týsdagur 21. juli 2009síða 62
‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
122 Ólavsøkublaðið – juli '09
123
Ólavsøkublaðið – juli '09
- Nú eru sum frálíður mong Harrans ár farin
síðani at eg var á Ólavsøku í Tórshavn.
Minnist meg rætt luttók eg seinastu ferð í
hátíðarhaldinum einaferð í 80-árunum. Tað vil so
vera, at tess eldri tú gerst, tess minni er áhugin -
soleiðis eri eg í hvussu so er háttaður, og eg ivist
ikki í, at mong eru tey, ið eru samd við mær hvat
hesum viðvíkur.
Soleiðis sigur føroyski útisetin Mortan
Jakobsen, ið sum frálíður er vorðin 57 ára
gamal, og sum seinastu mongu árini hevur verið
búsitandi saman við familjuni á Christianshavn á
Amager í keypmannahavn.
- Sum skilst er rættiliga stórur munur á
Ólavsøkuni nú í mun til fyrr, men enn er
kappróðurin og fótbólturin í hásetri, og tað er
hóast alt sera jaligt. Seinast eg var á Ólavsøku
var fullkomið spiritusforboð í Føroyum, og havi
eg ongantíð í lívi mínum skoðað so nógv full fólk
samstundis. Mær er sagt, at síðani Rúsan varð
sett á stovn og mongu barrirnar hava stungið seg
upp á hvørjum herðashorni, er hesin óskikkur
meira ella minni horvin, og tað er gott, sigur
Mortan.
Enn sum áður elskar hann føroyskan mat,
sum t.d. knettir, ræstan fisk og seyðarhøvd –
og síðst men ikki minst, sosiala samveru við
føroyingar. Tí hevur hann seinastu 3 árini luttikið
í Ólavsøkuhaldinum á Norðuratlantsbryggjuni í
Keypmannahavn.
- Eg havi familju bæði á Fjóni og her í
keypmannahavn, og tað er í ferð við at verða
ein fastur táttur á hvørjum ári, at vit hittast á
Bryggjuni til Ólavsøkuhugna. Her fæst breyð við
føroyskum viðskera, føroyskur dansur og góður
tónleikur. Eg má viðganga, at eg eri sera fegin
um tiltakið, tí hetta hevur higartil givið mær
nógvar góðar løtur saman við landsmonnum
mínum, sigur Mortan, sum er føddur og
uppvaksin í Keypmannahavn, men hevði føroysk
foreldur.
____________________________________________________
Símun úr Konoy
Burturi á ólavsøku
Mortan Jakobsen, námsfrøðingur í Keypmannahavn:
Ólavsøkan verður allarhelst
hildin á Bryggjuni
Hoydalsvegur 19 | Postboks 1301 | FO 110 Tórshavn | tlf. 50 50 50 / 23 12 50
fax +298 31 50 79 | ansni@ansni.fo | www.ansni.fo
Call Sentur – ein nýggj tænasta hjá ANSNI
Ansni Trygdarfelag bjóðar fram tænastu at avgreiða telefon fyri virkir og stovnar,
eisini uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Hetta eru virkir, ið ynskja at veita viðskiftafólki og
samstarvsfeløgum bestu tænastu við altíð at vera tøk. Tað kann eisini vera ein minni
skrivstova, har alt fólkið er farið í summarfrí. Tá kann vera ein lætti at vera leysur av
telefonini, men hóast tað vita, at kundin fær samband og kann leggja boð.
Trygdarloysnir
Vaktarloysnir Tøkniligar loysnir
Vinnuvakt
Trygdarvørðar hava eftirlit
við bygningum og tólum hjá
stovnum og virkjum.
Skipsvakt
Vaktarhald umborð á skipum,
tá hesi liggja við bryggju.
Trygd við tiltøk
Í sambandi við tiltøk, so sum
konsertir, festivalar v.m. tekur
ANSNI Trygdarfelag sær av
trygdini og vaktarhaldinum.
Persónstrygd
Har neyðugt er at hava fasta
vakt knýttan at persóni, veitir
ANSNI Trygdarfelag eisini
hesa tænastu.
Ansni Tøkni
Ávaringarskipanir (alarmar),
eldávaringarskipanir vak
myndatól (kameraskipanir).
Aðrar tænastur
Sosialurin/KvR 34 18 00
ynskja øllum eina
góða ólavsøku!
vit hava stongt:
í viku 31 og 32
27. juli - 10. august
w w w . b l i k a . f o
Blika spf. · Akranesgøta 9 · Tórshavn · Telefon 35 66 66
Telefax 35 6667 · T-post: blika@blika.fo · www.blika.fo
Brekkugøta 8
100 Tórshavn
Telefon 31 00 72
www.karinsa.fo
Vit ynskja viðskiftafólki
okkara eina góða ólavsøku
Vælkomin til
Eysturkommunu
www.eystur.fo
savnandi
opin og vinarlig
framsøkin