógv er í tí, men tað sigst, at tey 10 ovastu PISA londini hava ein sterkan listapolitikk. Fyri okkara avmarkaðu klettar er listin og listafólkini eitt tilfeingi, sum átti at verið ansað og dyrkað sum var tað hønan við gulleggunum. Góðar listaupplivingar kunnu gera okkum til betri og klókari fólk ­ tað meini eg altso... Fýrkantað »Landslag.fo« Temaið á Ólav søku fram sýningini í ár er Landslag.fo, sum eftir øllum at døma er ein roynd at nýhugsa føroyska landslagslist. Men sambært Kinnu er tað heldur trupult at fáa eygað á tað nýskapandi í hugskotinum. – Eg haldi, at temaið ljóðar ómeta liga skúlasligt, stirvið og alt ov fýrkantað, til at verulig listafólk kunnu taka tað í álvara. Tað, at til dømis ein kroppur kann minna um eitt landslag, er líkasum ikki nakað nýtt. Hugskotið hevði møguliga riggað í eini skúlaverkætlan, tí tað hevur vissar pedagogiskar kvalitetir, men eitt veruligt listafólk kann ikki arbeiða undir einum so smølum sjónarringi, sigur hon. Hartil heldur Kinna, at lista­ søgu l iga er føroyska lands lagið longu umhugsað, gjøgnumhugsað umframt nýhugsað av bæði tí eldra sum yngra ættarliðnum. ­ Um ein veruliga vil gera okk­ urt kollveltandi, skuldu tey kanska heldur sett krøv um, at tøkni skal vera okkurt annað enn tveydimensional, antin installa­ tiónslist ella standmyndir, men slík krøv høvdu ikki riggað til Ólav søku­ framsýningina, har bæði evni og tøkni skulu vera frí, eins og tað skal vera øllum frítt at senda verk inn. Nýtt føroyskt listabrand? Nú gandaorðið allastaðni, og ikki minst millum listafólk, er at enduruppfinna seg sjálvan, kann tað kanska hugsast, at temaið í ár er ein roynd at enduruppfinna okkara umstríddu »Føroyalist«? – Tað vil eg ikki hopa, men á ein hátt er tað jú júst hetta, sum Tóroddur Poulsen hevur gjørt í sínari kerliga speisku herferð móti færøkitsch. Men tað er eitt sindur løgið, tí tann hálvabstrakta, ekspressiva landslagslistin hevur í mong ár verið okkum eitt sterkt ”brand”, har tú uttan nakra serliga forhondsvitan hevur lætt við at kenna hesi verk hjá til dømis Ingálvi av Reyni, Zachariasi Heinesen og øðrum sum føroysk. Tey hava ein týðiligan samleika og eru eisini góð. Men sum tíðin er farin, hava listahermarar sum Øssur Mohr, Kári Svensson, Finnleif Mortensen og mong mong onnur gjørt teirra til at útvatna føroyalistina í so stóran mun, at tað eisini er blivin ein trupulleiki hjá teimum góðu landslagstulkarunum, sum knappliga verða sæddir og ummældir við øðrvísi strangari brillum. Men listin stendur sum kunnugt ikki í stað, minnir Kinna á, og tað ger tann føroyska til alla eydnu heldur ikki. Sum tað sær út í dag í okkara altjóðagjørda heimi fara vit í framtíðarlistini allarhelst at missa okkara føroyska ”brand”, og tað er kanska ikki so galið. – Góð myndlist skal helst enduruppfinna seg sjálva alla tíðina. Vit eiga fleiri góð, føroysk samtíðarlistafólk, hvørs verk fyrihalda seg til nútíðina og okkara fjølbroytta, globaliseraða heim. Men tað er umráðandi, at vit við okkara avmarkaðu pengum í størri mun læra at skilja í millum góða og vánaliga list, ikki minst, tá vit stuðla listini. Vil