mikudagur 22. juli 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 22. juli 2009
EB/Streymur
hevði einki at gera
Tí eins og í Føroyum var
tað Apoel Nicosia, sum
setti dagsskránna, tá teir
spældu EB/Streym út úr
altjóða fótbólti í ár
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Har var eingin ivi. Apoel Nicosia var
munandi betra liðið. Tað var
staðfest á Tórsvølli í farnu viku, og í
gjárkvøldi á Kypros varð søgan á
Tórsvølli endurtikin.
Apoel Nicosia hevði fult
tamarhald á dystinum frá byrjan til
enda. Teir vunnu 3-0, hóast EB/
Streymur royndi og í stóran mun
eisini megnaði at halda Apoel
Nicosia frá teimum stóru
málmøguleikunum.
Trý mál eftir innlegg
Í roynd og veru hevði Apoel Nicosia
bara ein 100 prosent møguleika,
umframt tey trý málini. Henda tók
Gunnar á Steig sær av, men hann
megnaði kortini ikki at gera nakað
við tey trý innleggini, ið førdu til
kypriotisku málini.
Innleggini vóru ógvuliga væl,
men tað var ikki altíð, at EB/
Streymur stóð akkurát har, sum
bólturin kom.
Lítið at bjóða uppá
Í farnu viku vísti EB/Streymur, at teir
kundu koma framvið eftir vøllinum
og koma til onkrar kjansir. Serliga
Gudmund Nielsen var ein háttan tá,
men hvørki hann ella hinir í EB/
Streymi, munaðu nakað serligt fram
eftir vøllinum í gjár.
Eini tríggjar hálvar møguleikar
var alt, tað kundi blíva til.
Gott og heitt
Bárður Olsen hjá EB/Streymi letur
annars rímiliga væl at dystinum í
gjár.
– Har var ikki so nógv, vit kundu
gera. Teir stóðu ótrúliga væl og
spældu væl. Men tað var stuttligt at
spæla undir góðum umstøðum við
nógvum áskoðarum og góðum
veðri, sigur Bárður Olsen, sum ikki
helt tað vera ov heitt at spæla á
Kypros.
– Tað er í øllum førum ikki nakað,
vit kunnu skylda upp á, sigur
Bárður Olsen hjá EB/Streymi.
Jørgensen
í HB Køge
Hans Jørgensen er nú
knýttur at besta hópinum
hjá HB Køge. Tað váttar
málverjin fyri Sosialinum.
Hann hevur seinastu tvey
árini búð í Danmark, har
hann eitt nú var
sáttmálabundin í FC Amager.
Í vetur fekk Jørgensen
álvarsaman skaða, men nú er
skálamaðurin tøkur aftur.
HB Køge spælur í bestu
donsku fótbóltsdeildini.
- uni
Barna
súkklu
kapping á
Ólavsøku
Mánakvøldið hin 27. juli
skipar Tórshavnar
Súkklufelag fyri
barnasúkklukapping í Havn.
Tað verður einans kappast í
býarkoyring. Gentir og
dreingir kappast í hvør
sínum bólki, og heiðursmerki
verða lutað til trý tey
fremstu. Kappingin byrjar
klokkan 20.00.
Kappast verður í hesum
bólkum:
Bólkur 1: 8 ár og yngri (fødd í
2001 og aftaná). Súkkla
umleið 2 km.
Bólkur 2: 9-11 ár (fødd í
1998-2000). Súkkla umleið 4
km.
Bólkur 3: 12-14 ár (fødd í
1995-1997). Súkkla umleið 6
km.
Bólkur 4: 15-17 ár (fødd
1992-1994). Súkkla umleið 8
km.
EB/Streymur hevði ikki
nógv at siga í dystinum
ímóti Apoel Nicosia í
gjárkvøldi
Savnsmynd: Sofus D.
Johannesen