mikudagur 22. juli 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 138 - 22. juli 2009
Sosialurin
Túsund tikin av
døgum
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Í gjár varð ein maður tikin av døgum í Ohio, og við
hesum eru eitt túsund fólk avrættað í USA, síðan
amerikanski hægstirættur tók upp aftur deyða-
revs ingina í USA í 1976. Um allan heim hava fólk
mótmælt, og svenski ES formanskapurin hevur sent
út eina fráboðan, har avrættingin verður fordømd.
Deyðarevsing er ein barbarisk og ræðulig revsing,
sum ikki hóskar í einum framkomnum samfelag.
Deyðarevsingn er endalig og kann tí ikki bøtast, um
tað, sum ofta hendir, seinni vísir seg, at tann, ið varð
tikin av døgum var ósekur. Síðani DNA varð tikið í
nýtslu sum próvtilfar í rættarmálum hava eftir kann-
ingar av framdum deyðadómum í USA prógvað, at ein
hópur av ósekum fólkum eru tikin av døgum seinastu
trýati árini.
Við at nýta deyðarevsing fyri vanlig brotsverk er USA
í bólki við londum, sum USA annars vanliga ikki vil
setast í bás við. Hesi lond eru Iran, Kina, Saudi Arabia,
Iraq, Sýria, Libya og onnur lond, har mannarættindini
hava trong kor. Tað er eins løgið, og tað er syndarligt,
at deyðarevsing skal verða ein so vanlig revsing í ein-
um fólkaræðiligum samfelag sum USA. Hetta land
metir seg vanliga at vera millum heimsins fremstu
lond, tá um mannarættindi ræður. Deyðarevsing
er brot á grundleggjandi mannarættindi og hartil
kemur, at tað ofta er prógvað, at hendan ræðuliga
revsing einki minkar um kriminalitet í samfelagnum.
Deyðarevsingin í USA er ein partur av amerikansk ari
mentan og eitt úrslit av tí sermerktu søgu, sum hevur
skapað hetta land. Hetta er ein søga um harðskap,
valdsnýtslu og um eina eyga fyri eyga og tonn fyri
tonn siðvenju, sum er slept í kristna heiminum. Tað
kundi tó nú sæð út til, at hesin gamaltestamentligi
hugsunarháttur er um at missa sínar fastatøkur á
amerikansku revsingarskipanni, tí avrættingarnar
eru nógv minkaðar í tali sein astu árini. Men nú hevur
kanning víst, at einki er broytt við hugsunarháttinum,
serstakliga í suður statunum, har deyðarevsing annars
er vanlig og hevur undirtøku millum manna. Orsøkin
er nevniliga hon, at tað kostar nógv meira at døma
ein ákærdan til deyða og at taka viðkomandi av
døg um enn at lata viðkomandi sleppa við eitt nú lívs-
longum fongsli.
Uttan mun til hvørjar orsakirnar nú einaferð eru,
so kann ein bert fegnast um, at avrættingarnar í
USA minka í tali. Hetta er hóast alt eitt jaligt tekin,
og heldur hetta rák fram, er vón um, at USA, ið
metir seg sum undangongutjóð innan alt, sum eitur
mannarættindi, heilt fer at sleppa hesi ræðuligu
og ómenniskjansligu revsing, sum setir USA í sama
bólk sum lond, ið eru kend fyri at knúska alt, sum
eitur mannarættindi og fólkaræði. Henda barbariska
revsing hoyrir ikki heima í nútímans fólkaræði, og tí
er kanska ein vón um, at tjóðin, ið megnaði at velja
ein Obama til forseta eisini megnar at broyta seg til
eina tjóð, ið veruliga virðir vanlig mannarættindi.
Hinvegin hevur heimurin rætt til at vænta, at Obama,
sum stendur sum ein av heimsins mest humanu demo-
kratisku leiðarum, fer at gera sítt til, at land hans ara
heilt leggur av at taka lív við rættarskipanini.
Fíggjarmálaráðið hevur
sent tøl út til almenningin
í kjalarvørrinum á mál
inum um meirnýtslu hjá
Hans Paula Strøm. Hesi
tøl hava síðani í fjøl
miðlum verið nýtt til at
leggja onnur landsstýris
fólk undir óheimilaða
meirnýtslu. Men tølini
eru skeiv, og siga onki um
óheimilaða nýtslu
Bæði á heimasíðu Norð
lýsisins, í Sosialinum og
partvíst í øðrum miðlum,
hava søgur verið skrivaðar,
og nøvn og andlit sett á
landsstýrisfólk, sum skulu
hava havt óheimilaðar
meirnýtslur síðani 1997.
Serliga Sosialurin, sum
onki hevur skrivað um
meirnýtsluna á Almanna
og heilsuøkinum, fer so
langt sum at seta nøvn og
andlit á meirnýtslur hjá
landsstýrisfólki aftur til
1997. Og síðani skrivar
blaðið um “dóm uttan
grundarlag” hjá Hans
Paula Strøm, hóast blaðið
sjálvt fellur dóm á onnur
utttan nakað grundarlag.
