mikudagur 22. juli 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 138 - 22. juli 2009
13
Í farnu viku kunngjørdi Uttan
ríkisráðið, at Føroyar og ES
hava stavváttað avtalu um
ESgranskingarsamstarv.
Hendan tilgongd hevur verið
leingi ávegis. Hon byrjaði fyrst
í 2007 og er endiliga komin so
langt, at vit hava fingið eina
formliga avtalu stavváttaða,
altso góðkenda á embætis
mannastigi. Nú manglar
góðkenning frá Løgtinginum og
ESkommsjónini. Eingin ivi er
um, at ESkommisjónin
góðkennir avtaluna. Lykilin til
at fáa avtaluna í hús liggur
tískil hjá Løgtinginum.
Um framt at góðkenna avtaluna,
skal Løgtingið eisini játta
neyðugu pengarnar til at rinda
fyri avtaluna, mett uml. 8 mió.
kr. í 2010. Upphæddin veksur
stigvíst til uml. 12 mió kr. í
2013, og samsvarar hetta við
økingina í tøkum peningi í
skipanini.
Við avtaluni fáa Føroyar
loksins atgongd til 7. rammu
skránna hjá ES á jøvnum føti
við ESlond. 7. rammuskráin
fyri gransking og tøkniliga
menning, ella Seventh Research
Framework Programme for
Research and Development, er
aðaltólið hjá ES til at fíggja
gransking. Hendan rammu
skráin, stytt FP7, fevnir um
tíðarskeiðið 2007 til 2013.
Høvuðsendamálið við FP7 er at
fremja gransking og tøkniliga
menning í Europa, so at
granskingin í ES kann standa
seg í kappingini við serliga
USA og Japan um tey bestu
granskingarúrslitini. Samlaða
fíggjarætlanin fyri FP7 er 50,5
milliardir evrur (380 milliardir
krónur).
Hvat snýr avtalan seg um?
Føroyar fáa við nýggju avtaluni
atlimaskap í ESgranskingar
samstarvinum á jøvnum føti
við m.a. Norra, Ísland og
Andorra. Vit sleppa at søkja
um stuðul úr øllum fimm
serskráunum í FP7. Millum
hesar serskráir er Cooperation,
sum fevnir um tíggju gransk
ingarøki, eitt nú heilsugransk
ing, matvøru og havgransk
ing, umhvørvisgransking og
orkugransking. Umframt hesar
eru serskráir, sum økja um
førleikarnar hjá gransk arum
og fyritøkum, Capacities, og
serskrá, ið styrkir um flytføri
hjá granskarum – bæði
royndum og minni royndum.
Fyri at fáa fulla atgongd til
hesi granskingarøki rinda vit
eitt árligt limagjald, sum er
roknað til at kosta okkum
tilsamans 36 mió. kr. í tey 4
árini, sum eru eftir av FP7.
Munurin frá nú?
Fleiri av okkara granskarum
hava longu góðar royndir við
luttøku í ESgransking. Greiða
ynskið frá teimum hevur tó
verið at fingið atlimaskap,
soleiðis at til ber at luttaka á
jøvnum føti við limalondini og
tey lond, sum hava atlimaskap.
Vansin við at standa uttanfyri
hevur m.a. verið, at okkara
støða hevur forðað summum í
at søkja, og leikluturin hjá
øðrum hevur verið avmarkaður
orsakað av okkara vantandi
limaskapi. Føroyskir granskarar
og granskingarstovnar hava tí í
fleiri ár eftirlýst beinleiðis
atgongd til rammuskráirnar hjá
ES.
Eitt, sum heilt víst broytist
við formligu avtaluni, er, at vit
frameftir kunnu átaka okkum
uppgávuna sum Coordinators
ella verkætlanarsamskiparar.
Verkætlanarsamskiparar hava
høvuðsábyrgd av verkætlanum,
og frameftir er møguligt at fáa
fígging til umsitingarliga
arbeiði, og ikki einans til
gransking. Vit kunnu byggja
upp førleika í at umsita hesar
verkætlanir í Føroyum.
Føroyskur ungdómur lesur í
stóran mun uttanlands, og
fleiri teirra fara í holt við
gransking arútbúgving eftir
loknan lestur. Trupult hevur
verið at fingið hesi vælútbúnu
fólkini aftur til Føroya. Í People
serskánni eru serligar skipanir,
sum gera tað møguligt hjá
ungum gransk arum at fáa
fíggjarligan styrk at koma til
Føroya at granska.
Hvør fær gagn av avtaluni?
Tað eru í størstan mun gransk
ingarstovnarnir, sum fáa nyttu
av ESgranskingaravtaluni.
Millum teir stovnarnar, sum
eftir okkara tykki kunnu gagn
nýta mongu møguleikarnar í
FP7, eru Havstovan, Deildin
fyri Arbeiðs og Almannaheilsu
og Granskingardepilin fyri
Samfelagsmenning, sum longu
hava royndi at luttaka í rammu
skráum hjá ES, umframt
Landssjúkrahúsið og Ílegu
savnið, Náttúruvísinda deildin á
Fróðskaparsetrinum, Náttúru
gripasavnið og Fiskaaling.
Aðrir stovnar sum møguliga
kunnu koma við í FP7 verk
ætlanir eru Fornminnissavnið,
Jarðfeingi,
Fróðskaparsetrið sum heild
og Granskingardeildin á
Umhvørvisstovuni. Harafturat
eru eisini fyritøkur í privata
vinnulívinum, sum møguliga
kunnu gera seg galdandi.
