Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-21, síða 61
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2009síða 61

‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

120 Ólavsøkublaðið – juli '09 121 Ólavsøkublaðið – juli '09 Føroyingar og føroyavinir koma saman til gaman á Norðurbryggjuni sjálvan ólavsøkuaftan, tá kappróðrin verður varpaður út heima úr Føroyum. Hetta er sætta árið á rað, at ólavsøkan verður hátíðarhildin á Norðurbryggjuni. Eftirhondini er hon vorðin ein somikið fastur táttur í stóra summartilboðunum í høvuðstaði dana, at fólk rokna við, at eitthvørt verður fyriskipað. Undirtøkan hevur verið sera góð øll árini, og nú eru bæði Føroyahúsið og feløgini har komin í eina fasta legu við nevndini »Skt. Olavfestens venner« á odda. Nevndin sigur seg fegnast um, at tiltøkini hvíla i sær sjálvum fíggjarliga, og at nakrir sponsorar hvørt ár stuðla so væl. Men, eins og heima í Føroyum, veldst undirtøkan nógv um veðrið. Eitt serstakt tiltak er gudstænast­ an, sum á øðrum sinni verður í listaskálanum á Bryggjuni, so alt fer fram a sama stað. Tað óføra vakra fýrverkið undir midnáttarsanginum er ein annar fastur táttur, sun fólk á Bryggjuni og í Nýhavn glaða seg til á hvørji ólavsøku. Í ár verður eisini roynt at seta ein lítlan flótandi leik á pall í sjónum við bryggjukantin. – Við grillmati, smurdum breyði, drykkivørum og góðum tónleiki bæði til sang og dans er tað okkara vón, at tað aftur hesaferð skal eydnast at skipa ein hugnaligan "føroyskan dag" á Norðurbryggjuni, har øll eru so hjartans vælkomin, sigur Martin Fjallstein, sum er skrivari í nevndini Skt. Olavfestens venner í Keypmannahavn. Hini í nevnini eru Heini Davidsen, Hans Petur í Brekkunum, Mogens Nielsen, Judith Nielsen, Jógvan Svabo, Jóannes Højgaard og Gert Róðá. Meira fæst at vita um ólavsøkuna á heimasíðuni hjá føroyahúsinum www.faroehouse.dk og á Facebook/ Gert Róða. __________________________________ Lagt til rættis: Rigmor Dam Hátíðardámur á Bryggjuni ÓLAVSØKUSKRÁ Á Norðurbryggjuni týsdagin 28. juli Gevið gætur! Alt fer fram á bryggjuni! Kl. 14.00 Ólavsøkan byrjar Gudstænasta, Derhard Olsen, prestur, prædikar í listaskálanum á Norðurbryggjuni. Matsøla, grill, poppkorn o.a. á bryggjuni. Andlitsmáling o.a. Framsýning “Færøsk samtidskunst” í listaskálanum. Framsýning á 1. hædd “Havfiskeri - seks ture på Nordatlanten”. Kl. 15.00 Ólavsøkan verður sett á bryggjuni Jógvan Svabo Samuelsen heldur ólavsøkurøðuna, Andras Olsen spælir fanfaru, eisini verður felagssangur og føroyskur dansur. Kl. 15.30 Familjurundvísing í føroyskari list Møtt verður í móttøkuni á Norðurbryggjuni 10. min áðrenn byrjan. Kl. 16.00 Kappróðurin á Ólavsøku í Havn sendur yvir hátalarar á bryggjuni Andlitsmáling o.a. Kl. 17.00 Gandakallurin Magnus Tryll gandar fyri børnum Kl. 17.30 Familjurundvísing í føroyskar list Møtt verður í móttøkuni á Norðurbryggjuni 10. min áðrenn byrjan. Kl. 18.00 Bátar og kajakkir rógva Heini Davidsen er frásøgumaður. Kl. 18.30 Sjónleikur Randi Holm framførir Kópakonuna á flótandi palli. Kl. 19.00 Tónleikur á bryggjuni Jóan Petur og Hjalmar spæla og syngja. Kl. 21.00 Harmonikudansur á bryggjuni Regin Jacobsen - harmonika Flóvin Jacobsen - harmonika Andras Danielsen- bass og sangur. Kl. 23.00 Midnáttarløta á bryggjuni Midnáttarrøða - Heðin Mortensen, borgarstjóri. Midnáttarsangur - Limir úr Húsakórinum syngja fyri. Fýrverkarí Sætta árið á rað verður fjølbroytt og festligt ólavsøkuhald á Norður bryggjuni í Keyp manna­ havn við millum annað dansi, tónleiki, felags­ sangi, fýrverki, gudstænastu og sjónleiki Ferðaætlanin á ólavsøku 2009 Oyggjaleiðir: Smyril – Teistin og Ritan sigla soleiðis um ólavsøkuna: Leið 7: Smyril Ólavsøkuaftan 28/7 Ólavsøkudag 29/7 Tvøroyri - Tórshavn: 06:00 og 11.00 07:00 og 13:00 Tórshavn - Tvøroyri: 08:30 og 22:00 09:30 og 02:00 ( 30 juli – 2009 ) Leið 60: Teistin Sum