Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juli 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindi Nr. 138 - 22. juli 2009 Ongir nýggir tilburðir Tað eru ongir nýggir tilburðir av svínakrími staðfestir seinastu dagarnar. Tað fegnast Bjarni á Steig, virkandi landslækni um. Hann sigur, at tað vísir seg sum um at kommunulæknar hava dugað væl at samskifta við fólk og at teir hava kannað fólk, har tað er viðkomandi. Samstundis hava fólk sjálvi eisini borið seg rætt og skilagott at. Tað hevur eisini hjálpt væl til, at fjølmiðlarnir hava verið beinasamir at kunna. Higartil eru eini 100 fólk kannað og enn er svínakrím staðfest hjá 14 fólkum. Sostatt sær út til, at í fyrstu atløgu, er smittan er niðurbard. Men tað merkir so als ikki, at sjúkan er bast, tí tað verður væntandi ikki fyrrenn seinni í heyst, at krímið fer at herja av álvara, sigur Bjarni á Steig. Hinvegin skriva útlendskir fjølmiðlar eisini, at í Meksiko, har sjúkan byrjaði, er hon longu við at hasa av aftur. Læknar siga við útlendskar fjølmiðlar at tað vísir seg ofta, at evnini hjá einum virus, sum hesum,at smitta, viknar, tess longri vit koma út í smittuketuna. Tað merkir, at tann fyrsti, sum verður sjúkur, smitta reiðiliga illa, men tey, sum verða sjúk aftan á, smitta ikki líka illa so soleiðis viknar virus so hvørt sum tað breiðir seg. Tað eru sum ringar í vatninum, ið doyggja burtur, so hvørt sum teir breiða so. Tí er tað ein fyrimunur, so hvørt sum tíðin gongur. Nú verður umhugsað at stongja allar skúlar og allar stovnar til barnaansing í heyst fyri at forða svína­ krími at spjaða seg, sig ur Bjarni á Steig, virk and i landslækni. Av gerð in verður tikin fyrs ta dagin og tað kann saktans enda við, at summarfrítíðin verð ur longd í fleiri vik ur ella mánaðir Svínakrím Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað kann væl henda, at summar frítíðin hjá skúl a­ børn um og lærarum fer at verða longd í fleiri vikur ella mánaðir í ár. Fyri at forða svínakrími í at spjaða seg, verður nevni­ liga umhugsað at longja summar frítíðina og at stong ja allar skúlarnar. Tað sama ger seg galdandi fyri barna an sing ar stovn ar­ nar, sum kanska eisini verða stongd ir í sama viðfangi. Bjarni á Steig, virkandi yvir lækni váttar, at hetta er eitt tiltak, sum verður um ­ hugsað fyri at forða fyri, at svínakrími skal spjaða seg. Hann sigur, at júst í hesum døgum situr danska heilsu stýrið og eftirmetir støðu na viðvíkjandi svína­ krími og um ætlanin, sum longu er løgd fyri at at basa sjúkuni, skal endurskoðast. Og hann váttar, at spurn­ ingurin um at stongja barna skúlar og dagstovnar í heyst, er ein møguleiki, sum verður umrøddur í hes­ um sambandi. Hann sigur, at ein av fyrs­ tu døgunum kemur danska heilsustýrið til eina niður­ støðu og so fáa vit at síggja, um tað at lta skúlar og dag­ stovn ar aftur, verður ein part ur av tí. Fáa eitt andarhald Virkandi landslæknin legg­ ur afturat, at vit í Føroyum hava gjørt av at fylgja til­ mælunum frádanska heilsu­ stýrinum. So mælir danska heilsu­ stýr ið til at stongja skúlar og dagstovnar, verður tað til mælið eisini fylgt í Før­ oy um. Og danska heilsustýri plaga hinvgin at leggja seg nokk so neyvt upp at til­ mæl um frá WHO, sum er al heims heilsustovnurin und ir ST. Og tað er nettupp WHO, sum hevur reist spurningin um at steingja allar skúlar og dagstovnar fyri at forða fyri smittuspjaðing. Tey siga, at verður hetta gjørt, verður kanska fremsta smittu spjaðingar­keldan av øllum steðgað. Alheims heilsu felags­ skap ur in, WHO, sigur, at end ar hetta við, at skúlar og dag stovnar verða stongdir, verð ur tað við tí endamáli at fá eitt andarhald so at vit fáa betri stundir at gera neyðuga koppsetingarevnið, áðr enn smittan herjar á av álvara, væntandi tá ið liðið er nakað út á árið. Kostar øgiligar upphæddir Else Smith í danska heils u­ stýri num, sum stendur á od da fyri bardaganum ímóti svína krími í Danmark, segði við danska