týsdagur 21. juli 2009síða 39
‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
76
Ólavsøkublaðið – juli '09
77
Ólavsøkublaðið – juli '09
Ólavsøka, bara orðið elur eina
kenslu av aldargamlari søgu,
mentanararvi, barnalátri, kegli
aftanvert eitt húsahorn, seigum
áratøkum, ljósareyðum candyfloss,
tónleiki og gleimi, ja tí at vera
føroyingur.
– Ólavur, hann var jú ikki var
føroyingur… Hmmm… Hann var
als ikki føroyingur… Tað er tó ein
søga fyri seg. Og hóast hann ikki
var føroyingur, so er banadagur
hansara á Stiklastøðum upprunin
til okkara tjóðarhátið. Sig so ikki,
at vit føroyingar eru ikki rættir
norðurlendingar, heimsborgarar -
og tolsamir heimsborgarar, ið duga
at dyrka tað, ið ikki bert er alt í
føroyskari mold.
Ólavsøka hevur verið og er
hátíðin, ið savnar okkum øll. Vit
gloyma dagsins stríð og strev og liva
og njóta lívið nakrar kærkomnar
dagar.
Havnin savnar okkum og heimsins
nalvi gerst eisini Føroya nalvi
hesar dagar. Tá eru vit samd um,
at Havnin er okkara allra, bæði
býarbúgvar og bygdafólk.
Og tað er sjálvsagt, at neyðugt
er at vit standa saman um okkara
høvuðsstað. Vit eiga bert tann eina.
Tað merkir ikki at útjaðarin skal
gloymast, als ikki, men tað stríð, ið
mangan kennist millum høvuðstað
og útjaðara gagnar okkum ikki.
Urbaniseringin hevur nú vart í øldir
og at hon hvørvur, tað er utopi.
Heldur skulu vit gloppa hurðar
og síggja møguleikar. Og her er
m.a. ferðavinna avgjørt ein góð
íløga. Øll tey mongu sermerktu og
servøkru støð vit eiga, teir mongu
møguleikar fyri tiltøkum á teim
ymsu støðunum. Bert hugflogið
setur mørkini og sera áhugaverd
átøk eru sjósett.
Sum Admiral Lord Nelson eiga vit
at seta kikaran fyri blinda eygað -
um vit síggja forðingar.
At standa saman er ein fortreyt
fyri einum samfelag, ið skal hýsa
okkum øllum. Tí eru dagarnir, tá
vit savnast og saman gleðast so
týdningarmiklir fyri samfelagsligu
menningina og gróðurin.
Ymsu stevnurnar kring landið
hava í mong ár eisini átt henda
savnandi leiklutin. Bæði sum
mentanarberi og samhaldsstyrkjari.
Seinnu árini hava stórir tón leika-
festivalar eisini vunnið frama og
eru hesir nú ein týðandi táttur at
branda okkara oyggjaland og fyri
okkum sjálvi at savnast um tað
undrið tónleikur er.
Vit eiga slíkan ríkdóm í evnaríku
tónleikarum okkara, at tað kann
ikki gerast upp. Eins og ítróttur, og
úr rúgvuni kann nevnast framúr
góða úrslitið hjá dugnaliga hópi
okkara á Oyggjaleikunum, so
er tónleikur, ja list yvirhøvur ein
stimbran av okkara kenslum og
okkara tilvitan um margfeldni.
Vit eiga eitt ovurstórt tilfeingi.
Duga vit tó at gagnnýta og
menna tað? At gera íløgur í hesa
kenslustimbran og kveikjan. Ella eru
tað framvegis grótrúgvur, asfalt og
hol?
Lívið er ein gáta og soleiðis eisini
tær raðfestingar, vit hava sæð alt ov
nógvar av. Hugsið tykkum at raðfest
vitan, tónleik, arkitektur, bókmentir,
yrkta eins og málaða list eins høgt.
Hesar sterku varðar, ið hava staðið
frá Haralds tíð. Varðar, sum ikki
fúnast, men eiga ævigt gildi.
