Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juli 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 138 - 22. juli 2009 Sat og læs grein í Sosial in­ um, um tað stóra arbeiði sum Fólkaheilsuráði ger á Festivalum runt landið við at práta við ungfólk um kynslív og deila ókeypis hítir út. Eg sum dagliga starvist sum Skúlaheilsufrøðingur gjørdist sera hugstoytt av, at lesa endan á greinini, har fýlst verður á upp lýs­ inginga í skúlunum, at skúlarnir svíkja tey ungu. At vit øll altíð kunnu gera tað betur, skal eg vera tann fyrsta til at ásannað, men at góðtaka pástandin um, at onki verður gjørt, vil eg púra afturvísa. Vit eru heilsufrøðingar á nærum øllum skúlunum í Føroyum og veit eg, at allar hvør í sínum lagið leggja dent á júst henda málbólk. Vit raðfesta høgt at upplýsa og greiða frá øllum broytingum í tann­ áraverðini, kynslív og rusevnistrupuleikar, og alt sum hoyrir menningi til, frá barn til vaksin. Somu­ leiðis vil eg vísa á, at vit leggja dent á, at tað hevur stóran týdningin at tosa um kenslur og kenslulív við tann unga. Leiklutur okkara innan skúlagátt gevur øllum næmingum møguleika fyri, at tann ungi til eina og hvørja tíð kann fáa fatur á okkum. Tað kann verða persónliga, ringja, smsa ella maila um eina tíð, uttan at skulla brúka óneyðuga tímar til tess. Og mínar royndir prógva, at tey ungu gera brúk av okkara tilboðið. Tey koma títt og ofta og vilja hava góð ráð ella bara venda eitthvørt sum liggur teimum uppá hjarta og órógvar. Eg veit, at tað eru nógvir lærarar, ikki bara í mínum skúla, sum gera teirra til, at upplýsa og práta við tey ungu.og ofta í tættum samstarvi við okkum. Kundi eisini gott hugsa mær at vita, hvar pástand­ urin um at skúlin svíkjur, stavar frá? Skúlarnir svíkja Heilsufrøðingur í Tórs havnar Komunuskúla Bjørghild djurhuus Tann síðsta dagin, fólka­ tingið var saman áðrenn summarfrítíðina, nevndi Edmund Joensen fólka­ tingslimur, í røðu síni møguleikan fyri at tiðna upp blokkstuulin, sum bleiv niðurfrystur frá 1. jan. 2002 at rokna, t.v.s. eftir at hann var skorin niður við 366 mio. kr. Um hetta bleiv gjørt, hevði tað givið landskass­ an um eina meirinntøku uppá meira enn 100 mió. kr. og harvið minka um hallið á fíggjarlógini við somu upphædd, eisini fíggjarlóg, sum, um ikki viðurskiftini í samfelag­ num broytast til tað betra, og tað sær tað ikki út til í løtuni, fer at hava eitt undirskot uppá útvið 1 mia. kr. Av hesum, sum Edmund Joensen nevndi, stóðst nógv kjak. Frá tjóðveldis­ manninum, sum er sjálv­ skrivaður í fjølmiðlunum, tá nakað er á vási, fingu vit tann vanliga uppsangin um ikki at taka ímóti donskum peningi, um at taka ábyrgd av okkum sjálvum (sjálvt um eg eri farin at ivast í um hann veit hvønn týdn­ ing orðið áyrgd hevur). Úr egnum flokki fekk Edmund Joensen eisini ábreiðslur fyri at arbeiða í sjálvdrátti. Samdur ella ikki, so er hetta ein møguleiki fyri at fáa landskassan nakrar eyka inntøkur, nakað sum hann harðliga hevur brúk fyri. Eisini hevði hetta havt almiklan týdning av tú at hesin peningur komið uttan eftir inn í tað føroyska samfelagið. Í hvussu so er, so havi eg ikki hoyrt, hvørki frá sam­ gongu um, hvussu vit kunnu økja um inntøkurnar uttan eftir inn í samfelagið. Tað frættist, at sam­ gongan atbeiðir við at leggja meira avgjald og skatt á borgaran, fyri at útvega landskassanum meira pening. Mín metan er, at hetta er bara ein panikloysn, og er at líkna saman við eitt húsarhald, sum