TV2 í gjár, at tað kann verða skilagott at lata skúlar aftur. Hinvegin eiga vit eisini at hugsa um, hvussu vit so leggja upp fyri, at børnini missa ein part av skúla­ gongd ini, leggur hon aftur­ at. Tey vænta, at eini 25%­ 30% av fólkinum fara at leggjast við svínakrími, har av tey flestu verða í yng­ ra endanum við tað, at tey, yvir 50 ár, vísa seg at vera í min ni vanda fyri at verða smittað, enn tey yngru. Tað fer at kosta sam felag­ num øgiligar upphæddir í sjúkra fráveru og mistari fram leiðslu. Men verða skúlar og dags stovn ar stongdir, verð­ ur tað eisini ein dýr søga fyri samfelagið, tí tað fer at merkja, at nógv starvsfólk mugu verða heima at ansa børnum, sum ikki sleppa í skúla ella í ansing. Hinvegin hevur tað eisini verið eitt tilmæli, at arbeiðs­ pláss hvør sær leggja eina til búgv ingarætlan at lata sum flest starvsfólk arbeiða heima, har tað yvirhøvur ber til. Og skuldi tað hent, at ein stór ur partur av fólkinum legst við krími, áðrenn kopp set inga r evnið er til taks, verður tað sjálvandi eisi ni ein hópur av heilsu­ starvs fólki, sum fær sjúkuna og tað kann raka arbeiðið at niðurberja sjúkuna serliga hart, eins og tað fer at raka alla aðra sjúkuviðgerð og sjúkra røkt. Viga fyri og ímóti Bjarni á Steig sigur, at tað er ongin ivi um, at sama hvør loysnin verður vald, fer tað at kosta samfelagnum í dýrum dómum, so tað ræð ur at gera eina heildar­ meting av støðuni fyri at velja tað loysnina, sum saman lagt rakar samfelagið sum minst. ­ Okkara fyrsta raðfesting er at bjarga mannalívum og har hava hava vit eina mynd av støðuni. Og hon er, at hetta vísir seg at vera ein mild sjúka. Hinvegin vísir tað seg, at tað eru ávísir bólk ar, sum eru í størri vanda enn aðrir, men øllum tí partinum halda vit okkum hava eina greiða mynd av. Onnur raðfesting er so at hyggja eftir, hvussu sjúkan rakar okkum sam felags bú­ skaparliga. ­ Í hesum sambandi verð­ ur fyrst og fremst hugsað um at koppseta fólk. Men er koppsetingarevnið ikki klárt, mugu vit hugsa um onn ur tiltøk. Og í løtuni er onki koppsetingarevni og tí er tað at stongja skúlar og dag stovnar, eitt tiltak, sum hugsað verður um fyri at av markað tann sam felags­ bú skaparliga skaðan av krími num. Men hvør endaliga niður­ støðan verður, veldst alt um, hvussu nógv tað tey ymsu tiltøkini fara at kosta sam felagnum og, hvussu vit avmarkað skaðan sum mest. Føroyskir skúlar lata møguliga aftur í heyst Bjarni á Steig, virkandi yvirlækni, sigur, at fyri at avmarka tann búskaparliga skaðan av svínakríminum, verður eisini umhugsað at lata skúlar og dagsstovnar til børn, aftur í heyst. Avgerðin verður tikin ein av fyrstu døgunum, sigur hann H1N1 kann geva skúlafrí Bretskir serfrøðingar mæla nú myndugleikunum til at leingja summarfrítíðina hjá skúlabørnunum í einari roynd at forða svínakríminum at breiða seg. Sambært blaðnum The Guardian siga serfrøðingarnar, at tað ber til at halda sjúkuni niðri og at spara mannalív við at leingja summarfrítíðina hjá skúlunum. Niels Ferguson, sum er ráðgevi hjá stjórnini, sigur við blaðið, at skúlarnir eiga ikki at byrja aftur, fyrr enn tann rætti heilivágurin ímóti kríminum er tøkur. Ed Ball, skúlamálaráðharri, hevur lítlan hug at leingja frítíðina hjá skúlabørnunum. Hann vil í hvussu er fyrst síggja, hvussu gongdin við sjúkuni verður tann næsta mánaðin, sigur hann við The Guardian. USA lagt undir hópdráp Nú verða amerikanskir hermenn lagdir undir beinleiðis medvirkan, tá fleiri túsund Taliban­fangar vórðu riknir av døgum í Afghanistan í 2001. Amerikanska herleiðslan fekk boð um, at krígsharrin Rashid Dostrum hevði tikið 4.000 hermenn hjá Taliban til fanga, og at vandi var fyri, at fangarnir kundu blíva avrættaðir. Kortini valdi stjórnin í Washington at lata krígsharran gera av, hvørja lagnu fangarnir fingu, sigur bretski hernaðarserfrøðingurin Robert Fox við Reuters. Úrslitið varð, at Taliban­ fangarnir vórðu savnaðir saman í bingjur og síðani skotnir.