Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juli 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindi Nr. 138 - 22. juli 2009 Íslendingar fiska meiri Juni royndist sera væl hjá íslendska fiskiflotanum. Hagstovan í Reykjavík sigur, at íslendsk fiskifør veiddu góð 127.000 tons í síðsta mánaði, og tað var meiri enn tvær ferðir so nógv sum í juni í fjør. Hinvegin var landingarvirðið bara 55 prosent størri. Botnfiskaveiðan í juni var 38.000 tons, sum var 12.000 tons meiri enn í juni í fjør. Uppisjóvarfiskiskapurin gav uppaftur meiri. Í síðsta mánaði veiddu skipini 84.000 tons ímóti 30.000 tonsum í sama mánaði í 2008. Av uppisjóvarfiski veiddu íslend­ ingar 45.000 tons av sild og 39.000 tons av makreli. Serliga makrelveiðan vaks nógv, tí í juni í fjør veiddu íslendingar bara 2.400 tons av makreli. Sparing gevur fangum frælsi Amerikanski staturin Kalifornia er so illa staddur fíggjarliga, at myndug­ leikarnir leita eftir øllum, sum kann skerja rakstrarútreiðslurnar. Tað seinasta uppskotið, sum nú verður umrøtt, er at lata fangar sleppa leysar, hóast teir ikki hava sitið allan dómin. Tað er Arnold Schwarzenegger, guvernørur, sum er komin við uppskotinu, og hann væntar fáa meiriluta fyri tí, skrivar Los Angeles Times. Sambært blaðnum merkir ætlanin, at 27.000 fangar sleppa úr fongslunum fyrr enn ætlað. Samstundis skulu aðrir fangar fáa tilboð um stytta fongsulstíð, um teir góðtaka at fáa viðgerð av ymsum slagi. Í dag handaði ein kanningarnevnd í Írlandi stjórnini eina umfatandi frágreiðing um misnýtslu av børn­ um innan karmarnar á katólsku kirkuni MISNÝTSLA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Síðani mars 2006 hevur ein nevnd kannað ákærur móti 46 katólskum prestum og handfaringina hjá 19 biskoppum av hesum ákær­ um. Hendingarnar eru farn­ ar fram millum 1. januar 1975 og 30. apríl 2004 Tað ganga javnan søgur um katólskar prestar og mis­ nýtslu av børnum, og tað hendir eisini, at slík mál koma alment fram. Hinveg­ in er katólska kirkjan undir støðugum atfinningum fyri at fjala út yvir hendingar, har prestar og klerikal starvsfólk misnýta børn bæði so og so. Írska stjórnin tók hetta til eftirtektar og setti eina nevnd at kanna hesar ákær­ urnar. Nevndin – Com­ mission of Investigation of Dublin Archdiocese – er nú liðug við sínar kaningar, og handaði í gjár løgmálaráð­ harranum, Dermot Ahern, frágreiðingina, ið telur ikki færri enn 2575 síður og hev­ ur tikið meiri enn trý ár at skriva. Bæði høvuðsákærin, Paul Gallagher, og ráðharrin fyri Barna­ og ungdómsmálum, Barry Andrews, hava fingið avrit av frágreiðingini. Tað er ikki nakað alment komið fram um, hvat stend­ ur í frágreiðingini, men tað er kortini greitt, at eitt tús­ undtal av persónum eru avhoyrd, og tað stendur eis­ ini greitt, at teirra frágreið­ ingar umfata sexuella, fys­ iska og psykiska misnýtslu. Í nógvum førum er talan um børn, har foreldrini ikki høvdu ráð til at tryggja teim­ um rímiligan uppvøkstur og skúlagang, ella børn hjá einligum mammum ella børn hjá skøkjum. Hesi vórðu tikin inn á katólsk barnaheim, og har fingu tey ein uppvøkstur við mis­ nýtslu av øllum handaslag. Tungur burður At kanningararbeiðið hevur tikið so langa tíð skyldast ikki bert, at arbeiðið var umfatandi. Katólska kirkjan hevur mótarbeitt nevndini við hond og fót alla tíðina og hevur gjørt tað, hon er ment fyri at forða og trupult gera arbeiðið. Kirkjan hevur í fleiri før­ um við hjálp frá rættinum roynt at steðga kanningini, men kortini til fánýtis. Nú verður so arbeitt við at forða fyri, at frágreiðingin verður almannakunngjørd. Og til tað er støða ikki tikin enn. ­ Lógin, sum heimilar nevndini at gera hesar kann­ ingarnar, sigur, at um ráð­ harrin metir, at ein