mikudagur 22. juli 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 138 • 22. julil 2009
MIÐvIkaN
27
sleppa at búgva hjá honum. Hevði
roknað við, at hetta var í lagi,
tá ið hann ikki hevði fingið svar.
“Men fanin heldur,” sum hann
sigur.
“Jeg maatte siden tage ind
paa denne modbydelige Anstalt,
og jeg blev vist ind i et Værelse,
hvor 7 andre Mennesker laa og
snorkede, aa, jeg var saamænd
ond indvendig og tænkte hvert
Øjeblik paa at flygte uden videre.
Det var alt andet end hyggeligt,
et laast Værelse, Vinduerne
lukkede, Gardiner for, ja, jeg
troede, at jeg skulde kvæles hvert
øjeblik. Ved en Seng stod der
nogle Krykker, ved en anden et
forlorent Ben o.s.v. i den dur. Jeg
lukkede selvfølgelig ikke et Øje i
hele Natten.”
Hann ilskast inn á mammu
beiggjan Chr., sum ikki vildi hýsa
honum. Dagin eftir er Egil so
saman við mammuni og ommuni.
Hann var annars nakrar dagar í
Keypmannahavn, har hann hugn
aði sær við at fara í Tivoli saman
við vinum. Hann var eisini hjá
tannlækna.
Aftur á Sanatoriið
Men tann 30. juni gekk leiðin
aftur á Sanatoriið. Hann var rættu
liga illa fyri aftaná Keypmanna
havnartúrin. Serliga hevði hann
pínu í rygginum og hevði ringt við
at standa á beinunum.
Tann 14. juli var útferð hjá
sjúklingunum. Tey vóru í 14 bilum.
Ein bilur við tónleiki koyrdi mitt í
fylginum. Farið varð út í skógin,
har tey fingu eina sigar hvør og
eina Carlsberg. Síðan var gingið
runt í skóginum, og so var farið
heim aftur í góðum hýri, har eisini
varð sungið. Komin heim fingu
tey fyri eina ferðs skuld góðan
nátturða, heitan búff og Carlsberg,
samstundis sum tónleikurin spældi
í túninum.
Tann 27. juli kom landsformað
urin fyri tuberklafelagið og helt
fyrilestur um “Landets øko
nomiske Stilling.” Niðurlagið var
“Sparesystem, Nationalforening
og Sparesystem.” “En forretn
ingstale fra ende til anden,” sigur
Egil um røðuna, sum vardi í tveir
tímar.
Tann 31. juli var aðalfundur í
Faxinge Santorieforening. Hetta
var ein rokfundur. Ein nýggjur
limur “stod op og lavede ordent
lig brok i den. Han læste op af
en Skrivelse, der gik ud paa at
vælte bestyrelsen grundet paa en
masse usandfærdige Historier.”
Formaðurin vísti øllum hesum
aftur sum “den rene og skære
Løgn”. Formaðurin kravdi so eina
álitisváttan frá fundinum, og tað
fekk hann. Tann, sum klagaði,
mátti so eisini geva eina umbering.
Eftir ein slíkan fund høvdu allir
fundarluttakararnir fepur.
Ítrivini vóru eisini at telva og at
spæla uppá grammofon, sum tá
man hava verið sera forkunnugt,
spæla sjónleik og so at skriva
brøv, ganga túr og taka myndir.
Tann 16. august skrivaði Egil
til Poul Kjelnæs, Margrethe
Effersøe, kona Oliver P. Effersøe,
Ingeborg Lützen, fastrina Magda
lenu, abban Johan Christian og
pápabeiggjan Johs. Tað er týðu
ligt, at tað hevur ligið væl fyri hjá
honum at skriva.
Prátað varð sjálvsagt eisini við
aðrar sjúklingar. Tann 17. August
tosaði hann við ein sjúkling,
sum kallaðist Harder. “Det var
jo sidste Aften, Harder var her.
“Lykkelige menneske”, blot det
var mig.” Tað mundu vera mong,
sum vóru í somu støðu.
Tann 31. august hevði ein
“kandidat Nyfeldt” fyrilestur um
tuberklabasilluna. Fyrilesturin vardi
2 tímar. Aftaná bar til at síggja
bakteriuna forstørraða 800 ferðir.
Omman í Keypmannahavn fylti
2. september, so Egil sendir henni
eitt langt bræv við myndum av
sær, har hann telvaði.
Tann 3. september var rok.
“Da Overlægen var Halgang var
“Sukkermanden” og “Mikkel Muk”
ikke inde i Hallen. Begge havde
været i Præstø og kom plakatfulde
hjem. “Sukkermanden” havde
givet Forvalteren en blodig Tud.
Selvfølgelig blev de begge fyrede
og maatte tage af sted med 7
Toget næsten Morgen.”
5. september: Boð
um at fara heim
Var til Undersøgelse hos
Reservelægen. Han var jo som
sædvanlig meget venlig.
“Ja,” sagde han, “desværre
maa jeg sige dem, at der ikke har
været nogen fremgang denne
maaned”. Det staar nærmest stille,
men maa jeg ogsaa sige, at der i
hvert fald ikke er mindre at høre
denne Gang. Siden talte jeg med
ham om Rejsen, og han raadede
mig absolut til at tage af sted, thi
han mente ikke, at jeg egnede
mig særlig godt til disse Forhold,
som der for Øjeblikket var paa
Sanatoriet. Siden talte jeg med
Overlægen hen paa Eftermiddagen,
og vi blev saa enige om, at jeg
skulde tage af sted fra Sanatoriet
den 12. September. Derpaa ringede
jeg til Moder og fortalte hende
Aftalen. Hun var selvfølgelig som
sædvanlig misfornøjet og mente,
at jeg kunde have ordnet det paa
en anden Maade. Men jeg sagde
hende blot, at nu skulde det blive
saaledes, som vi havde bestemt
det.
