Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juli 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi Nr. 138 - 22. juli 2009 3000 danir kunnu doyggja av H1N1 Danska heilsustýrið væntar, at H1N1 ella Influensa-A kann fara at kosta munandi fleiri mannalív í Danmark enn upprunaliga hildið. Herfyri metti heilsustýrið, at umleið 1.000 danir kunnu doyggja av sjúkuni, men nú sigur ein talsmaður hjá stýrinum við danska kringvarpið, at sjúkan kann fara at kosta umleið 3.000 dønum lívið, um illa vil til. Sambært danska kringvarpinum vænta bretsku heilsumyndugleikarnir, at H1N1 kann kosta meiri enn 60.000 bretum lívið. Kjakast um levnaðin hjá Berlusconi Orðalagið var rættiliga hvast, tá italska tjóðartingið í gjár umrøddi privat- lívið hjá landsins forsætisráðharra, Silvio Berlusconi. Tingmenn gjørdu serliga nógv burtur úr einari telefonsamrøðu millum Berlusconi og eina kvinnu. Fyri stuttum kom ein upptøka av samrøðuni undan kavi, og sum skilst er innihaldið ikki til fyrimunar fyri politisku støðu forsætisráðharr- ans. Undir orðaskiftinum funnust andstøðutingmenn hvassliga at Berlu- sconi, sum varð lagdur undir at oyðileggja umdømið hjá tí politiska valdinum. Tað sama halda nógvir italiumenn, tí meiningakanningar vísa, at forsætisráðharrin er ikki so væl umtóktur, sum hann hevur verið. Katólska kirkjan hevur í nógv ár verið mistonkt fyri at fjala út yvir kynsligan ágang móti børnum. Ein nýggj írsk frágreiðing sigur, at 450 børn vórðu misnýtt árini 1975 til 2004, men stuðulsfelagsskaðir siga, at rætta talið helst liggur um 4.500 ” Kanningararbeiðið hevur drigið nógv út, tí katólska kirkjan hevur mótarbeitt nevndini við hond og fót alla tíðina og hevur gjørt tað, hon er ment fyri at forða kanningararbeiðinum