almanna­ kunngerð av frágreiðingini kann skaða víðari viðgerð av frágreiðingini, skal ráð­ harrin venda sær til Hægsta­ rætt um ráð viðvíkjandi almannakunngerð, sigur Dermot Ahern við Irish Times. Hetta er eisini orsøkin til, at høvuðsákærin, Paul Gal­ lagher, hevur fingið avrit av frágreiðingini. Sambært Dermot Ahern bíðar hann eftir ráðum frá Gallagher, áðrenn hann tekur avgerð um, hvørt hann fer til Hægstarætt við málinum um almannakunngerð. So enn er ikki heilt greitt, um frágreiðingin verður almannakunngjørt ella ikki, men tað er kortini lítið sann­ líkt, at hon verður hildin loynilig av stjórnini. Børnini revsað Tað skuldi ofta ikki so ógvu­ liga nógv til, fyri at børn vórðu sett í kirkjunnar um­ sorgan. Ofta vóru tað børn, sum skulkaðu frá skúlanum, ella børn, sum hapsaðu okk­ urt góðgæti frá keypmann­ inum, ella børn hjá ógiftum einligum mammum. Ofta fóru tey úr øskuni í eldin, tí hesi barnaheim vóru reinar tortur institutiónir, har rituellar bukingar og hóttanir hoyrdu gerandisdegnum til. Við nevndina hava hesi børn sagt – fleiri teirra eru sjálvandi vaksin í dag – at tey ongastaðni høvdu at fara við sínum søgum um, hvussu tey høvdu tað. Fleiri enn túsund persónar eru avhoyrdir av nevndini, og fleiri teirra eru komin langvegis frá at vitna fyri nevndini, fólk, sum eru flutt uttanlands eftir at tey eru vorðin vaksin. Írland hevur síðani mitt í 90­unum fleiri ferðir verið á gosi um katólsku verjuna av sexuellum misnýtslum av børnum. Soleiðis noyddi fyrsta stóra skandalan um pedofilar prestar stjórnina at leggja frá sær í 1994. Í 1999 mátti fyrrverandi forsætismálaráðharrin, Ber­ tie Ahern, alment umbera vantandi evnini hjá stjórnini at verja rættindini hjá børn­ um í katólskt kirkjustýrdum institutiónum. Í túsundatali Írska dagblaðið, Irish Inde­ pendent, skrivar í dag, at talið av ofrum fyri sexmis­ nýtslu helst er omanfyri tey túsund, og ikki 450, sum frágreiðingin annars sigur. Tølini hevur dagblaðið frá einum bólki til verju fyri ofrini, One in Four. Tey meta, at fleiri av ofrunum ikki enn hava traðkað alment fram. Stuðulsbólkurin hevur heitt á stjórnina um at bíða við at almannakunngera frá­ greiðingina, so tíð verður at fyrireika seg upp á allan tann hópin, sum fer at geva seg til kennar, tá misnýtslan verður alment kend. Saman við Dublin Rape Crisis Centre og Survivors of Child Abuse (SOCA) hevur One in Four tí inniliga heitt á ráðharran, Dermot Ahern, um at bíða við at almanna­ kunngera frágreiðingina inntil heystar, tá stuðulsfel­ agsskapirnir eru til reiðar at taka ímóti øllum, sum traðka alment fram. Erkabiskoppurin av Dub­ lin, Diarmuid Martin, hevur ávarað um, at avdúkingarnar hjá ofrunum í frágreiðingini fara at verða bæði »sjoker­ andi og ræðuligar«. Felagsskapir eru longu ovfarnir av hópinum av fólki, sum hava traðkað fram eftir almannakunn­ gerðina av sonevndu Ryan frágreiðingini í mai, sum umfataði sexuella misnýtslu í katólskum skúlum. ­ Vit vita, at 10 prosent av ofrunum traðka framm, so tá Diarmuid Martin tosar um 450 offur er grundarlag at rokna við, at rætta talið er 4.500, sigur Maeve Lew­ is, leiðari av One in Four. Nær frágreiðingin so verður almannakunngjørd og hvat ítøkiliga stendur í henni er ikki greitt enn, men írska fólkið fylgir væl við málinum. Sexmisnýtsla av børnum í Guds navni ” Írland hevur síðani mitt í 90-unum fleiri ferðir verið á gosi um katólsku verjuna av sexuellum misnýtslum av børnum. Soleiðis noyddi fyrsta stóra skandalan um pedofilar prestar stjórnina at leggja frá sær í 1994. Dermot Ahern, írskur løgmálaráðharri, fekk í gjár handaða frágreiðingina um misnýtslu av børnum í katólskum institutiónum frá kanningarnevndini, Commission of Investigation of Dublin Archdiocese