Verkætlanarfyritøkan Bitland
hevur
longu vunnið sær nakrar
royndir
Tunnilin til ES
Avtalan við ES um gransk
ingarsamstarv er í sær sjálvum
einki gullegg. Talan er um
karmar og infrakervi, sum nú
skulu roynast í verki. Vit kunnu
siga, at vit við Løgtingsins
góðkenning – vónandi og
væntandi – í heyst fáa ein
nýggjan tunnil til okkara
granskingarumhvørvi at ferðast
í. Tað er so upp til granskingar
umhvørvið at gera av, hvussu
stór ferðslan verður og um
hendan íløgan í tunnilin loysir
seg samfelagsbúskaparliga.
Uttan tunnilin stendur føroyska
granskingarumhvørvið uttan
beinleiðis samband við
heimsins størstu granskingar
skipan.
Játtan til bæði – ikki
annaðhvørt
Tað er týdningarmikið at geva
gætur, at fígging bert verður
latin til verkætlanir, sum hava
europeiskan áhuga og sum hava
nakað av eginfígging við sær.
Tað ber ikki til at fáa stuðul til
reint nationalar ella
norðurlendskar verkætlanir, tí
at verkætlanirnar skulu hava
“European added value.”
Fyri at kunna gera sær vónir
um at kunna fáa stuðul til
verkætlanir, er avgerandi at
hava egnar royndir og førleika
og eginfígging við í viðfør
inum. Tað er tí ikki ráðiligt at
taka pening frá verandi
granskingarumhvørvi til at
fíggja okkara ESluttøku.
Heldur mugu vit seta av
nýggjar pengar, bæði til
limagjald, fyrisiting og til eina
ávísa eginfígging.
Óbeinleiðis
vinningurin størri
Kappingin um granskingar
krónurnar í ES er stór. Og fleiri
hava lagt dent á, at gransk
ingarskráirnar í ES ikki eru
nakað fíggjarligt sjálvtøkuborð.
Vit kunnu ikki vænta, at pen
ingur til gransking fer at floyma
til Føroya, tá ið avtalan um
føroyskan FP7 atlimaskap er
góðkend av Løgtinginum.
Hinvegin eigur dentur at verða
lagdur á teir nógvu møgu
leikarnar fyri fakligari menn
ing, fyri samstarvi og atgongd
til dýra og spesialiseraða tøkni,
sum okkara granskarar fáa við
at luttaka í granskingar verk
ætlanum innan FP7. Henda
hjáveiða verður ofta lýst við
winwin hugtakinum, tí fleiri
fáa gagn burturúr íløgum, sum
ein má gera undir øllum
umstøðum.
Umframt týdningin
fyri føroyska vitanarframleiðslu
eru møguleikar fyri, at føroyska
samfelagið beinleiðis og serliga
óbeinleiðis (sí omanfyri) kann
fáa meira úr skipanini fíggjar
liga, enn vit skulu gjalda. Væl
skikkaðir granskarar, miðvíst
arbeiði og áhugi frá gransk
ingarkervinum eru millum
fortreytirnar fyri hesum.
Nevnast kann, at eitt nú Norra
og Ísland hava góð tøl at vísa á,
tá ið talan er um lutfallið
millum tað, ið goldið verður til
skipanina, og tað, sum tey meta
seg fáa burturúr skipanini.
Umboð fyri teirra granskingar
ráð, sum vit hava samskift við,
eru sannførd um, at tað er rætt
at vera við í ESsamstarvinum,
hóast kostnaðin fyri luttøku.
Rætta løtan er nú
Í búskaparliga trongum tíðum
eru hyggjuráðini serliga at satsa
uppá útbúgving og gransking.
Hetta gera øll okkara granna
lond í løtuni. Mett verður tí, at
tað er rætt at fylgja hesum
málinum, sum vit hava arbeitt
við í fleiri ár, og gera endaligu
bindandi avtaluna fyri Føroyar
við teimum fíggjarligu avleið
ingunum, sum hetta viðførir
Atgongd til FP7 er ein av
fortreytunum fyri støðugari
menning av føroyska gransk
ingarumhvørvinum, tí hetta fer
at geva okkum atgongd til
fígging, granskingarnetverk og
ikki minst tøkni. Við eini
lutfalsliga lítlari íløgu, sum fer
til játtan til ESsamskipararnar
og játtan til luttøku í rammu
skránni (limagjald, fyrireiking
av umsóknum, eginfígging),
kunnu okkara bestu gransk
ingarumhvørvi økja munandi
um sítt virksemi innan fleiri
týdningarmikil øki, og harvið
gerast virknir partar av
europeiska granskingarøkinum
European Research Area.
Avgera sjálvi vinningin
Tað ber sjálvsagt ikki til
frammanundan at gera upp,
hvør vinningurin verður fyri
føroyska samfelagið, serliga
føroyska granskingarum
hvørvið, tá ið atlimaskapurin í
FP7 gerst veruleiki.
Jørgen Niclassen, uttan ríkis
ráðharri, lýsti støðuna sera
greitt og einfalt í Degi og Viku
hin 16. juli, har hann segði at
tað nú er upp til okkara gransk
arar at vísa, at teir megna at fáa
vinning burturúr.
At gera hesa avtaluna er sum
at gera einhvørja aðra íløgu. Vit
fáa bara at vita við vissu, um
tað loysir seg, við at royna.
Alternativið, at kvetta á
stokkinum, nú avtalan er komin
undir land, er ikki ein møgu
leiki, sum er verdur at royna.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
ES-tunnilin letur upp í heyst
Tíðargreinin
tíðargreinin
Annika Sølvará, stjóri,
Granskingarráðið