Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-21, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2009síða 44

‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

86 • juli 2009 Lýsingartilfar Øll kunnu bowla Bowlinghøllin á Hálsi í Havn fevnir í veruleikanum um 3 ymisk tilboð, ið kunnu njótast hvør sær, ella sum ein heildaruppliving; bowling, matstova og ítróttarcafè B owlinghøllin á Hálsi bjóðar viðskiftafólkum sínum ymisk tilboð, og til ber at njóta tey hvør sær, ella saman sum ein heild. Bowlig Møguleikarnir eru nógvir, og ein kann bowla sum einstaklingur, ella í bólki. Ein kann halda føðingardag ella barnaføðingardag í Bowlinghøllini. Og tað eru eisni skúlaflokkar, barnagarðar, bindiklubbar og eisini fólk, ið hava polterabend, ið vitja Bowlinghøllina. At fara út at bowla kunnu øll, bæði ung og gomul. Og tilboðini eru fleiri. Reyð keyla er tilboð til tey ungu, og er hetta hvørt hóskvøld. Hvørt fríggjakvøld ber til at bowla seg til eitthvørt, tað vil siga fáa ein vinning av onkrum slag. Og so er tað eisini familjukeylan, har familjan kann hugna sær, eta á matstovuni og so bowla frítt. Matstova og cafè Matstovan í Bowlinghøllini hevur buffet, t.v.s. frokost, á degi, og síðani a la carte á kvøldi. Caféin er sonevnd ítróttarcafé, men í Bowlinghøllini eru tey opin fyri øllum møguleikum. Tað hevur eisini mest verið so, at har hevur verið vístur fótbóltur, ella tiltøk hava verið í samand við fótbólt, men caféin er til allar ítróttargreinar. Eitt ella fleiri Greitt er, at ein her kann seta sær eitt hugnaligt kvøld saman, júst sum ein sjálvur ynskir sær tað. Og í Bowlinghøllini eru tey opin fyri at seta hugnaløtuna saman, so hon hóskar best til einstaka persónin ella um talan er um serstakt høvi av nkrum slag. E-kort Bowlinghøllin á Hálsi er eisini partur av E-kort samstarvinum, og njóta kundarnir tí teir fyrimunir, sum eru við hesum. Klædnabúðin í Skálavík 25 ár á baki Klædnabúðin í Skálavík hevur nú í 25 ár selt klæðir til sandoyingar, og til teirra, ið vitja Sandoynna og leggja leiðina innar í Klædnabúðina T að er Brynja Trondesen, sum eigur og rekur Klædnabúðina. Í dag selur klædnabúðin konufólkaklæði, men onkutíð hava klæði til mannfólk eisini verið partur av úrvalinum. Men nú eru tað bert konufólkaklæði, ið eru á skránni. Ung og eldri Talan er um konufólkaklæði til bæði heilt ungar, eins væl og tilkomnar kvinnur. Tá høvuðskundaundirlagið er avmarkað til Sandoynna, so verður roynt at hava so breitt úrval sum gjørligt. Merkini, ið Klædnabúðin hevur, eru t.d. Vero Moda, Only, Ze-Ze og Sisters Point. Men eisini fáast klæði av merkinum Zhenzi, ið hevur stórar støddir. Úr øllum landinum Hóast Sandoyggin er grundalag undir 25 ára gamla handlinum, so vitja mong onnur innar, serliga í summarhálvuni. Frá páskum, og til september, vitja so at siga fólk úr øllum Føroyum innar í Klædnabúðina. Hetta eru ferðandi í Sandoynni, sum koma at innar at vita, hvat Klædnabúðin hevur at bjóða. Ikki uttan trupulleikar Brynhild Trondesen sigur, at tað sjálvsagt ikki er púra uttan trupulleikar at hava slíkan handil í so avmarkaðnum øki, men tað gongur upp og niður, sum við øllum øðrum, og hon heldur seg ikki kunna lata illa at, tí tað ber til og letur seg gera. Og tað prógva tey 25 árini, sum Klædnabúðin hevur a baki, eisini. E-kort Klædnabúðin er partur av e-kort samstarvinum, og fáa kundarnir sostatt lut í teimum fyrimunum, sum hetta gevur. 87 juli 2009 • Lýsingartilfar 4,5% D R . J A K O B S E N S G Ø TA 3 · T E L . 3 1 2 1 5 5 FrúC … Hugni til heimið Bjóða ge tum tínum eit vakurt ólavsøkuborð