Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-22, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juli 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 22. juli 2009 – Nr. 138 Malsom byrjaði væl Fyrrverandi B36-leikarin Sam Malsom fekk í gjár eina frálíka byrjan í Þrótti. Onglendingurin var við frá byrjan, tá hann og liðfelagarnir vunnu heili 4-0 á heimavølli móti Breiðabliki í gjár. Malsom, sum í farnu viku skifti úr B36, átti næstseinasta fótin á bóltinum undan málinum til 2-0. Framherjin var útskiftur miðskeiðis í seinna hálvleiki. Við sigrinum lyfti Þróttur seg av aftasta plássinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Felagið er nú nummar 11 við einum stigi frá bjarginini. Hanus Thorleifsson til HB Skálamaðurin, sum seinastu árini hevur spælt við B36, vandi við HB í gjárkvøldið, skrivar heimasíðan hjá Kringvarpinum. Sama heimasíða skrivar, at Hanus Thorleifsson tískil helst verður at síggja í dysti HB fyri HB skjótt. Kringvarp.fo vil vera við, at Hanus Thorleifsson var nær einum skifti til júst HB undan hesum kappingarárinum, men at B36 gjarna vildi halda áfram við samstarvinum við Hanus Thorleifsson og tískil varð henda avtala av ongum. – Men ta avtaluna hevur felagið ikki hildið, og tí sleit eg sjálvur samstarvið við B36. Tað er orsøkin til, at eg helt uppat. Allar aðrar søgur eru fjas, sigur Hanus Thorleifsson við kringvarp.fo. FÓTBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo HB skal í annaðkvøld spæla týdningarleysan dyst í Europe League. Oddaliðið í føroysku landskappingini varð bukað av við 4-0 í fyrra dystinum móti AC Omonia av Kýpros. Tí ræður tað bara um hjá teimum reyðu og svørtu at avgreiða dystin, soleiðis, at hópurin kann hugsa um komandi uppgávurnar í landskappingini. Fara at royna Bjarni Jørgensen var í byrjunaruppstillingini, tá HB tapti sannførandi á Kýpros í farnu viku. Hann sigur, at úrslitið vísir týðiliga munin á føroyskum og kýpriotiskum fótbólti. Men hann vísir ikki aftur, at høvuðsstaðarfelagið fer at royna at geva AC Omonia skarpan gang í morgin. - Vit fara sjálvsagt at royna at vinna føroyskum fótbólti altjóða stig. Men vit hugsa samstundis um landskappingina, tí møguleikin at vinna seg víðari er horvin, sigur Bjarni Jørgensen. Men er talan ikki bara um ein avgreiðsluspurning? - Sum so, jú. Tað er altíð ein uppliving at royna seg í evropeiskum kappingum. Vit høvdu ikki beinleiðis væntað at vunnið okkum víðari. Vit merkja, hvussu tað er, tá amatørar spæla móti yrkisleikararum, greiðir Bjarni Jørgensen frá. Liðið helst broytt HB fær sunnudagin vitjan av fuglfirðingum í landskappingini. Tá er umráðandi hjá liðnum at fáa fult, tí høvuðsstaðarfelagið hevur ikki vunnið í seinastu tveimum royndunum. Og júst tað hevur Sámal Erik Hentze, venjari, helst í huganum, tá hann sendir sínar leikarar á vøllin í annaðkvøld. - Tað verða helst ymsar broytingar. Dysturin sunnudagin er meira umráðandi, og tí fáa summir av stuðulsleikarunum hvíld. AC Omonia fer ikki at leggja eins nógv fyri, sum í fyrra dystinum, og tí eru útlitini fyri einum frægum úrsliti í lagi, sigur Bjarni Jørgensen, og leggur afturat, at føroyingarnir serliga skulu ansa sær í deyðbóltsstøðum, har kýpritotiska liðið var serliga vandamikið seinast. Dysturin millum HB og AC Omonia byrjar klokkan 19.00. Stór útskifting í FC Hoyvík Heili sjey broytingar eru framdar í leikarahópinum hjá FC Hoyvík í summar FC Hoyvík brynjar seg av álvara til oddastríðið í næstbestu føroysku fótbóltsdeildini. Tað eru framdar heili sjey broytingar í leikarahópinum í summar. Heini í Skorini og Jóhan V. Gunnarsson, sum áður hava spælt við B36, eru knýttir at hópinum. Tað eru Uni Holm Johannesen úr B36, Leivur Simonsen úr Undri FF og Bergur Strøm eisini. Hinvegin hava Ikechkwu Onyema, eisini róptur Ike, og Høgni Warberg skift til B71. FC Hoyvík, sum undan summarsteðginum ikki vann í fimm dystum upp í slag, vann seg leygardagin upp á fimta plássið. Tá vann liðið 3-2 á heimavølli móti næstbesta liðnum hjá B68. - rólant Avgreiðsluspurn­ ingur í Gundadali Endamálið við seinna undandystinum í Europe League millum HB og AC Omonia er einans at fáa dystin avgreiddan. HB fer ikki at vinna seg víðari, og vil fegin hugsa um landskappingina Jóhan V. Gunnarsson, sum áður hevur spælt við B36, spælur við FC Hoyvík í summarfrítíðini - Vit hugsa samstundis um landskappingina, tí møguleikin at vinna seg víðari er horvin, sigur Bjarni Jørgensen um dystin ímóti AC Omonia í annaðkvøld