takast á bóli Sum nevnt verða tað nokk altíð ymsar meinigar um, hvussu Ólav­ søku framsýningin skal síggja út. Men um Kinna Poulsen sjálv slapp at skipa hana, hvussu hevði hennara yndis Ólavsøkuframsýning so sæð út? – Kanska hevði eg flutt hana oman í býin, til dømis inn í Skeiva Pakkhús, og so hevði eg latið øll áhugað sent inn verk, sum eg síðani hevði sorterað strangliga. Men eg veit ikki. Í grundini vil eg helst ikki vita, hvussu mín yndis Ólavsøkuframsýning skuldi sæð út, tí tað er umráðandi at vera tikin á bóli, sigur Kinna, sum heldur, at tað eisini eru sjálvi verkini, tað snýr seg um, meir enn hvørji listafólk, ið eru við. – Men eg kann nevna nøkur, sum plaga at duga. Bestu myndirnar hjá Arnold Vegghamar eru kompromileysar og originalar, og tað er eitt sindur síðani, eg sá nakra av hansara villu landslags­ ella bygdalýsingum. Nú hevur Tóroddur Poulsen júst havt framsýning á Skipasmiðjuni, men hann er ein av okkara bestu, so hann má við. Vónandi vóru myndir hjá Rannvá Kunoy við. Hon er ein av okkara allarbestu listafólkum, sum vit heldur ikki hava sæð so nógv til seinastu árini. Zacharias Heinesen, Torbjørn Olsen og Tróndur Patursson og hini í Heystframsýningarbólkinum hava helst úr at gera við at fyrireika teirra framsýning, men tey allarflestu í hesum bólki eru góð listafólk, sum kunnu geva Ólavsøkugestum eina dygdargóða listauppliving. Av yngru listafólkunum eru fleiri, sum Kinna kundi hugsað sær at uppliva á eini Ólavsøkuframsýning. Eitt nú nevnir hon Unn Joensen, Silju Strøm, Jóhan Martin Christiansen, Mariannu Bjørgheim, Halldis Olsen, Heiðrik av Heygum og Sámal Blak. – Men sum sagt, so vil eg takast á bóli av verkum so góðum og øðrvísi, at tey ørkymla og noyða meg út á tað djúpa. Sum strikan yvir í´num skuldi Per Kirkeby sett eina av sínum fantastisku múrsteinsstandmyndum upp á Skálatrøð, og hon skuldi sjálvandi verið standandi í allar ævir. Burtursæð frá tí, so heldur Kinna Poulsen framvegis, at Ólavsøkuframsýningin eigur at hava eitt savnandi árin við at spegla støðið á føroysku listini við tí allarbesta vit eiga, umframt nøkur óroynd talent, sum hava uppiborið eitt herðaklapp. ______________________________________ Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eitt hægri støði má til, um Ólavsøkuframsýningin skal endurvinna sítt status. Tað heldur listaummælarin Kinna Poulsen, sum í hug anum her fær loyvi at skipa sína egnu Ólav søku framsýning - og annars siga sína hjartans hugsan um tær undanfarnu »Um øll skulu sleppa við á Ólavsøku fram sýningina, hevði tað svarað til lammiterilsi, sum hevði verið, um ein og hvør Hanus og Janus vóru vælkomnir á ting húsvøllin ólavsøkudag at framføra ta nýggju Ólavsøku kantatuna hjá Sunleif Rasmussen uttan minsta mát av tónleikaførleika ella venjing« Um Kinna Poulsen, lista ummælari, slapp at skipa sína egnu Ólav søku framsýning, hevði hon flutt hana úr Listaskálanum og oman í Skeiva Pakkhús Ólavsøkuframsýning a la Kinna – Eg billi mær faktiskt inn, at føroyingar eru við at gerast alsamt meiri sofistikeraðir í sínum listasmaki, sigur Kinna Poulsen, listaummælari