Vit eiga at dyrka tað skapandi í
okkum, framelska tað og so heysta
grøðina, sum vit fáa ferfalt aftur.
Sól, summar og saftísar
Hetta hevur verið ein av upp skrift-
unum til lív og glaðar dagar hjá
okkum seinastu vikurnar. Og so
hevur ein ávísur ”pakki” eisini verið
ovast á breddanum í øllum hitanum.
Orðið pakki hevur fingið eitt
nýtt innihald. Tað plagdi at merkja
nakað spennandi, forvitnisiligt og
gleðiligt. Nú hevur hugtakið fingið
annan klang. Enn forvitnisligt, tó
eisini tokukent, ófrættakent og
sum trøllið í dósini. Nógva umrøðan
og gitingarnar um nakað óítøkiligt
loypir ekka á fólk og nakkahárini
reisast.
Ikki sørt sum við heimsins
búskapar kreppu. Neoliberalisman er
dumpað og vit skulu sláa manngarð
og veruliga hjúkla um okkara
vælferðarsamfelag. Hvussu nógv
av stagnatiónini, skerjingunum,
uppsagnunum og syrgiligum
støðunum eru ikki eisini skaptar av
øsing og gitingum og krepputosi í
kjalarvørri falli neoliberalismunar.
Ivasamar skerjingar, har lagt verður
uppfyri, so kreppan gerst ein
sjálvuppfyllandi profeti. Og avgjørt
við negativum avleiðingum.
Tað er so umráðandi at lyfta hetta
mistreystisokið.
Heimurin hevur júst mist okkara
mæta popkong. Michael Jackson
ríkaði heimsins tónleikaskatt og
eigur fleiri sangir, ið, settir í sam-
band við dagsins støðu, lýsa tær
avbjóðingar, vit sum heimssamfelag
enn standa yvirfyri og nú kanska
størri og meiri umfatandi enn áður.
Stutt undan jólum verður veður-
lagstoppfundur í Keypmannahavn
og skulu heimsins lond gera
avtalu, sum má og skal merkja eina
avgerandi vend í okkara troyting av
Móðir Jørð.
Longu fleiri ár eru gingin, síðani
Michael Jackson, saman við øðrum
tónleikasnillingum, gav og bað
okkum:
Heal the world
Make it a better place
For you and for me
And the entire human race
There are people dying
If you care enough for the living
Make a better place
For you and for me
Og leita vit aftur til 1985, og tá
saman við eitt nú Harry Belafonte,
Ray Charles, Bob Dylan, Al Jarreau,
Waylon Jennings, Billy Joel, Willie
Nelson, Lionel B. Richie, Smokey
Robinson, Kenny Rogers, Diane
Ross, Paul Simon, Bruce Springsteen,
Tinu Turner, bara fyri at tríva í nøkur
úr rúgvuni:
We are the world
We are the children
We are the ones who make a
brighter day
So let's start giving
There's a choice we're making
We're saving our own lives
It's true we'll make a better day
Just you and me
Og hesi orð kunnu í dag teingjast
at veðurlagsbroytingunum. Tað
vóru ikki hesar, ið vóru upprunin
til hesi heimskendu og elskaðu
løg, men hungursneyð, órættur
og tvørrandi solidaritetur. Hesum
órættum hava vit ikki enn
vunnið á og afturat hesum stóru
avbjóðingum hava vit nú, í okkara
stremban eftir jarðiskum góðsi,
troytt okkar jørð so nógv, at henda
ikki veruliga munagóð inntriv, so
hava vit rænt framtíðina frá okkara
eftirkomarum.
Vit føroyingar hava eisini skyldu til
at taka tøk á umhvørvisøkinum.
Vit mugu og skulu taka hetta í
ramasta álvara og geva okkara íkast
til grøna orku.