Leygardag Sum Sunnudag Leið 90: Ritan Tórshavn – Nólsoy: 07:55, 09:30, 12:00, 19:00 og 22:00 09.30, 13:00,19:00 og 22:00 Siglt verður úr Nólsoy uml. 25 min. seinni Bygdaleiðir: Leið 100 Tórshavn - Vestmanna: Ólavsøkuaftan Sum sunnudag við eykatúri úr Vestmanna kl. 21:00 og úr Havn kl. 22:00 Ólavsøkudag Sum sunnudag við eykatúri úr Vestmanna kl. 21:00 og úr Havn kl. 22:00 Leið 101 Tórshavn - Gamlarætt: Ólavsøkuaftan Sum leygardag Koyrt verður eftir Ringvegnum Ólavsøkudag Sum sunnudag Koyrt verður eftir Ringvegnum Ólavsøkuaftan, Ólavsøkudag og fyrrapartin 30. juli verður ikki koyrt gjøgnum miðbýin, men ístaðin eftir R.C. Effersøesgøtu og síðani eftir Ringvegnum. Leið. 200 – 205: Ólavsøkuaftan & Ólavsøkudag: Sum sunnudag Við eykatúri frá Oyrabakka kl 18:00 til Gjógv. Leið 300 Tórshavn - Flogvøllurin: Ólavsøkuaftan Sum sunnudag Eykatúrar: úr Havn kl. 21:30. Ólavsøkudag Sum Sunnudag Eykatúrar: úr Havn kl. 21:30. Leið 400 Tórshavn – Klaksvík Ólavsøkuaftan Sum sunnudag: Eykatúr úr Havn kl 21:30 Ólavsøkudag Sum Sunnudag: Eykatúr úr Havn kl 21:30 Leið 480 Ólavsøkuaftan Sum Sunnudag Eykatúrar: 22:25 Skálabotnur - Strendur (samb. úr Havn) Ólavsøkudag Sum Sunnudag Eykatúrar: 22:25 Skálabotnur - Strendur (samb. úr Havn) Leið 600 Skopun - Skálavík: Ólavsøkuaftan Sum leygardag Tó ur Skálavík kl 11:45 Úr Dali kl 11:40 og Húsavík kl. 11:50 Á Sandi kl 12:05 til Skopun Ólavsøkudag Sum sunnudag Leið 601 Skopun - Dalur: Ólavsøkuaftan Sum leygardag Ólavsøkudag Sum sunnudag Leið 700 Tvøroyri - Vágur/Sumba: Ólavsøkuaftan Úr Sumba: kl.05:00, 09:45. Av Krambatanga kl. 10:35 og 23:55 Ólavsøkudag Úr Sumba: kl. 06:00 og 12:00 Av Krambatanga kl. 11:30 og 03:50T (30.juli – 2009) Tilkall áðrenn kl.22.00 kvøldið fyri á tel. 23 95 50 Leið 701 Sandvík - Tvøroyri : Ólavsøkuaftan Úr Sandvík: kl. 05:10, 10:10 Av Tøroyri kl.05:35 - 10:35 Av ferjuleguni: kl. 10:30 og 23:55 Ólavsøkudag Úr Sandvík: kl. 06:10 og 12.10 Av Tvøroyri. Kl. 06:35 og 12.40 Av ferjuleguni: kl. 11:30 og 03:50T ( 30.juli – 2009 ) Tilkall áðrenn kl. 22:00 kvøldið fyri á tel..22 26 90 Leið 701 Famjin - Tvøroyri: Ólavsøkuaftan Úr Fámjin: kl. 05:30, 10:10. Av ferjuleguni: kl. 10:30 og 23:55 Ólavsøkudag Úr Fámjin: kl. 06:30 og 12.10 Av Tvøroyri kl. 12:40 Av ferjuleguni: kl. 11:30 og 03:50T ( 30 juli – 2009 ) Tilkall áðrenn kl.22.00 kvøldið fyri á tel. 21 23 24 Kravið um reint vatn Eingin ivi Er um at drekkivatnið í Føroyum kann gerast nógv betri, bæði til dagligt brúk og í sambandi við flakaframleiðslu v.m. Vatnið átti at verið nógv reinari, og so leingi hetta ikki er fingið í rættlag kring alt landið hava vit ein óneyðugan heilsuvanda. MicroDrop Aqua er eitt slóðbrótandi FO-DK felag við vitan í heimsklassa. Vit kunnu tryggja føroyingum reint vatn, soleiðis at vatngóðskan, við garanti, lýkur øll ES krøv. Hetta kunnu vit gera gjøgnum ta serfrøði innan drekkivatn sum vit ráða yvir, og sum vit hava innbygt í standard loysnir. Okkara tøknifrøði er umhvørvisvinarlig, krevur lítla orku og byggir á natúrligar tilgongdir. Atgongd til reint vatn átti at verið ein sjálvfylgja allastaðni. Vit arbeiða á altjóða stigi fyri hesum, og samstarva m.a. við herin, ES og ST stovnin UNICEF Supply. við microDrop Aqua er eingin ivi um hvørja loysn kommunan fær, og heldur eingin ivi um hvør kostnaðurin er. Harafturat veita vit trygd fyri at skipanin er klár innan 6 vikur aftan á endaliga bílegging. Og longu tríggjar dagar aftan á levering er klárt at drekka 100% reint vatn! Reint drekkivatn er ikki ‘bert’ eitt ES krav. Tað er eitt fólkakrav, sum nú eisini verður reist í Føroyum. Tosa við Jákup á Lag fyri at fáa meira at vita Telefon: 58 40 20 reintvatn@olivant.fo www.MicroDrop-Aqua.com Myndirnar omanfyri eru frá okkara levering til Norðadals herfyri. Tað skal vera líka so einfalt hjá einari kommunu at keypa loysn til vatnveiting sum hjá einum húsarhaldi at keypa vaskimaskinu!