týsdagur 21. juli 2009síða 56
‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
111
Ólavsøkublaðið – juli '09
Vitja húsið á Ólavsøku
og fá høvi at uppliva
summarframsýningina »Tíðarbil«
í sambandi við Tórshavn 100 ár.
Frumsýning av filminum
»Black Summer« mánadagin
27. juli kl.19.30. Filmurin verður
leiktur av føroyskum leikarum.
N o r ð u r l a N d a h ú s i ð í F ø r o y u m
Norðurlandahúsið á Ólavsøku:
27. juli: 10.00 – 20.00
28. juli: 14.00 – 20.00
29. juli: 14.00 – 20.00
Tel. 351 351 | Fax 351 350 | www.nlh.fo | nlh@nlh.fo
FØROYSKAR SØGUR - UPPLIVINGAR ÚR GERANDISDEGNUM 2
110
Uni Leitisstein Hansen, ið hevur lagt røðina av filmsfløgum við
Føroyskum Søgum til rættis fyri Substanz og Eik, svarar her
nøkrum spurningum um verkætlanina.
Hvussu vilt tú lýsa hesa filmsfløguna aftur ímóti teirri undanfarnu?
– Føroyskar Søgur 2 stendur einki aftanfyri Føroyskar Søgur 1. Hon er eins
fjøltáttað, og konseptið er tað sama – vit fáa søgur um smáar og stórar
hendingar, ið hava mynd að dagligdag føroyinga seinastu 100 árini. Vit sleppa at
uppliva alt frá fótbólti í 1926, neytakonum í fimmtiárunum og til fyrs tu
royndirnar við rutuflúgving millum Før oy ar og umheimin.
Hevur tað verið øðrvísi at lagt Føroyskar Søgur 2 til rættis?
– Ja, tí í hesum umfarinum havi eg gjørt allar søgurnar sjálvur, og eg má
ásanna, at beint nú eri eg sera moyrur í heysinum av at jonglera við øllum
handritunum, myndunum og faktaunum til Føroyskar Søgur 2. Eg má rósa
mínum samstarvsfelagi Helga Toftegaard, ið hevur sett Føroyskar Søgur 2
sama, tí tað er ótrúligt, at tað hevur hepnast honum at fingið so frægt
sett saman burtur úr mínum mongu luftigu hugskotum og ógreiðu
handritum. Og so hevur Helgi eitt Jobs tol, ið hevur verið sera kærkomið
í arbeiðinum við at gera Føroyskum Søgum 2.
Hvat hevur havt størst týdning í arbeiðinum
við Føroyskum Søgum?
– Álit. Eg eri sera eyðmjúkur yvir tað álit, ið so nógv fólk hava víst
mær, tá tey hava latið meg handfarið og valt burtur úr teirra priva ta
filmstilfari. Eg eri eisini komin at ken na hópin av sera áhugaverdum
fólkum, ið eg neyvan hevði komið í samband við annars og tað er
ein stór eyka gáva at fáa. Tað hevur eisini verið sera áhugavert at
slopp ið at arbeitt her á søguliga Nordisk Film, har Substanz
heldur til. Umhvørvið er aldar gamalt og her er allatíðina nógv
virk semi í gongd. Seinastu tíðina eru vit dotnir um geitir og
annað, ið hoyrir til upptøkurnar av komandi donsku skemtirøðini
"Cellen", sum er um ein bólk av yvirgangsmonnum.
Fáa vit eisini Føroyskar Søgur 3?
– Eg eri sera áhugaður at arbeiða víðari við tí rúgvusmikla
filmstilfari, vit hava funn ið fram í sambandi við Føroyskar
Søgur. Tilfarið er sera umfatandi og tískil eru nógvir
møguleikar í tí. Tað fyriliggur tó ikki nakað ítøkiligt beint
nú, men vón an di býður okkurt seg. Eg fari kom an di
tíðina at kanna møguleikarnar fyri at fáa okkurt í lag.
Uttan mun til, hvat framtíðin hevur at bjóða, hevur
hetta verið tað strævnasta, men eisi ni tað stuttligasta
og mest spenn an di arbeiði, eg nakrantíð havi havt.
1 "Gymnastikk", bóltspæl og tílíkt
(11.06)
Heilt frá siðbundna kappróðrinum umvegis
fótbólt á mýrulendi til handbólt og glíming.
2 Við biðum á baki (7.20)
Neytakonurnar ganga í fimmtiárunum niðan
í fjøllini við biðum á baki og stokkum í hendi
at mjólka neytum.
3 Teir taka land (12.30)
Í mai 1939 verða 225 mans førdir til
Grønlands at rógva út, og seta hol á eitt
spennandi
tíðarskeið
í
fiskivinnusøgu
føroyinga.
4 "Mesters hemmelighed" (4.49)
Í ein mansaldur myndar Ansgar Jensen
gamla Málingahandilin í Fuglafirði.
5 Vagar Airport (8.34)
Flogvøllurin í Vágum verður bygdur undir
krígnum, og longu í 1946 verða fyrstu
royndirnar við rutuflúgving gjørdar.
6 Lívsins mjólk (5.33)
Mjólkin hevur í øldir verið avgerandi fyri
føðslu føroyinga, og mong høvdu kúgv í
kjallaranum.
7 Frá bygd til bý (14.07)
Klaksvík gjøgnumgongur eina ógvusliga
menning, eftir at J. F. Kjølbro letur upp sín
fyrsta handil í 1915.
8 Frá leypi til lastbil (4.27)
Teir fyrstu vegirnir gera tað lættari at koma
fram eftir landi, men teir elva eisini til
rembingar.
9 Føroyar vaksa saman (8.21)
Tilveran broytist, tá oyggjarnar verða
knýttar saman við vegum, brúgvum og
tunlum.
10 Ein nýggj byrjan (4.23)
Sjósetingini av fyrsta stálskipið, ið er
smíðað í Føroyum, Porkeningur, byrjar í
1961 eitt nýtt tíðarskeið fyri føroysku
fiskivinnuna.
11 Tá leikur veðrur álvara (4.54)
Royndu bjargamenninir fygla lomvigur í
Skúvoy í 1949, meðan børnini eftirapa
vandamikla veiðiháttinum á bakkanum.
12 Allar snildir loyvdar (1.36)
Í 1970 streyma 15.000 fólk til keypsstevnu
í nýggju Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn at
skoða nýggjastu vørurnar.
13 Ein uppliving fyri lívið (5.43)
Tá unga Sangkórið í Ebenezer í 1948 ferðast
til Aberdeen, er tað fyrstu ferð, fleiri av
ungu limunum í kórinum eru uttanlands.
EYKAÁGÓÐAR
Garðurin eitur "Víkagarður" (10.52)
Filmurin
lýsir
gerandisdagin
hjá
kongsbóndanum Jákupi og hansara familju
í 1946.
Føroyar í dag (11.54)
Brot úr løtumynd av føroyska samfelagnum
við inngangin til sjeytiárini. Jákup A. Arge og
Knud Goll settu saman.
KUNNING
Heiti: Føroyskar Søgur - Upplivingar úr gerandisdegnum 2
Stuðla: Eik Grunnurin
Framleitt: Substanz
Lagt til rættis: Uni Leitisstein Hansen
Sett saman: Helgi Toftegaard
Samlað spælitíð: 116 min
WWW.FOROYSKARSOGUR.FO
»Føroyskar Søgur 2
stendur einki aftanfyri
Føroyskar Søgur 1«
Lýsingartilfar