Sjálv eri eg av Eiði og so væl-
sign að, at eg havi slitið mínar
barnaskógvar í framúr vakrari
náttúru og nær tveimum vøkrum
vøtnum. Annað vatnið, av okkum
kallað Suðuri á Vatni, og annars
Eiðisvatn, varð tikið og verður í dag
brúkt sum ískoyti til orkuframleiðslu
og er samstundis við til at minka
um dálkingina, koltvíiltu útlátið, ið
hóttir okkum øll.
Tað er gleðiligt at hoyra, at SEV
ætlar at leggja doyðin á aðra orku,
enn byrgingar og vatnorku at vinna
grøna orku. Vit kunnu ikki loyva
okkum at gera so stór inntriv í
náttúruna og oyða djóralív, fuglalív
og plantulív og taka spæliplássini
frá børnunum.
Loysnir mugu finnast, ið bæði
taka hædd fyri umhvørvinum
í mun til grøna orku og eisini
umhvørvinum í mun til trivnaðin.
Áhugavert átak í samstarvi millum
SEV og DONG Energy er el-bilurin,
ið fleiri - og serliga menn (vit kunnu
undrast..?) sluppu at royndarkoyra
herfyri.
Onnur áhugaverd átøk hava verið
umrødd í miðlunum, millum onnur
alduorku og sjóvarfallsorka. Vit
hava gyltan møguleika at slóða fyri
og tað er ikki á hvørjum degi.
Nú er upptøkulið herheima og lata
norska skaldsøgu í filmsins ham.
Buzz Aldrin fer ivaleyst eisini at
branda okkum uttanoyggja. 20.
juli eru 40 ár síðani Buzz Aldrin
sjálvur annar steig fótin á mánan og
dagurin Neil Alden Armstrong segði
heimskendu orðini: "That's one
small step for man, one giant leap
for mankind."
Lat okkum vóna, at eisini Keyp-
mannahavnaravtalan verður: “Eitt
risafet fyri mannaættina”
Og so er tað stuttligt at spæla
við orðini og spyrja um Aldrin
Buzz, ikki stríðir móti Kyoto og
komandi Keypmannhavnaravtaluni?
Og buzzarnir eru enntá ókeypis í
Havn…
Sum Piet Hein segði: Den, der kun
tager spøg for spøg, og alvor kun
alvorligt; han og hun har faktisk
fattet begge dele dårligt.
Lógvatak
Vísu orð mæta skald okkara, Hans
Andrias Djurhuus, eru enn galdandi,
tó framborðin í 1904:
Saman at halda varð ei okkum
givið,
Tí er so lítið burturúr her blivið,
Tí enn vit tala, men ov lítið gera
Samanhald má vera
Mín vón og framtíðardreymur er,
at vit, bæði sum tjóð og heims-
samfelag, megna at samstarva
og gera avtalur um stórmálini,
tó vit ikki eru samd um alt. At vit
herheima megna at vera víðskygd
og standa saman um langtíðar-
og lívgevandi íløgur. - Og at tit
fólkavaldu sáa vónir, ikki ótta!
Samstarv og samskifti eru
ganda orð og grundarlagið undir
einhvørjum framburði.
Ósemjur og tvístøður, ja, tær eru
sprotnar úr tvørrandi samstarvi,
tvørrandi samskifti og tvørrandi
virðing og tolsemi.
Lat samhaldsfesti, samstarv og
virðing verða bláa tráðin, ið vísir veg
og leiðir okkum inn í eina nýggja tíð
á okkara bláu gongustjørnu.
Og meðan miðnáttarsangurin
ljómar, fari eg at kaga mót himmal-
hválvinum og teska: Yes we can - ja,
vit megna!
Vælkomin til Havnar ynskir ein
eiðiskvinna á Argjum tykkum og
eina framúr góða og litríka ólavsøku
og vónríka framtíð.
Mynd: Sunva Eysturoy Lassen
Ólavsøkurøðan '09
Selma Ellingsgaard, forkvinna
í Starvsmannafelagnum
Selma Ellingsgaard
Mynd: Mureldur