Egil segði farvæl, fekk resept
uppá millum annað opiumsdropar
og havragrýn! og fór við toki
til Keypmannahavnar. Fleiri av
vinunum frá sanatoriinum fylgdu
honum til jarnbreytastøðina. Í
Keypmannahavn tók mamman
ímóti honum.
Hesa ferð kom Egil at gista
hjá “Onkel Chr”. Her var tað
“ligefrem en Nydelse” at koma í
eina nossliga song.
Men hann var illa fyri. Hevði
fepur, spýði og føldi seg sera
veikan. Men tað var nógv at
gera, áðrenn farast skuldi. Hann
fór í býin at keypa okkurt, hann
skuldi hava heim við, men hann
var so ússaligur, at hann mátti
fara til eina kiosk at ringja til
mammubeiggjan Chr. at koma
eftir sær.
Hevði um kvøldið vitjan av
Aage Mortensen, og “vit sótu og
sjóvaðu eina góða løtu.”
Tann 22. skrivaði Egil til fólk,
sum hann kendi á sanatoriinum,
og hann ringdi eisini til onnur
teirra. Hann fekk vitjan av frk.
(Henriettu) Høgnesen og frk.
Bærentsen. Egil skuldi fyri tær
hava ein hóp av heilsanum við til
Føroyar.
Heim aftur til Føroya
Tann 23. september 1917 fór
Egil, so veikur hann var, heim við
ferðamannaskipi. Fyrst fór hann
at siga ommuni farvæl. Hana kom
hann ikki síggja aftur og so heim
til mammuna, sum lá sjúk av
gallsteini.
Vinirnir, sum høvdu verið um
Egil, komu við umborð, har tey
fingu sær eitt glas av portvíni
saman. Umborð var ein hópur av
øðrum føroyingum, sum eisini
vóru og søgdu kenningum farvæl.
Morgunin eftir verður skipið
steðgað av einum týskum kavbáti.
Skiparin mátti umborð í kavbátin
við sínum pappírum. Men tá ið
skiparin hevði sæð hesi, sluppu
tey at halda fram.
Komið var skjótt í rull, men Egil
liggur í koyggjuni við fepri og
lesur Maanedsmagasinet. Hann
tekur aspirinpulvur og svav tí væl.
Dagin eftir er veðrið eitt sindur
betri. Egil er uppi og etur morgun
mat.
Teir koma so fram til Havnar
tann 27. September.
“Det var slemt Vejr i Thorshavn.
Peter Mortensen og jeg tog
i Land med Postbaaden. Det
øsregnede. Da jeg kom paa Land
var jeg Dødtræt, nær ved at
segne, hilste paa flere, men var
dog selv helt Aandsfraværende.
Faster, Johs, Sanna Kjælnes og
Ingeborg Lützen tog imod mig.
Komin heim heilsaði hann abb
anum, tann gamla Faktorin. “Ja,
han var meget forandret i det Aar,
jeg havde været borte.”
Búði á Apotekinum
Í Havn búði Egil á Apotekinum
í Nólsoyarstovu saman við
abbanum Johan Christian, fastrini
Magdalenu og pápabeiggjanum
Johs., sum var apotekari.
Vit hava fyrr havt grein um Johs
í røðini Hendur ið Sleptu, men
her skal skoytast uppí ein lýsing
av honum, sum Eiden Müller
skrivaði í sínum endurminningum
“Minnislýsingar” um jólini, sum
hann minnist tey sum barn:
“Tá var avmarkað, hvat ið fekst
av tinganesti. Men ein serstakan
dám setti gamli apotekarin Johs.
Djurhuus á høgtíðina. Hann var
ein gamal vinur av húsinum, og
gamal drongur sum hann var, kom
hann altíð til okkara at halda jól
sjálvan jólaaftan aftaná kirkjutíð
alt tað, sum eg kann minnast. Á
apotekinum við ósan hevði hann
umframt vanligar apoteksvørur
eisini sjukulátu og bomm, og altíð
hevði hann pakkar við góðgæti
við til okkum beiggjarnar. Johs var
barnavinur burturav, og manga
løtuna sótu vit smádreingir allar
ársins tíðir í stovu hansara, har
hann borðeiddi við øllum góðum,
meðan hann spældi við okkum,
sjálvur sum eitt barn við reinum
og opnum sinni. Hann var eitt
menniskja, øll mundu vera góð við,
og eg gloymi hann ongantíð.
2. jóladag var hann so leingi,
sum hann orkaði, og komin um
tey 70, traditionellur jólamaður
í Havnar Klubba við hvørja jóla
træsveitlsu. Hann var loraður
í einum togi niður av loftinum
gjøgnum eina lúku, og frøin var
stór á børnunum, tá ið Johs við
posanum og øllum
gávunum kom niður á
gólvið og fór at býta ➘
Ognarlutir hjá Johs. Ein heilt serligur sigarkassi, pípan og klokkan, hann
brúkti, tá hann hevði brúk fyri at tilkalla tænastufólk
Hetta er stólur sum Faktorin, abbi Egil, hevur átt. Eigari av hesum lutum
er Heri Mørkøre