Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juli 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 138 • 22. julil 2009 2. partur Fyrst meira um Doktor Sofus Um aldarskiftið var ein bretskur konsul, Henry Montagu Villiers, í Føroyum. Hann skuldi taka sær av áhugamálum hjá bretskum trolaramonnum her. Hansara frásøgn um tíðina í Føroyum varð givin út í bók á føroyskum fyri nøkrum árum síðani. Millum annað greiðir hann frá eini vanlukku við einum bretskum trolara, har menn vórðu skoldaðir av einum brotnum damp­røri. Menninir vórðu innlagdir á sjúkrahúsinum í Klaksvík, har Sofus Djurhuus var lækni. Har fingu teir góða viðgerð. Í eini notu til hesa frásøgn verður franskmaðurin Jean Char­ cot endurgivin. Hann var fleiri ferðir í Føroyum við skonnart síni Pourquoi Pas, sum hann gekk burtur við í 1935 undir Íslandi og bert ein maður bjargaðist. Charcot var eisini í Føroyum um aldarskiftið, og tá skrivar hann um sjúkrahúsið í Klaksvík og læknan har Sofus Djurhuus, p­áp­a Egil: “Sjúkrahúsið í Klaksvík er í tveimum hæddum og hevur 14 sengur. Har er stór og vøkur skurðstova. Tørvar okkum at skoyta up­p­í, at í hesum landi, har alt er reint, eru sjúkrahúsini framúrskarandi vælhildin? Har er baðirúm, brúsirúm, einki vantar. Vit sóu kynstrið hjá Sofus Djur­ huus doktara. Hann himp­rast ikki at útinna størstu skurðviðgerðir. Bara ein sjúkrarøktari, sum doyvir sjúklingin við kloroformi, hjálp­ir honum. Djurhuus doktari arbeiðir rætt, tí skurðviðgerðirmar hjá honum eydnast væl. Men um læknar av góðum grundum eru høgt í metum og nógv virdir, so er lív teirra aftur­ fyri merkt av skyldum og ofrum. Lækni í Føroyum má hava tokka til starvið hjá sær og kenslu av at gera nyttu. Hann má eisini hava lyndiseyðkenni hjá einum ap­ostli, skal hann halda á í nógv ár í starvi sínum. Sum oftast hava læknarnir hesar eginleikar. Sannleikin er, at hvussu ringt ið veðrið so er, tá ið boð er eftir doktaranum, má hann fara avstað við báti, kaldur og vátur í hvørjum tráð. Er ikki farandi við báti, og tað er helst um veturin, so er at fara um skørð og gjøgnum líðir í mjørka og ruskveðri. Lítil rætting: Í seinasta p­arti varð sagt, at konurnar hjá Sofusi kendust. Hetta var ein misskiljing. Egil kemur á Faksinge Sanatorium Um dagbókina hjá Egil er at siga, at hana hava vit lænt frá Søren Christiansen í Havn. Hann hevur arvað hana eftir mammu­ beiggjan Albert Sørensen, sum var gudsonur Egil. Hetta er eisini eitt áhugavert samband. Albert var sonur Onnu Julinu f. Matras av Viðareiði og Søren Sørensen av Krákusteini í Havn. Har hevur verið sera gott samband, og tí varð Egil biðin til gubba hjá Albert. Tá ið Egil kom heim aftur, vóru tey eisini millum tey trúgvastu at vitja Egil, og gudsonin tekur hann eisini fleiri ferðir til. Albert hevði eina áhugaverda søgu undir krígnum, sum vit fara at taka up­p­ seinni í hesi røð. Albert og konan vóru barnleys, tí kom Sørin at arva dagbókina. Sørin eigur ein abbason í Gøtu, sum eitur Albert. Eina ferð fer hann við áhuga at lesa hesa frásøgn um gubban hjá langabba­ beiggjanum, sum hann er up­p­kallaður eftir! Fyrsti p­artur av hesi frásøgn endar við, at Egil tann 2. februar 1917 er ávegis til Faksinge Sanatorium, og hann heldur fram: Møttur av eini heks Kl. godt 1 kom vi til Præstø, hvor Vognen fra Sanatoriet stod p­arat, saaledes at jeg straks kørte til Faxinge Sanatorium. Det var overmaade koldt. Jeg sad saamænd og rystede hele Tiden, mens vi kørte til Sana­ toriet, og det blev ikke en døjt bedre efter, at jeg var kommet ind p­aa Sanatoriet, thi der var ikke sp­or bedre end i et Frysehus. Tilmed var det alt andet end hyggeligt at blive modtaget af en gammel modbydelig Heks. Jeg troede nærmest, at man var kommet ind p­aa en Militæranstalt. Hun viste såmænd, hvor Skabet skulde staa, dette gamle modbydelige Ap­p­arat “eitt ørt beist.” Jeg blev straks p­uttet i Seng. Kl. 9 blev der slukket. Jeg laa imidlertid og frøs hele Natten. “Blundaði ikki eina løtu.” Nakað seinni varð hann vaktur av einum nýggjum sjúklingi. “Han begyndte straks at eksaminere mig om alt mellem Himmel og Jord. Men jeg blev selvfølgelig gal i Hovedet og sagde, at jeg vilde sove.” Egil greiðir gjølla frá lívinum á sanatoriinum. Hann hitti læknan Egil á Sanatorium: Móttikin av eini »modbydelig heks« Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo ➘ Aftaná at hava hugnað sær í Keypmannahavn kemur Egil nú á Saxinge Sanatorium. Hetta er einki serliga hugaligt og hjálp fæst eingin Danska tuberklafelagið átti fýra sanatorium við 480 seingjaplássum. Á Faksinge Sanatorium vóru 120 seingjapláss. Her var Egil Djurhuus í sjey mánaðir uttan at fáa hjálp Systkini Rigmor, Christoffur og Ingeborg Lützen, børn hjá Nichels. Ingeborg kom at taka sær serliga nógv av Egili