Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-21, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2009síða 55

‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FØROYSKAR SØGUR - UPPLIVINGAR ÚR GERANDISDEGNUM 2 108 Uni L. Hansen Hóast likamið er nógv viknað, síðan hann fekk staðfest Parkinson, er sinnið hjá 81 ára gamli Dánjal Jákup Mortensen í Havn næst­ an eins frískt og fyrsta dagin. – Støðan? Hon kundi verið betur, er svar­ ið so at siga hvørja ferð, hann fær spurn­ ingin. – Tað svingar rættiliga nógv frá degi til dags, suffar hann eitt sindur, uttan á nakran hátt at vera uppgevandi, hóast sjúkan hev­ ur gjørt hann illa gongdan. Tað fyrsta, ið lýpur í eyguni, tá ein kemur á gátt hjá Dánjal Jákupi, er, at stovan er skrýdd við alskyns fornlutum, sum hann hev ur savnað saman millum ár og dag. Mill­ um allar lutirnar, er ein suppuskál úr postalín frá 1700­talinum; eitt gamalt myndatól frá fyrst í 20. øld; og ein gomul byrsukúla, sum kom undan kavi, tá klædningurin á Fútastovu í Havn varð skiftur. Kúlan sigst stava frá álopinum, sjórænarin Karl von Hompesch, van liga nevndur Brillumaðurin, framdi á Havn ina við skipi sínum Salamine 1. juni 1808. Dánjal Jákup fekk bjargað kúluni, ið hand verk ar arnir annars ætlaðu at blaka burt ur. – Mær hevur altíð dámað væl at samlað upp á gomul ting. Pápi var heilt øðrvísi. Hann blakaði alt burtur. Riggaði tað ikki, blak aði hann tað út. Einaferð blakaði hann gam la brennivínskranan hjá Mortensen á Tvør oyri út, men eg fór út aftur eftir krana­ num, ið stavara frá fyrst í 1800­talinum, og hann liggur her undir stovuborðinum hjá mær. Eg hugsi, at Tvøroyar fornminnissavn skal hava hann. Meistarligur myndamaður Í einum lítlum kassa á stovugólvinum liggur eisi ni eitt gamalt Bolex 16 mm filmstól. Hó ast filmstólið er frá umleið 1960, sær tað út sum fyrsta dagin og melur ómaka­ leyst, tá ein trekkir tað upp. Gomlu films tól­ ini høvdu ikki battarí, men skuldu trekkjast upp, eins og ein leikabilur. – Tað treingir til at smyrjast, men annars er tað í fínasta standi, sigur Dánjal Jákup err in, meðan hann setir seg í djúpa leni­ stól in. Dánjal Jákup, ið er ættaður úr Øravík, er ein av undangongumonnunum innan films list í Føroyum. Ein meistarligur myndamaður, ið ongantíð brúkti stativ, men hvørs upp tøk ur hóast tað ikki smæðast burtur í saman bering við tær hjá professionellum films mynda monnum. Upptøkurnar hjá Dánjal Jákupi Mortensen og øðrum føroyskum films undan gongu­ monn um, eitt nú Jákup Andreas Arge og Niels L. Arge, eru av álvara komnar fram í ljós mála í sambandi við Føroyskar Søgur­ verk æt lanina hjá Eik og Substanz. Næsta films fløgan í røðini verður í handlunum fyrs­ ta dagin, og ásannast má, at tað hevði verið tor ført at framleitt hesar filmsfløgur uttan stóra væl viljan frá gomlu films undan­ gongu monnunum og familjum teirra. Bumbaða Saltsølan Dánjal Jákup Mortensen er eisini fegin um, at hansara upptøkur nú koma til sín rætt, og hann livnaðar ordiliga upp, tá prátið kem ur inn á Føroyskar Søgur. – Hava tit fingið fatur á upptøkunum av vígsl u ni av Christianskirkjuni? spyr hann alt fyri eitt, og fær eitt játtandi svar. Upp tøkur­ nar verða brúktar PORTRETT: – Fólk hildu meg vera skítsvakan í høvdinum, tá eg ístaðin fyri sóknarongul og hvalvákn, tók filmstólið við í grind, greiðir 81 ára gamli Dánjal Jákup Mortensen frá. Dánjal Jákup er ein av undangongumonnunum innan føroyska filmslist, hvørs ómeta- liga virðismiklu upptøkur av samtíðini og gomlum siðvenjum í fimti- og sekstiárunum vóru ókendar fyri stórum pørtum av almenninginum, áðrenn Føroyskar Søgur-verkæt- lanin fór av bakkastokki í fjør Hildin at vera svakur – Tað er gleðiligt, at mínar gomlu upptøkurnar nú verða brúktar. Eg vænti