mikudagur 22. juli 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 138 - 22. juli 2009
Fyri eini viku síð an
datt grót úr Vest
mannabjørgunum
niður yvir tey 40
fólk ini umborð á
Silju Star. Ongin
fekk mein, og fyri
skipararnir geva turki
skuldina
OmanlOp
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tað er ikki hvønn dag, at
oman lop er í ein bát. Men
fyri eini viku síðan hendi
tað á fyrsta sinni fyri Sea
Service, sum í rættiliga
nógv ár hevur skipað fyri
túr um undir Vestmanna
bjørgini.
Meginparturin datt nið
ur innanfyri okkum, men
nakrir smáir steinar raktu
eisini bátin, sigur Jákup
Andrias Lamhauge, sum
førdi Silju Star hendan
túrin.
Hann sigur eisini, at tað
sýnist, at tað er øgiliga
nógv grót, men tað hevur
kanska ikki verið so nógv.
Og at hóast grót regnaði
yvir bátin, so vóru fólk
rætt i liga rólig, men eitt
sindur sjokkerað umborð.
Gevur ein hvøkk
Jákup Andrias Lamhauge
leggur afturat, at tílíkar
hendingar sjálvandi geva
ein hvøkk, men staðfestir,
at hetta er fyrsta ferðin, at
tað hendir hjá teimum, og
hann fegnast, at ongin fekk
mein av hendingini.
Hann greiðir somuleiðis
frá, at tey høvdu siglt í ein
hálvan tíma, tá grótið rapaði
yvir skipið.
Um orsøkina til oman
lopið á bátin, greiðir Jákup
Andrias Lamhauge frá, at
tað hevur verið óvanliga
turt. Hetta er nakað fjall
menn eisini hava tosað um,
tí mann sær, at grótið liggur
bert, tí so lítið er vaksið í
summar í óvanliga turkin
um.
Altíð vandi
Hinvegin
greiðir
Jákup
Andrias Lamhauge frá, at
hann altíð metir tað vera
ein ávísan vanda, tá mann
fer tílíkar túrar.
Tað er tað sama, sum at
ganga í brattlendi ella at koyra,
har tað er høgt. Tað kann altíð
okkurt henda. Og tað er eisini
soleiðis, at fólk spyrja okkum,
um tað er vanda mikið, og tá
greiða vit frá, at tað ikki er
heilt vanda leyst.
Broytir lítið
Spurdur um fyritøkan fer at
broyta túrarnar eftir hend
ingina,
staðfestir
Jákup
Andrias Lamhauge, at tað
helst ikki verður nakað ser
ligt, sum verður broytt eftir
hendan túrin.
Vit kundu siglt longur
úti. Men hvat er túrurin tá
verdur?, spyr hann.
Omanlop á Silju Star
Á hesi myndini er Silja
Star nýggj, men fyri viku
síðan var ikki sami dámur
umborð. Grót regnaði
nevniliga yvir farið
Albert fúrsti av Monako kom til Føroya seinnapartin í gjár
Mynd: Jóanis Nielsen
Klokkan 17:35 í gjár
kom Albert II fúrsti
av Monako til Føroya.
Hann steðgar ikki so
leingi, men fer í dag
at hyggja at filmi, sum
Ann Andreasen, leiðari
av barnaheiminum í
Ummannaq, og onnur
hava gjørt
Tá Albert II fúrsti av Mona
ko kom til Føroya í gjár, fór
hann beinanvegin at vitja
elstu húsini í Sanda vági.
Jørgen Nicla sen, uttan ríkis
ráðharri, og Albert Ellef
sen, borg arstjóri í Vága
komm unu, búðu honum
væl komnum og góvu hon
um eina før oyska troyggju.
Úr Vágum sigst, at hann
var sera vinarligur og fyri
komandi.
Seinni um kvøldið fór
hann túr við Norðlýsinum,
sum lá á Sandavági. Slupp
in legði leiðina und ir Hest
oynna.
Í dag fer Albert fúrsti av
Monako í Norður landa húsi,
har Ann Andre a sen, sum
hevur fingið ferðini hjá
fúrst an um í lag, er við til at
vísa film um barnaheimið í
Um mannaq, sum hon hevur
leitt seinastu 24 árini.
Hetta er ein sokallað
screening, áðrenn filmurin
verður vístur á fyrsta sinni í
Kanada um eina tíð.
-eij
Albert fúrsti í Føroyum
Danskur rúsevnabarónur tikin
Í morgin fara nakrir danskir løgreglumenn til Spania eftir Birger de Wett
Olsen, sum spanska løgreglan tók í síðstu viku. Donsku myndugleikarnir
hava sóknast eftir Birger de Wett Olsen tey seinastu fýra árini, tí hann er
skuldsettur fyri at hava smuglað 13 tons av hasji til Danmarkar við einum
seglbáti á sumri í 2003. Høvuðsmaðurin aftan fyri smuglingina, Claus
Malmqvist, fekk fyri tveimum árum síðani 16 ára fongsul, og danska
løgreglan vil vera við, at Birger de Wett Olsen var hansara høgra hond.
Løgreglan hevur eisini illgruna um, Birger de Wett Olsen var høvuðsmaður
aftan fyri eitt annað smuglaramál, sum snúði seg um 4,7 tons av hasji.
Ímóti minni kvotum
Siumut, sum fyri fyrstu ferð í 30 ár situr í andstøðu í
grønlendska Landstinginum, vil ikki taka undir við
ætlanini hjá landsstýrinum at skerja fiskikvoturnar.
Flokkurin vil heldur ikki ganga við til, at kvoturnar
verða ásettar eftir tí, sum fiskifrøðingarnir hava mælt
til. Siumut ásannar, at ráevnisvinnan fer at hava altsamt
størri týdning fyri tað grønlendska samfelagið í
komandi árum, men tað skal ikki kosta fiskimonnunum
rættindi, sigur flokkurin. Harafturat krevur Siumut, at
myndugleikarnir skulu spyrja seg fyri hjá
fiskimonnunum, áðrenn nakrar kvotur verða ásettar.