Grundarlagið fyri hesum
søgum í fjølmiðlunum er
eftir øllum at døma nøkur
tøl, sum Jóannes Eides
gaard hevur umbiðið og
sent út.
Haldi, tað er fínt, at alt
málið við meirnýtslu
verður tikið til viðgerðar.
Og tølini vísa jú eisini,
hvussu meirnýtslan tók dik
á seg frá 2003 og frameftir.
Men tað er rættiliga grovt,
at landsstýrismaðurin
sendir skeiv tøl út í navn
inum hjá Fíggjarmálaráð
num, og tekur alt hetta mál
burturúr samanhangi –
sjálvsagt fyri at “kollek
tivisera” málið við Hans
Paula Strøm, sum er eitt
mál, ið er reist, kannað og
avgreitt av teimum óheftu
instansum í skipanini, sum
sjálvsagt mugu nýtast, tá
staðfestast skal, hvat er
rangt og rætt.
Eg skilji tí ikki, hvussu
fjølmiðlar kunnu bera
hesar skeivu upplýsingar
víðari frá Fíggjarmála ráð
harranum, uttan at kanna
og staðfesta um tølini og
uppáhaldini eru røtt.
Sjálvur eri eg tildømis
hongdur út fyri óheimilaða
meirnýtslu sum lands
stýrismaður frá 19982003,
hóast eg hesi árini hevði
eina minninýtslu og enntá
fekk rós frá Landsgrann
skoðanini fyri fíggjar og
roknskaparviðurskifti.
Vísi tí á hesar grund
leggjandi skeivleikar, ið
teimum tíðindum, ið eru
borin út og skiftandi
landsstýrisfólk eru løgd
undir. Og eg gangi út frá,
at Norðlýsið og Sosialurin
fara at rætta og umbera
mistøkini – og fara at
kann, hvussu Fíggjar mála
ráðið er misnýtt í hesum
málinum.
1. Landsstýrisfólk, sum
sótu í CHEsamgonguni,
eru løgd undir at at hava
havt meirnýtslu í 2008.
Tað er beinleiðis skeivt
og gjørt av órøttum.
Hesi landsstýrisfólk sótu
frá februar til september
2008. Og tey kunnu
onga ábyrgd hava, at
kassin ikki stemmar, tá
árið er úti pr. 31. de
semb er. Har eru jú 4
mánaðir til at halda játt
anina og tað er serliga í
seinastu mánaðunum, at
meirnýtsla kann koma
fyri.
2. Nýtsla av peningi, snýr
seg um at halda grund
leggjandi, lógir, reglur
og landsstýris manna
ábyrgd. Og tað er sera
stórur munur á tølunum,
sum Fíggjarmálaráðið
sendir út og so stað fest
ingina av, um nakað
skeivt er farið fram og
um landsstýrisfólk eru
farin út um sínar heim
ildir og ábyrgd.
Tildømis er meirnýtsla á
lógarbundnum útreiðsl
um als ikki óheimilað,
soleiðis sum meirnýtsla
á vanligum rakstrakonti.
Hartil eru játtanarregl
urnar fyri lógarbundnum
útreiðslum broyttar
avgerandi í tíðarskeið
num frá 1997 og
frameftir.
Umframt eru í ymsu
ráðunum kontur, har
møguleiki er at flyta
ímillum, soleiðis, at
tølini fráa FMR siga
onki um, hvørt óheim
ilað nýtsla er farin fram.
3. Tí eru tey einastu tølini
og autoritetirnir, ið
kunnu nýtast í slíkum
málum, tey frá Lands
grannskoðanini og síð
ani frá Løgtings grann
skoðarunum. Hesir
stovnar meta um og gera
niðurstøður um, hvørt
nakað skeivt er farið
fram, og um ein meir
nýtsla er heimilað ella
ikki. Og tey tølini og
niðurstøðurnar finnast
øll í grannskoðaðu
roknskapunum fyri
hvørt árið.
4. Til tess at vísa á, at tit
eru farin við skeivum
tølum og upplýsingum,
skal eg eitt nú vísa til
grannskoðaðu rokn
skapirnar fyri tey mál,
ið eg sjálvur havi
um sitið frá 19982002.
Har er ikki talan um
nakra samlaða meir
nýtslu, men tvørturímóti
talan um eina samlaða
minninýtslu uppá nakrar
milliónir. Í 1999, har
nakrar útreiðslur fóru
eitt lítið sindur útum (ið
ikki var ólógligt), varð
tað rættað og kom ikki
fyri aftur.
Øll kunnu kanna grann
skoðaðu tølini og frágreið
ingarnar á heimasíðuni hjá
Landsgrannskoðanini, sum
finnast her: http://www.lg.
fo/index.php?module=
menu&menu_
id=4&language=fo
Fari at siga frá, at tá
Løgtingið kenur saman
aftur, fer landsstýris mað
urin sjálvsagt at verða
kravdur eftir eini frágreið
ing um, hvussu skeiv tøl
kunnu verða send út frá
Fíggjarmálaráðnum til tess
at bera í bøtuflaka fyri mál,
sum eru lýst, kannað og
staðfest av eftirlitsstovnum.
Fíggjarmálaráðið misnýtt til
partapolitiska spinning?
HøgNI
HoydAL