ikki, at tað hevði hent, um tit ikki vóru farnir undir at gera Føroyskar Søgur, staðfestir 81 ára Dánjal Jákup Mortensen, ið er ein av undangongumonnunum innan filmslist í Føroyum. Í fimti- og sekstiárunum var hann íðin at filma samtíðina og gamlar føroyskar siðvenjur við sínum Bolex 8 mm og 16 mm filmstólum Mynd: Álvur Haraldsen Lýsingartilfar FØROYSKAR SØGUR - UPPLIVINGAR ÚR GERANDISDEGNUM 2 109 í sambandi við eitt kapittul um stóru menningin, ið Klaksvíkin hevur upp livað síðstu 100 árini. – Tað er gleði ligt, at upptøkurnar nú verða brúktar. Eg vænti ikki, at tað annars hevði hent, um tit ikki vóru farnir undir at gera Føroyskar Søgur, staðfestir Dánjal Jákup avgjørdur. Áhugan fyri myndatøku fekk Dánjal Jákup Morten sen longu sum tannáringur. – Vit áttu eitt lítið myndatól - eitt lítið kassa apparat. Tá týsk flogfør høvdu bumb- að Saltsøluna á Tvøroyri, sníkti eg meg inn í Salt søluna at taka myndir. Tað var fyrstu ferð, eg royndi meg sum myndamann. Eg mun di vera okkurt um 15 ára gamal. Tað var ómeta liga spennandi, tí bretar høvdu sett strangt forboð móti at taka myndir. Síðan tá havi eg verið sera bitin av myndatøkuni. Tað var meðan hann búði í Keyp ma n n a- havn, har hann beint eftir kríggið fyrst lærdi til fínmekanikara og síðan arbeiddi sum flúgvi mekanikari fyri amerikanska flog vápn- ið, at Dánjal Jákup keypti sær sítt fyrsta filmstól. Eitt 8 mm Bolex. – Tað var í 1952. Eg helt, at tað kundi vera stuttligt at eiga, og filmaði tað, ið hevði mín áhuga. Skjótt var greitt, at evnini at handfara films tól ið vóru góð. Upptøkurnar frá seks ti- ár unum av, tá Tjadrinum fer frá landið og stevnir út um molan, og grundarsteinurin verð ur lagdur undir nýggja lands sjúkra- húsinum, teljast millum flottastu upp tøkur- nar á fyrstu filmsfløguni í røðini Føroyskar Søgur. Á næst fløguni, eru tað serliga áður- nevn du upptøkurnar av hátíðarhaldinum í sam bandi við at stásiliga Christianskirkjan í Klaksvík verður vígd, ein leggur til merkis. Legði Jákup Andreasi lag á Tað var eisini Dánjal Jákup, ið upprunaliga legði Jákupi Andreasi Arge lag á. Jákup Andreas Arge gjørdist sera grammur at fil- ma og er størsti privati veitari av filmum til Føroyskar Søgur-verkætlanina. – Jákup Andreas kom til mín og spurdi, hvus su man gjørdi. Hann hevði lánt eitt 8 mm filmstól og visti, at eg tók film. Vit kend ust ikki áðrenn, tí eg eri uppvaksin í Øra vík, hann í Havn. Teir báðir gjørdust filmsvinmenn og fram- leid du eisini størri dokumentarfilmar saman, eitt nú um ræning á Trøllhøvd, og í 1961 fylg du teir umboðum frá reiðarínum P/F Tórs havn ar Trolarafelag niður til smiða- smiðju na Navalis Uniao Fabril í Lissabon í Portu gál eftir nýbygda trolaranum Magnus Heina son. Hóast teir til tíðir samstarvaðu, eru films- vin menninir týðum at síggja á upptøkunum hjá hvørjum øðrum, meðan teir hvør í sínum lagi jakstra bestu myndirnar av einari konga- vitj an, einari ólavsøku ella onkrum heilt trið ja. Ofta sær út til, at kappingin um góðu upp tøkurnar er hørð, og teir ganga eitt sind ur um beinini á hvørjum øðrum. – Eg plagdi at arga Jákup Andreas og siga, at hann forðaði mær í at taka film, tí hann allatíðina gekk fyri. Tá kundi hann blíva eitt sindur illa við, inntil hann fann út av, at eg bara skemtaði, minnist Dánjal Jákup, með an eitt skálkabros breiður seg um varrar nar. "Tillader de?" Tað kravdi eisini ofta nógvar snildir at slep- pa framat og fáa góðu upptøkurnar í kass- an. Tá nýggja og sera snotiliga Christians- kirkj an í Klaksvík skuldi vígast í 1963, var stór ur gravgangur eftir at sleppa at filma he sa shending. Dánjal Jákup Mortensen slapp, sum ein af heilt fáum filmsfólkum, inn í sjálva kirkjuna at filma. – Eg royndi fyrst inngongina høgrumegin, tá eg á føroyskum spurdi, um eg kundi slep pa inn at filma. Har stóð eitt konufólk og segði "korta nei". So fór eg yvir til hina inn gongdina og spurdi á donskum: »Tillader De?