Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juli 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 138 - 22. juli 2009 Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Her arbeiði eg Ein vanligur arbeiðsdagur hjá Magnusi Fuglø byrjar klokkan 7.00, tá hann setir seg í bilin og rópar á støðina. Vanliga heldur hann fram til á nátturðatíð. Men er lítið at gera millum hesar tímarnar, kemur tað fyri, at hann heldur fram til út á kvøldið. Nei, ein verður ikki ríkur av at koyra hýruvogn. Men tað er ein serstøk vinna, og tað sum tey flestu ikki vita er, at umleið 70- 80 familjur liva av hýruvogns- vinnuni í dag. Tá eru bert vanligu hýruvognsførarnir íroknaðir. Afturat koma avloysarar og bussar, greiðir Magnus Fuglø frá. Hann er formaður í hýruvogns- felagnum, sum er formanssessur, ið Auto og Bil skiftast um at hava. Í 2006 náddi hann pensións- aldrinum, men hann hevur avgjørt at halda fram við starvinum í eina tíð afturat. Eg trívist so væl við at koyra. Eg eri bara soleiðis háttaður. Í juli verður bilurin hjá mær fríkoyrdur, og tá ætli eg mær ikki at keypa mær ein nýggjan, sigur hann avgjørdur. Truplar tíðir Eftir 30 ár sum hýruvognsførari, og formaður í felagnum hjá hýruvognsførarum, veit Magnus Fuglø nógv um søguna hjá før- oyskum hýrvognsførarum. Hann byrjaði sjálvur at koyra í 1964 hjá Aksturbil, sum helt til í niðaru hædd hjá Simma. Simme helt tá til við ljóskurvarnar, har Mica í dag húsast. Eg hevði lokið útbúgving sum skipsførari tíðliga í 1960 áru- num. Men so fekk eg konu og børn, og tað gjørdist meir umráð- andi at vera á landið enn at fara burtur tá. Tá vóru tíðirnar so nógv øðrvísi. Tær vóru góðar, og ein varð væl løntur sum hýru- vognsførari, greiðir Magnus Fuglø frá. Hann byrjaði sum avloysari, og endaði sum regluligur hýruvogns- førari. Í 1978 fór Magnus Fuglø niðan í Auto at arbeiða, og so líðandi broyttust umstøðurnar hjá hýruvogsførarum í Føroyum. - Okkara vinna hevur havt tað rættiliga trupult. Serliga mvg- gjaldið, sum kom í 1993, skapti stórar trupulleikar fyri okkum. Tað var soleiðis tá, at skuldi tú keypa nýggjan bil, varð tollurin endurgoldin í tveimum ratum. Bilurin var rindaður sum tá tú rindar fyri ein persónbil, men tú fekst bert helvtina av tollinum aftur eftir eitt ár og hina helvtina eftir tvey ár, sigur Magnus Fuglø. Harafturat varð ein feilur við til at herða treytirnar hjá hýru- vognsførarum, sum forðaði teimum í at brúka bilin privat. Í dag er reglugerð gjørd fyri keyp av hýruvogni, sum gevur føroyskum hýruvognsførarum trý ár at koyra bilin, áðrenn hann verður fríkoyrdur. Ein hýruvogns- reglugerð er eisini komin, sum áleggur hvørjum hýruvognsførara eitt serligt loyvi til at koyra hýruvogn. Tíðin komin til taxametur Tað, sum nú er aktuelt og sum dúgliga verður kjakast um mill- um hýruvognsførarar er um føroyskir hýruvognar skulu hava taxametur, sum onnur lond hava. Sjálvt í Grønlandi hava tey taxametur, hóast frástøðan har ofta er lítil og eingin. Tað hevði gjørt tað so nógv lættari fyri viðskiftafólkini hjá okkum, um vit høvdu taxametur í bilunum, sum roknaði takstin út. Teir flestu førarnir eru áhugaðir í at fáa taxametur í bilarnar. Tað vóru meir teir gomlu, ið ikki dámdu tað nakað serligt, sigur Magnus Fuglø. Tað er kortini ikki ein avgerð Auto ella Hýruvognsfelagið tekur, men avvarandi myndug- leikin. Kappingarráðið skal eisini upp í leikin í hesum føri. Umleið 40 fólk starvast hjá Auto, harímillum fýra støð- dámur. Bert ein kvinna koyrir hýruvogn fyri Auto. Støðdámurnar samskipa øllum arbeiðnum hjá teimum upp í móti 40 hýruvognsførarunum. Teir kunnu allir møta til arbeiðis ein mánamorgun, og taka tað, sum er av arbeiði. Náttar- vaktirnar skulu teir skiftast um. Og skulkar ein frá síni náttar- vakt, verður ein revsaður í tríggjar dagar, við at hann verður tikin úr røðini. Ella settur út í vindeygað, sum vit eisini kalla tað, sigur Magnus Fuglø. Skiftandi tíðirnar hava broytt arbeiðið hjá hýruvognsførarum. Síðan undirsjóvartunnilin kom, liggur betri fyri at koyra ferða- fólk vestur á flogvøllin. Men tað er synd at siga, at førarnir fáa nógvan vinning fyri ein slíkan túr. Ein túrur vestur á flogvøllin kostar 180 krónur per høvd, og tá skal førarin eisini gjalda bumm- gjald fyri at koyra gjøgnum tunnilin. Tað sigur seg sjálvt, at tað ikki gevur nakran vinning. Men so hava vit gjørt tað soleiðis, at hevur tú tikið ein slíkan túr, fært tú fyrsta rætt til ein slíkan túr við trimum ferðafólkum. Júst flogvøllurin kann gera hýruvognsførarnar í øðini. - Tað tykist sum okkara flog- vøllur er tann einasti í verðini, ið ynskir okkum har piparið grør. Vit sleppa ikki fram at fyri bussum, ið hava fyrsta rætt til plássini uttan fyri inngongdina. Stilla vit okkum har, verða vit biðin um at flyta okkum. Magnus Fuglø sigur, at hann fleiri ferðir upplivir, at útlendsk ferðafólk ikki vilja lata sær lynda at koyra við bussi. Tey vilja nógv heldur taka ein hýruvogn, og verða koyrd til dyrnar. Tað ber til hjá hýruvognsførarum at gera avtalur um prís tá teir skulu koyra langt, men tað ber ikki til at fara upp um hámarksgjaldið, sum er ásett. Óskrivað lóg at tiga Sum hýruvognsførari má ein finna seg í eitt sindur av hvørjum. Tað munnu vera øll sløg av menniskjum, ið seta seg í bilin í hjá einum hýruvogns- førara. Men hvat verður tosað um í einum hýruvogni, verður Landkrabbin hjá Auto At vera hýruvognsførari er eitt serligt starv. Arbeiðs­ plássið er bilurin, og tá ein fer heimanífrá um morg­ unin, veit ein ikki hvar ein endar og hvat dagurin hevur at bjóða. Magnus Fuglø hevur koyrt hýruvogn í 30 ár, og hóast tað so dánt ber til at liva av at koyra í dag, er hann fegin um at hann gjørdist landkrabbi og setti seg handan róðrið í sínari tíð