Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-21, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2009síða 40

‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

78 Ólavsøkublaðið – juli '09 79 Ólavsøkublaðið – juli '09 - Fyri stuttum var eg í Føroyum saman við kon uni. Eg luttók á Asfalt-tiltakinum saman við einum góðum bólki, og væl gekst. Tónleikabólkurin var settur saman av so mikið mætum monnum sum Eyðun Djurholm, Matthias Katmak, Kristin Nolsøe Bech og Janus Kampmann. Hetta var í heila tikið ein ógloymandi ferð, og framførslan eydnaðist avbera væl. Føroyski útisetin, Kaj Klein, er búsitandi í eini bygd nærhendis Århus í Miðjútlandi. Hann er giftur við kendu listarkvinnuni Elini Smith. Hann er tónleikari og framleiðari, og hon er sum sagt listarmálari. Hann hevur júst lagt síðstu hond á eitt verk hjá kenda listarmanninum Tórodda Poulsen. Kaj hevur sítt egna upptøkustudie, og er júst liðugur við miksingina hjá Tóroddi. Nær verkið er á gøtuni, veit hann ikiki at siga, men tað verður í næstum. - Vit hava júst verið í Føroyum, og tí verður Ólavsøkan hildin heima hjá okkum sjálvum í Sporup. Vit eru fullgreið yvir, at eitt stórt Ólavsøkuhald verður á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, men vit hava valt at halda Ólavsøkuna heima. - Lítil iva man vera um, at okkurt gott kemur á borðið, m.a. turrur fiskur. Og nú ber eisini til at hoyra bæði tónleik, kappróður, fótbólt og samrøður á telduni, so vit ivast onga løtu í, at vit fáa eina góða Ólavsøku, sigur Kaj Klein. ______________________________________________ Símun úr Konoy Burturi á ólavsøku Kaj Klein, tónleikari og framleiðari: Ólavsøkan verður hildin í heimi okkara í Jútlandi Vit ynskja at takkað tykkum sum hava hjálpt okkum at fíggja nýggja 6-mannafarið í Nólsoy, Romvlvs Sp/f Tórshavnar Maskinverkstaður P/F Balslev Timburhandil og Byggibúð Plátuverkstaðið v/Glenn Perdomo Tryggingarfelagið Føroyar Hotel Føroyar P/F Formula Norðoya Sparikassi Eik Banki P/F Hjá Fróða Sp/f Beckers Máling P/F Poul Hansen Sp/f Tummas Eli Hansen Nólsoyar Ítróttafelag Hans Martin Hansen Nicolaj Falck Petur Hans Hansen Joan Sørinardóttir Juul M. Jacobsen Napoleon Andreasen Barbara Andreasen Sonja Falck Jacoba Jacobsen Andrea Jacobsen Margreth Jacobsen Elisabeth Nolsø Elisabeth Henriksen Feedback Jan Hansen Bárður Jensen Sp/f Maskingrevstur v/Frank Hellisdal Eisini ynskja vit at takkað Sp/f Reno-Vent fyri at stuðla okkum við búnum og JS Bilar og Bjarna Lómstein fyri báturin er komin gott fram á stevnurnar í summar, og síðan øllum í Nólsoyar bygd sum hava verið okkum ein stórur stuðul hetta síðsta árið, eingin nevndur eingin gloymdur. Takk fyri eitt gott kappingarár og vit síggjast aftur næsta ár. -Til skúlastart -Vel eina Sony Vaio farteldu -Vel LM HANDILIN Vit selja Sony Vaio farteldur - ymisk snið til øll hugsandi endamál, lættar sum tungar uppgávur. LM HANDILIN Tórshavn Kambsdalur 351220 471220 Er tú cool ? Kravið um reint vatn Eingin ivi Er um at drekkivatnið í Føroyum kann gerast nógv betri, bæði til dagligt brúk og í sambandi við flakaframleiðslu v.m. Vatnið átti at verið nógv reinari, og so leingi hetta ikki er fingið í rættlag kring alt landið hava vit ein óneyðugan heilsuvanda. MicroDrop Aqua er eitt slóðbrótandi FO-DK felag við vitan í heimsklassa. Vit kunnu tryggja føroyingum reint vatn, soleiðis at vatngóðskan, við garanti, lýkur øll ES krøv. Hetta kunnu vit gera gjøgnum ta serfrøði innan drekkivatn sum vit ráða yvir, og sum vit hava innbygt í standard loysnir. Okkara tøknifrøði er umhvørvisvinarlig, krevur lítla orku og byggir á natúrligar tilgongdir. Atgongd til reint vatn átti at verið ein sjálvfylgja allastaðni. Vit arbeiða á altjóða stigi fyri hesum, og samstarva m.a. við herin, ES og ST stovnin UNICEF Supply. við microDrop Aqua er eingin ivi um hvørja loysn kommunan fær, og heldur eingin ivi um hvør kostnaðurin er. Harafturat veita vit trygd fyri at skipanin er klár innan 6 vikur aftan á endaliga bílegging. Og longu tríggjar dagar aftan á levering er klárt at drekka 100% reint vatn! Reint drekkivatn er ikki ‘bert’ eitt ES krav. Tað er eitt fólkakrav, sum nú eisini verður reist í Føroyum. Tosa við Jákup á Lag fyri at fáa meira at vita Telefon: 58 40 20 reintvatn@olivant.fo www.MicroDrop-Aqua.com Myndirnar omanfyri eru frá okkara levering til Norðadals herfyri. Tað skal vera líka so einfalt hjá einari kommunu at keypa loysn til vatnveiting sum hjá einum húsarhaldi at keypa vaskimaskinu!