Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juli 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 138 - 22. juli 2009 17 ikki tikið upp aftur. Tað er ein óskrivað lóg, leggur Magnus Fuglø dent á. Vit hýruvognsførarar mugu ofta sanna, at kundin hevur altíð rætt. Kemur ein fullur persónur í bilin og er ómøguligur, er ikki nógv annað at gera enn at geva honum rætt í tí, hann sigur. Jú, ein hoyrir eitt sindur av hvørjum, men ein gloymir eisini rættiliga skjótt, sigur hann. Ein annar týdningarmikil eginleiki hjá einum hýruvogns­ førara er at hava tol. Fyrr var vanligt at hýruvognar floytaðu í túninum, men tað gera hýruvognsførarar ikki longur. Slettis ikki á náttartíð. Ein hýruvognsførari skal vera rættiliga tolin. Tað fer ofta nógv tíð við at bíða. Tá vit verða bidnir um at avheinta fólk onkun­ staðni, og tey ikki koma út eftir seks minuttir, siga vit støðini frá, sum so ringir kundan upp aftur og sigur, at vit standa í túninum. Tað er ikki meiningin, men soleiðis er tað vorðið. Magus Fuglø legði út við at siga, at ein ikki gerst ríkur av at koyra hýruvogn. Hesi 30 árini sum hýruvognsførari hevur hann verið til arbeiðis á hvørjari tí einastu ólavsøku. Fyri at tað skal loysa seg, skal ein kunna koyra hvønn dag á árinum. Tað eru fleiri, ið koyra hjá okkum, sum hava okkurt arbeiði afturat. Sum hýruvognsførari hevur ein sostatt onga skipaða feriu, og ein veit ikki hvat ein hevur av arbeiði og harvið inntøku í kom­ andi vikurnar. Men fyri meg er tað heimsins besta arbeiðspláss. Her eri eg mín egni harri, og mín egni arbeiðsgevari. Eg hitti nógv fólk í mínum arbeiði, og havi fastar uppgávur, so sum at gera ørindi fyri tey gomlu á Lágargarði. Eg havi ongantíð angrað, at eg gjørdist landkrabbi, slær Magnus Fuglø fast. Umleið 40 hýruvognsførarar koyra hjá Auto. Magnus Fuglø hevur koyrt í 30 ár út í eitt. Tá hann byrjaði at koyra í 1964, koyrdi hann fyri Aksturbil, sum helt til í kjallaranum hjá Simma Mynd: Jens Kristian Vang