er komið í fíggjarligar trupulleikar, har maðurin fer í sparibuksurnar hjá børnunum, ístaðin fyri at royna at skaffa eyka innt. kur til húsarhaldið. Fíggjarlógin, sum vit liva undir, hevur eitt risastórt undirskot. Hon bleiv samtykt beint fyri nýggjár. Seinasta summar lá ein stórur partur av okkara fiskiflota orsaka av teimum høgu oljuprísunum. Seinasta heyst fall prís­ urin fyri tey dýru fiska­ sløgini niður í eina helvt, tí tey lond, sum keypa okkara fiskavørur, vóru rakt av heimskreppuni, og tí ikki høvdu ráð at gjalda nóg mikið fyri tann dýra fiskin. Úrsliti var, at tey virkið sum høvdu t.d. keypt tosk fyri tann høga prísin, máttu til seinast selja ta lidnu vøruna við stórum halli. Áttu landstýrið og fíggjar nevnd ikki at tikið hædd fyri teimum avleið­ ingum, sum hetta hevði við sær. Var tað tí at teir trúðu blint uppá tað, sum okkara frøðingar, hesir somu fáu, sum hvørja ferð, tá talan er um fíggjarviðurskifti, vera bidnir um at gera sínar metingar. Metingar, sum í nógvum førum hava verið so skeiv­ ar, at sjálvt tann vanligi maðurin á gøtuni, hesum, sum dugir lítlutabell og nakað afturat, hevur ógvast við. Tí hvørjum livir okkara samfelag av? Er tað ikki eins og við einum vanligum húsar­ haldi, sum einans livir av tí peningi, sum verður tjentur inn í húsarhaldið. Vit síggja jú, at øll royna at økja um sínar inntøkur fyri at fáa eitt høgri livistøði. Tá inntøkan av útfluttum fiskavørum fellur, nakað sum er ávirkað uttaneftir, og ríkisveitingin verður skerd, nakað sum er sjálv­ sagt, tá sigur tað seg sjálvt, at færri peningur er at fara í umfar í samfelagnum. Hetta fer sjálvsagt at merkjast í øllum liðum. Fremstu fíggjarfrøðingar í landinum mettu at heims­ kreppan fór ikki at taka okkum. Tá tey londini, sum keypa okkara fiskavørur blivið rakt av kreppuni, og tí ikki høvdu ráð at gjalda nóg mikið fyri tað, sum sum tey keyptu, tá meti eg at kreppan gott og væl er komin til okkara. Tásitandi landsstýrið skerdi blokkin við 366 mió. kr. árliga. Fyri at rættvísgera hetta søgdu teir seg vilja menna vinnulívið til tess at viga upp ímóti niðurskurðinum. Vit vita, at tað megnaðu teir ikki. At so somu flokkarnir tey eftirfylgjandi árini kunnu vísa á, at sjálvt um blokkurin var minkaður, so gekk tað fíggjarliga væl í Føroyum, hvør skal siga at hesin hevði ikki tann týdning, sum sambands­ flokkurin vildi vera við, er ein onnur søga. Bankarnir hava í fleiri ár pumpa útlendsk tikin lán inn í føroyska samfelagið. Ein stórur partur av hesum peningi er endaður í lands­ kassanum sum skattur og avgjøld, tí tey hava skapað nógv virksemi og økt um keypiorkuna. Hetta kann ikki roknast sum sjálv­ berandi búskapur, tí hetta er lántur pengar, sum skulu gjaldast aftur við rentu. So er spurningurin um hesi lán kasta so nógv av sær, at tey kunnu gjaldast aftur við rentu. Hava tey ikki tað, og tað er nógv sum týðir uppá at tey ikki hava gjørt, so drena tey onnur virðir út úr sam­ felagnum, virðir, sum ikki eru skapað av áðurnevndu lánum. Nú tá lánimøguleikarnir hjá okkum eru skerdir, sita vit eftir við einari fíggjar­ ligari pínu, sum fyrst og fremst er ein fylgja av at blokkurin í sínari tíð var skerdur. Tá blokkstuðulin í góð­ um tjóðveldisanda verður roknaður sum virði í samfelagnum verður hann roknaður sum % av BTÚ. Hetta gevur eitt forholdsvís lágt prosenttal í mun til um hann bleiv roknaður sum % av fíggjarlógini, sum er tað rætta. Einasta, sum blokkstuðulin hevur við