Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-21, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2009síða 45

‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

88 • juli 2009 Lýsingartilfar Bónus Bónus er matvøruhandil, ið hevur deildir kring landið - dentur verður lagdur á at vera betri og bíligari. Bónus er sum heild bíligari, enn kappingarneytarnir, uttan at hetta ger nakað við góðskuna, sum altíð er í hásæti. B ónus handlarnir eru í dag kendur partur av føroyska handilslandslagnum. Nú eru mong ár síðani, at Bónus gjørdist partur av føroyska gerandisdegnum, og var - og er - hetta til gleði fyri mong. Bónus leggur seg nevniliga eftir at vera betri og bíligari. Úrvalið er stórt, men prísinir eru smáir. Eisini eru góð tilboð partur av tí, sum Bónus hevur at bjóða. Kring landið Bónus hevur matvørur, og annars vørur til húsarhaldið. Allar vanligar vørur eru í vøru- úrvalinum. Bónus hevur deildir kring landið. Við at hava deildir í størru plássunum í Føroyum, røkkur Bónus flest allar føroyingar. Deildir eru í Havn, á Tvøroyri, Glyvrum, Miðvági og í Klaksvík. Á henda hátt røkkur Bónus til flest møgulig viðskiftafólk. Bíligast og best Kappingin á handilsøkinum er hørð, og eisini innan matvørur. Men Bónus hevur prógvað, at tá umræður prís, so er ringt at kappast við Bónus. Bónus er sum heild bíligari, enn kappingarneytarnir, uttan at hetta ger nakað við góðskuna, sum altíð er í hásæti. Í Bónus verður ikki snákað við flottum skreyti, fyri at tekkjast viðskiftafólki, men heldur verður orkan løgd har, ið hon eigur at leggjast, nevniliga í at hava bestu vøruna til rímuligasta prísin. Hetta er kundunum at frama, og er tað eisini júst hetta, ið viðskiftafólkini fara eftir, tá vitjað verður í Bónus. At góð tilboð regluiga eru, er eisini til gleði fyri viðskiftafólkini, og er hetta partur av tænastuni hjá Bónus. Bónus er snøgt sagt betri og bílagari, og betri kann tað neyvan sigast. Ein vitjan í Bónus gevur sum oftast bonus! Tað loysir seg nevniliga at vitja Bónus. E-kort Bónus er partur av E-kort samstarvinum, og er hetta eisini kundunum at gagni, tí her hava teir møguleikan at fáa teir fyrimunir, sum hendan skipan hevur. Haraldsen í Fugla firði er nú tímans handil frá 1914 Tað er 4. ættarlið, sum nú rekur Haraldsen í Fuglafirði. Talan er um nútímans handil við høgum tænastustøði og kappingarførum prísum Í Føroyum eru mong kend og gomul handilsvirkir. Eitt teirra er Haraldsen í Fuglafirði. Fremsti matvøruhandil í Fuglafirði er óivað Haraldsen. Handilin leggur dent á høgt tænaststøði og kappingarførar prísir. Harumframt verður sera stórur dentur lagdur á 3 økir, nevniliga feskvøru, frukt og grønt og bakstur. Fleiri ættarlið Handilin hjá Haraldsen er frá 1914, og tað er 4. ættarlið, sum nú rekur handilin. Handilin er umbygdur fyri fáum árum síðani, og talan er í dag um nútímans handil, har ein partur eisini er kiosk. Opið er gerandisdagar til klokkan 19. Nøgdsemi Haraldsen er partur av SamKeyp. Hetta merkir, at tilboð eru hvørja viku, og koma hesi til øll húsarhald í Føroyum í SamKeyp bløðunum. Haraldsen keypur vørur frá øllum heilsølum í Føroyum, tí dentur verður lagdur á at vera kappingarfør í prísi og at fáa bestu dygdina. Eisini verur keypt frá donskum heilsølum. Haraldsen hevur eisini vørur av merkinum First Price, ið eru lágprísvørur við dygd. Hjá Harladsen í Fuglafirði verður starvsfólkarøkt eisini raðfest frammaliga, og nøgdsemi merkist millum starvsfólkini, sum eru eini 25 í tali í alt. Talan er um gamla fyritøku, men um ein nútímans, reinnan og ruddiligan handil, har tænastustøðið er høgt. E-kort Haraldsen er partur av e-kort samstarvinum, og fáa kundarnir sostatt lut í teimum fyrimunum, sum hetta gevur. 89 juli 2009 • Lýsingartilfar 3,0% Vit hava brakandi góð festival-tilboð Norðragøta · Tel. 441039 Heilt upp til 50% í avsláttri Tilboðini eru galdandi heilt fram til ólavsøku 1% Vit ynskja øllum eina góða ólavsøku! 1% Vit ynskja øllum eina góða ólavsøku! 1% Vit ynskja øllum eina góða ólavsøku! 1% Vit ynskja øllum eina góða ólavsøku!