mikudagur 22. juli 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
28
nr. 138 • 22. julil 2009
út pakkarnar. Stórt jólatræ var
eisini, sum dansað varð um.
Føroyskir og danskir jólasálmar
og jólasangir vórðu sungnir av
glaðum barnarøddum og borðreitt
varð, áðrenn vit fóru heim við
sjokulátu og køkum. Eg hugsi
næstan, at Johs mundi halda á
til stutt fyri sín deyðadag fyrst í
30-unum.
Nógvar vitjanir
Egil greiðir gjølla frá teimum
vitjanum hann hevði, eftir at
hann var komin heim. Tey komu
eisini í ymiskum ørindum. Ein
tann fyrsta var av kona Petur í
Mattalág, sum vildi hava tíðindi
frá dóttrini Helgu, sum hevði búð
niðri, men Egil hevði ikki hitt hana
í Danmark.
Somu ørindi hevði Hanne í Kina
at vita, um Egil hevði sæð Hallu,
sum man hava verið ein dóttir. Tað
hevði hann ikki gjørt. Kanska hava
tey ikki ímyndað sær, hvussu stórt
Danmark var í mun til Føroyar.
Egil hevði 7. oktober vitjan
av ommu Lüt og abbanum, sum
Johs mátti hjálpa upp gjøgnum
trappurnar, ja, hann mátti nærum
bera hann.
Ein, sum ofta vitjaði, var “omma
Lüt.” Roknað er við, at hetta er
onkur “omma” av Lützenfólkinum,
sum tey hjá Faktorinum høvdu so
nógv samband við. Men tað er ikki
eydnast at finna nakran, sum sam-
svarar við hennara føðingardag
6. mai. Gitt er, at hetta kann hava
verið einkjan eftir Nichels, Sigrid
Maria, sum kann hava verið í Havn
at vera hjá onkrum av børnunum.
Um nakar veit meira um hetta,
vilja vit fegin frætta.
Egil hevði sama dag eisini vitj-
an av Katrinu hjá Kjalnes Petur.
Hetta er Katrina Christiansen,
sum í síni tíð hevði handilin við
sama navni í Bringsnagøtu. Her
var eisini vinskapur, hóast tað var
heilt fitt av aldursmuni millum
tey.
Katrina Christiansen, dóttir
Biritu og Kjalnes Petur, yvirtók
handilin í 1927 og rak hann, til
hon doyði í 1950. Síðani yvirtók
sonurin, Haldor Christiansen
handilin, sum hann rak til fyri
fáum árum síðani.
Tað vóru fleiri ung, sum hildu
saman um hesa tíðina. Á mynd í
blaðnum í dag sæst Egil saman
við Katrinu, Hedvig Restorff og
Nancy Svendsen, sum heldur
ikki fekk langt lív. Hon doyði
eins og Egil í 1919, og fara vit
at umrøða hana í røðini Hendur
ið Sleptu. Tey standa lið um lið í
kirkjugarðsprotokollini.
Í sambandi við arbeiðið við ta
greinina er komið fram á eina lítið
“trekk” um Katrinu.
Tann 7. Januar 1922 fekk Sigrid
f. Svendsen gift við Vilhelm Nielsen
eitt hefti við nótum frá Katrinu.
Við hesi gávu var eitt visitkort,
har tað var prentað Katrine
Petersen, Thorshavn, Færøerne.
Hetta var so prentað, áðrenn
Katrina varð gift, og tað er í
sær sjálvum nokk so pussugt,
at ein ung genta tá í tíðini fær
sær visitkort. Men hon giftist
so við Viggo Christiansen, og
hevði tá við penni sett f. (fødd)
frammanfyri Petersen og hevur
skrivað Christiansen omanfyri.
Aftanfyri hevði Katrina so
skrivað hetta fitta versið:
Din første Fødselsdag som Moder
Jeg give dig vil disse Noder
Og ønske af Hjerte din Datter lil
Ofte maa høre dit søde Spil
Tillykke
Tað kann vera nevnt, at Katrina
var systir Wensil Petersen, sum
var giftur við Sofíu, systir Sigrid.
Um kvøldið kom Poul Kjelnæs.
Hann kom ofta á vitjan. Poul var
systkinabarn Sofus, pápa Egil.
Poul var ein vælumtóktur bakari.
Tá ið hann doyði, skrivaði Georg
Lindenskov Samuelsen um hann:
“Som Menneske gik Afdøde
stille og fordringsløs blandt
os. Hans venlige Væsen lyste
stilfærdigt op i Smil, naar man
mødte ham, og han mestrede
med Uforlignelighed Opmuntring-
ens Kunst, naar det krævedes
blandt Vennekredsen.”
Egil hevði tann 9. oktober
vitjan av Joen Kjølbro og Mourits
Vinther úr Klaksvík.
Kjølbro var kendur við ættina.
Hann var føddur í 1887. Hann kom
í Bechs handil í 1903 og hevði
tískil arbeitt saman við Faktorinum
í eini fimm ár. Hann var í virkinum
fram til 1912. Frá 1912 til 1915
var hann fyristøðumaður fyri
úthandilin á Biskupstøð, har Karen
Jacobsen, sum hann giftist við,
hevði verið fyristøðukvinna undan
honum. Í 1915 stovnaði hann sín
egna handil, sum var byrjanin til
størstu fyritøku, sum hevur verið í
Føroyum.