BTÚ at gera er, at hann saman við øðrum veiting­ um úr Danmark, sum liggja uttanfyri blokkin, umleið 1 mia. íalt, økir um okkara BTÚ við umleið 3 mia. Tá tjóðveldisflokkurin fekk annan limin í fólka­ tinginum segði hesin, at hann fór at lata helvtina av lønini til flokkin. Hví heldur tjóðveldi, at tað er rætt at fíggja flokkin við donskum peningi, meðan tað er ábygdarleyst at fíggja føroyska heilsu­ verkið við stuðli úr Danmark. Edmund Joensen kom við uppskoti um at tiðna blokkin, so vit harvið kundu fáa eina meir inntøku uppá 100 mió. Skomm, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum. Skomm ella ikki, so er tað ikki serligu álitis­ vekjandi fyri ein fíggjar­ málaráðharra at koma út við einari fíggjarlóg við einum undirskoti, sum svarar til 15.000 kr. fyri hvønn íbúgva í Føroyum. Hvør eigur skommina Andlát og jarðarferðir Kistan við Mimi Petr­ inu Olsen, fødd Jacob­ sen, ættað úr Fugla firði, fer úr kapellinum á Klaks víkar sjúkrahúsi og heim í Christians kirkj­ una mikukvøldið kl. 18. Jarðarferðin verð ur úr Christians kirkjuni hósdagin kl. 13.30. Jóhanna Joensen, van­ liga nevnd Hanna, Tórs­ havn ættað úr Hal d órs­ vík andaðist mána dagin 88 ára gomul. Farið verður úr Lands sjúkra­ húskapellinum miku­ kvøldið kl. 19. Jarðar­ ferð in verður úr Havnar kirkju hósdagin kl. 13. Tey ið vilja minn ast Honnu kunnu lata eldra­ sambýlinum Oman Hoy­ dalar eina peningagávu, konta í Føroya Banka. Hans Mohr Hansen, úr Miðvági andaðist á Lands sjúkra húsinum mána dagin 83 ára gam al. Farið verður úr Lands ­ sjúkra húskapell inum miku dagin kl. 17. Jarð ar­ ferðin verður hós dagin kl. 14 úr Miðvágs kirkju. Tey ið vilja minnast Hans Mohr kunnu lata Mið­ vágs kirkju eina pen inga­ gávu. Andlát og jarðarferðir Jákup Johnsson Thomsen Fuglafirði andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin, 58 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum hósdagin klokkan 17.00. Jarðarferðin verður úr Fuglafjarðar kirkju fríggjadagin klokkan 14.00. Sungið verður úr Sálmabókini Familjunnar vegna Marin Bára, Mortan, Jonn og Marta Tey, ið ætla at minnast Jákup við blómum ella kransi, kunnu í staðin lata eina peningagávu til Leguhúsið í Nesvík, konta í peningastovnunum. Dagurin 22. juli. Maria Magdalena. Verður nevnd sum ein av teimum kvinnunum, sum vóru í fylgi við Jesusi og verður sett í samband við ymiskar kvinnur, sum vit annars hoyra um í evangelisku frásøgunum. Var ein av kvinnunum við Jesu grøv, tá ið hann var upprisin. Magdalena merkir úr bygdini Magdala. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta -útgáva 2008) Porkeri Zacharias Bech Viðmerking til Høgna Hoydal Fyri tað fyrsta, so kunnu vit sum fjølmiðil ikki gera annað, enn at taka tøl, sum eru umbiðin og útflýggjað frá Fíggjarmálaráðnum, fyri góða vøru. Er talan um misvísandi tøl, so er tað Fíggjarmálaráðið og ikki fjølmiðlarnir, sum hava ein trupulleika. Í yvirlitinum, sum varð prentað í blaðnum, varð greitt tilskilað, at landsstýrisfólk í CHE­samgonguni ikki sótu alt árið. Men mynd varð sett av teimum, tí tey sótu størsta partin av árinum. Og tí mettu vit, at hesi áttu sín part í (meir)nýtsluni tað árið. Og tað sama varð gjørt í øðrum førum, har landsstýrissessur skifti eigara í álmanakkaárinum. PS. Vit skulu viðganga, at eitt mistak var í greinini. Meirnýtslan, sum Bill Justinussen og Páll á Reynatúgvu standa til at hava í 2002, skuldu staðið í teiginum fyri 2003. ­blaðstjórin