« Tá slapp eg inn, greiðir Dánjal Jákup bros andi frá. Boð vóru til tíðir eisini eftir føroysku films mon nu num úr grannalondum okkara. Með an Jákup Andreas Arge týðum gjørdi upp tøkur fyri Danmarks Radio, gjørdi Dánjal Jákupi onkuntíð upptøkur fyri íslendska sjón varpi. Tað var tó, sambært Dánjal Jákupi, ongan tíð upp á tal millum teir, ið filmaðu, at skipa virksemið í eitt films- ella fram leiðslu- felag. Myndugleikarnir spentu bein Tað er synd at siga, at Dánjal Jákup Morten- sen og hinir filmsundangongumenninir blivu stim braðir í teirra eldhugi fyri at men na eina føroyska filmsmentan í fimti- og seks ti ár- unum. Heldur tvørtur ímóti, varð bein nær- m ast spent fyri teimum. Tollurin á kost- naðarmiklu filmsrullunum var nevni liga 100 porsent. – Ein rulla við trimum minuttum av ráfilmi kostaði 250 krónur við tolli. So tú kanst æt la, tað bleiv spart upp á filmin, tí lønar- lagið var væl lægri tá. Hetta var ikki gott, tí tað ringasta, ein mynda mað ur yvirhøvur kann gera, er at spara upp á filmin, tí tað gong ur út yvir dygdina. Senurnar verða ov stutt ar, og fokus verður flutt frá tí, ið tú skal filma, til hvussu nógvan film, tú hevur eftir, hug leiðir gamla filmskempan. Dánjal Jákup hevur tann dagin í dag ikki ordi liga fyrigivið myndugleikunum, at teir ikki vildu stuðla, eitt nú við at afturbera ella avtaka tollin á ráfilmi. – Vit vóru fleiri ferðir út í landsstýrinum og spurdu, men svarið var, at vit kundu jú for tjen eina rúgvu av pengum burtur úr okkara frítíðarítrivi, men tað var nakað tvætl. Filmsupptøkurnar vóru ein risa undir- skots forrætning fyri okkum. Einki rein við, tí eingin í landsstýrinum hevði so frætt av framskygni at síggja stóra virði í filmsarbeiðinum hjá hesum undan- gongu monnunum. – Vit bjóðaðu okkum at ferðast frá sunn- ast til norðast í landinum við filmstólinum og skjalfesta øll tey áhugaverdu fólk og støð, vit møttu á okkara ferð, sum eitt slag av afturbering til samfelagið, fyri at sleppa undan tollinum. Men tað vóru mynduleikarnir held ur ikki áhugaðir í at stuðla, staðfestir Dánjal Jákup harmur. Tað er torført ikki at harmast við Dánjal Jákupi Mortensen, tí tað hevði verið áhuga- vert at sæð, hvat okkara meistarligu films- ama tørar høvdu fingið burtur av ómetaliga filmsdýrgripum. Ólavsøkan hin sama Á ólavsøku verður høvi hjá gestunum at síggja eitt sindur av tí, ið verður at finna á næstu filmsfløguni í røðini Føroyskum Søg- um 2, í Miðlahúsinum. Onkursvegna søm ir tað seg væl, at ólavsøkan er karmur um út gávu na av Føroyskum Søgum 2, tí ólav søkan er kanska mest filmaða fyribrigdi í Før oyum yvirhøvur. Á Føroyskum Søgum 1 var ein heilur filmur, ið Jákup Andreas Arge hevði filmað og sett saman um ólavsøkuna í 1959. Eisini Dánjal Jákup Mortensen hevur film- að nógvar hátíðarligar eins væl og vertsligar løtur á ólavsøku. Hann hevur verið Hóast nógv er broytt, síðan ein sá okkara films- undan gongumenn ganga í gøtunum við films tóli í hendi í fimti- og sekstiárunum, so er ólavsøkan grundleggjandi hin sama, sam- bært Dánjal Jákupi. Og tó. – Ólavsøkan er hin sama. Fólk ganga oman og niðan eftir áarvegnum og fara til kapp róður og kappríðing. Men eg haldi, at menn vóru fyrri fyrr - ja, altso, teir blivu skjót ari fullir. Tað var ikki so lætt at fáa fatur í onkrum drekkandi tá í tíðini, so um teir sjálv ir ikki høvdu nakað, ráddi um at drekka ríki ligt, hvørjar ferð møguleikin var har. Og tað beit seg sjálvan í halan. Myndirnar stava frá filmsupptøkum, ið 81 ára gamli Dánjal Jákup Mortensen filmaði í fimti- og sekstiárunum Kelda: Føroyskar Søgur Lýsingartilfar