Mourits Winther var føddur í
1869. Hann var ættaður av Sandi
og giftist við Sonnu, sum var
dóttir Nichels Lützen. Hann kom
at reka Jørgen Bech og Sønner
víðari, og kom tað framvegis at
vera størsta virki í Norðoyggjum
upp til 1920-ini.
Tann 10. hevði Egil vitjan av
Absalon presti. “Han var den
samme Absalon, som han altid
havde været.”
Abalonprestur vitjaði
eisini
Absalon Joensen var eisini
ein serligur persónur. Hann var
veruliga meira kendur fyri nógv
annað enn sítt prestayrki. Hann
fór pílagrímsferð til Jerusalem,
sum hann eisini skrivaði bók um.
Annars var hann slóðbrótari innan
svimjing í Føroyum. Eisini var
hann slóðbrótari innan fráhalds-
arbeiðið. Hann var eisini kendur
fyri sínar myndatøkur. Ikki minst
av fiskimonnum yviri í Íslandi, tá
hann var sjómansprestur har yviri.
Absalon var eisini kendur fyri
sítt hjálpsemi. Han vitjaði javnan
Egil.
Tann 11. hevði Egil vitjan av
Hedvig Restorff, sum var gift við
Nyholm Debes. Tann 12. Fær
hann vitjan av læknanum Dr.
Hansen, og hann helt Egil hava ov
lítið av magasýru.
Egil varð vigaður 13.10, og
vigaði hann tá bert 93 pund. Hann
hevði tapt seg nógv, síðan hann
fór av sanatoriinum í Danmark.
Tá hann kom hagar, vigaði hann
kortini 100 pund.
Tann 17. kom Beskytteren frá
Keypmannahavn, og Egil fekk
nøkur orð frá mammubeiggjanum,
sum hevði skrivað fyri mammuna,
sum enn lá sjúk.
Hevði tann 18. vitjan av sínum
gudsoninum Albert hjá Søreni.
“Hann var ógvuliga fittur at tosa
við.”
Aðrir, sum vitjaðu, vóru Johan í
Grótinum og “snedker Mørkøre”,
m.a. pápi Onnu Askham, sum
gjørdist 104 ár. Tá ið nakað
skuldi gerast vóru boð send eftir
honum. Hetta var ikki minst, tá ið
bandagan skuldi spennast.
Súsanna, mostir Onnu, helt hús
hjá Josh, og tað er eisini ofta,
at hon verður nevnd í dagbókini.
Hon var eitt álitisfólk, og hon
skipaði fyri búgnum, tá ið Josh
doyði í 30-unun.
Í samrøðu, sum FF-blaðið hevði
við Onnu Askham í 2003 greiddi
hon frá, at beiggi Súsannu, Niclas,
var kallaður petroleumskongurin,
tí hann seldi petroleum og
olju í Føroya fyrstu oljuhavn á
Langasandi í Kollafirði.
Hann var ein tann fyrsti føroying-
ur, sum hevur verið uppi á Rockall.
Hetta var í 1886 við Delfinuni.
Annars fekst Egil framvegis
nógv við telva við tey, sum komu
inn á gólvið.
Ein, sum ofta kom inn á gólvið,
var Jacob Kjelnæs, sum var kom-
in aftur til Havnar eftir at hava
arbeitt hjá T.F. Thomsen í 43 ár,
har hann varð roknaður at vera
ein framúr alitismaður.
15. November
Vánaligur ársdagur
I Dag er det lige et Aar siden,
jeg rejste til Kjøbenhavn i Haab
om at blive helt rask, men hvem
der endnu er meget sløj og er
nødt til at ligge paa Ryggen i
Sengen, det er mig. “Tað er alt
annað enn stuttligt”.
Regnen den styrtede ned hele
Dagen igennem. Befandt mig
nogenlunde. Ved kl. 6 Tiden hjalp
Johs mig med at klæde mig lidt
paa. Siden var jeg nede i Stuen
et par Timers Tid. Spillede et
parti Skak med Johs, som han
selvfølgelig vant.
Prøvede at spise Aftensmaden,
men kastede den op igen. Dog
havde jeg kun 37,3 i Feber, da jeg
kom i Seng igen. Lagde mig til Ro
kl. 9.
Komandi partur
Komandi partur í hesi røð
kemur um tvær vikur. Tá fara
vit framhaldandi at frætta um
gongdina hjá Egili, og hon er
sum tað skilst ikki nakað serlig.
Í Ólavsøkublaðnum er
annars ein Miðvikulíknandi
grein um næstringar hjá Willi-
am Heinesen og Jørgens Frants
Jacobsen, sum ikki eru grivnir í
kirkjugarðinum á Svínaryggi.
Vinfólk í Havn áðrenn 1919. F.v. Katrina Christiansen f. Petersen, Egil, Nancy Svendsen og Hedvig Restorff.
Súsanna Niclassen, sum helt hús hjá Johs.
Drongurin kann væl vera Egil.