mikudagur 22. juli 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
10
nr. 138 • 22. julil 2009
morgunin eftir.
Læknin segði Egili, at hann
mátti rokna við at verða innlagdur
í 6-7 mánaðir.
Viðgerðin var tann sama, sum
vit kenna frá Hoydølum. Tað var
at liggja í opnum “hallum” fyri at
fáa nógva fríska luft. Men her var
ofta sera kalt. Hetta førdi javnan
til krím við fepur.
Onkuntíð komu sjónleikarar frá
Vordingborg at hava undirhald fyri
sjúklingunum. Men her var tað
eisini so kalt, at Egil viðhvørt mátti
í songina við fepuri dagin eftir.
Tað sæst greitt í dagbókini,
at her treivst Egil ikki væl. Hann
skrivaði heldur ikki so dúgliga
dagbók.
Hann skrivaði tann 3. Februar
við yvirskriftini “Faxinge Sanatori-
um.” Næstu ferð skrivaði hann
sum yvirskrift “Isslottet, den 26.
Februar.”
Mamman kemur á
vitjan
Egil skrivaði so ikki aftur fyrr
enn 5. Mai, tá ið hann hevði
føðingardag. Tá fekk hann vitjan:
“Den 5the Mai fik jeg Frikur,
da jeg havde Besøg af Moder.
Hun havde imidlertid ikke ret
megen Tid tilovers, thi hun kom
med 1 toget, men tog afsted igen
med 4 toget (men hetta var tó
frægari enn einki. Hetta var fyrstu
ferð hon vitjaði meg og bleiv
eisini síðstu ferð, meðan eg var
á sanatoriinum, eg var tó í sjey
mánaðir har.”)
Jeg var imidlertid i godt Humør,
thi det passede akkurat saa-
ledes, at jeg fik Brev hjemmefra
tilligemed 25 Kroner i fødsels-
dagsgave, foruden en stor pakke
Konfekt og Telegram, som ganske
vist ankom den 6te. Det gjorde
dog den samme Virkning.”
Tað kann sigast at vera løgið,
at mamman gjørdi so lítið av at
vitja, tí hon tyktist at hava verið
nógv um hann í Keypmannahavn.
Sjúklingarnir klaga
Tað var stór ónøgd millum sjúk-
lingarnar á sanatoriinum. Teir
sendu tískil eina langa grein til
blaðið Politiken um viðurskiftini,
har 110 sjúklingar skrivaðu undir.
Egil var ein av teimum.
Yvirskriftin var:
Hvad faar Staten for de
hundrede tusinder de giver til
Nationalforeningen??
Her varð hugsað um tuberkla-
felagið, sum rak sanatoriið. Hetta
var undir 1. heimsbardaga, tá ið
tað eisini var fíggjarkreppa, og
tað mátti sparast.
Sjúklingarnir hildu, at hesar
sparingar raktu teir alt ov nógv.
“Men maaske mangler de Ledende
ogsaa Vilje og Energi til at
bekæmpe disse Vanskeligheder.”
Serliga varð klagað um matin,
sum júst fyri tuberklasjúklingar
hevði so stóran týdning. Sjálvt
havragreyturin var illa etandi.
Kuldin var eisini ein stórur
trupulleiki, sum vist hevði gjørt av
við teir vánaligastu sjúklingarnar.
Loysnin kundi verið, at staturin
beinleiðis yvirtók sanatoriini.
Annars gekk lívið sína gongd.
Tá ið Egil var so frægur, var hann
uppi. Hann gekk túrar og drakk
viðhvørt eina øl saman við onkrum,
ið hann kendi. Hann skrivaði bræv
heim til abban, fastrina Magda-
lenu og pápabeiggjan Johs. Hann
skrivaði eisini til Ingeborg Lützen,
dóttir Nichels, sum hann tyktist
at kenna sera væl. Hann skrivaði
somuleiðis til Jógvan Húsgarð.
Egil tykist at hava serliga gott
samband við Húsgarðfamiljuna í
Gøtu, og verður komið aftur til tað.
Eisini skrivaði hann til skyldkonuna
Sonnu Kjelnæs og til mammuna
og ommuna í Keypmannahavn.
Eina ferð skrivaði hann, at
“vi havde en lille konsert. Otte
Mands Orkester.”
Tað gongur ongan
veg
Tann 6. juni varð Egil kannaður av
lækna. Hesin kundi bert siga, at
sjúkan stóð í stað, gjørdist hvørki
betri ella verri. Tað kundi vara
bæði stutt og leingi, tað var so
ymiskt við tí.
Annars fekst Egil við at telva við
sínar medsjúklingar. Hann bæði
vann og tapti. Ofta hevði hann
pínu í høvdinum og rygginum.
Tann 10. Juni hevði hann lagt
seg uttanfyri væl innballaðan og
føldi seg væl. Knappliga fór hann
at upp at skelva og føldi, at hann
hevði nógvan fepur.
“Gik saa lige op paa Sovestuen
i Haab om at træffe Reserve-
lægen, da jeg vidste han endnu
ikke havde været Stuegang.
Selvfølgelig traf jeg Marie paa
Gangen, der som sædvanligt
gjorde et allerhelvedes Vrøvl om,
at jeg turde vove mig op paa 1. Sal
ved denne Tid. Jeg nedværdigede
hende saamænd ikke et Svar, gik
blot roligt ind paa min Stue.”
Læknin kom framvið og segði,
at hetta var bert hálskatar. Egil
mátti í song í fleiri dagar og fekk
illa etið.
Aftur til
Keypmannahavn
Tann 26. juni fór Egil til Keyp-
mannhavnar, har hann skuldi
fáa kanna bandaguna. Hansara
gomlu vinir tóku ímóti honum.
Hann skuldi búgva á Vanfør-
hjemmet, men hetta dámdi
honum als ikki. Hann
hevði skrivað til
mammubeiggjan um at ➘
Nólsoyarstova avmyndað í 1902 av Petur Alberg
Her eru tey av Krákusteini, sum tóku sær so nógv av Egili.
Sitandi f.v.: Anna Julina og Søren saman við teirra børnum Albert, gudsonur Egil, og Thorstein
Standandi: Charlotta, Petur Hans og Anna Malena
Versonur Nichels, Mourits
Winther, var millum tey fyrstu at
vitja Egil, tá ið hann kom aftur úr
Danmark
Jógvan Kjølbro, sum byrjaði
sítt vinnuliga virksemi hjá
Faktorinum var eisini millum tey
fyrstu, sum vitjaðu Egil
Nichels Lützen var næsti maður
Faktorin í nógv ár. Tí komu
hansara børn og næstringar at
vera nógv um Egil.