mikudagur 22. juli 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
- har hittini hittast
FESTIVALTÍÐINDI við Ragnhild Ellingsgaard
Túnatos
Rógvi Jacobsen er 30 ára
gamal, timburmaður og
frá Klaksvík.
Rógvi hevur í fleiri ár
spælt fótbólt uttanlanda
og hevur tí bara verið á
SF eina ferð.
1. Ætlar tú tær á SF í ár?
Ja, í ár ætli eg mær so heilt
sikkurt á SF! Tað er av tí
einfaldnu orsøk, at SF hevur
verið tann mest spennandi og
besti festivalurin, sum hevur
verið tey seinastu árini. Eg
havi hvørt ár ynskt at verið
heima á SG – og nú eri eg her
so aftur! :)
2. Hvør hevur verið besta
konsertin nakrantíð á SF?
Haldi ikki, at eg kann taka
nakra framum aðrar – men
tann besta konsertin, sum eg
havi mist – og tað minnist eg
best – tað var, tá Scorpions
var her. Tá sat eg veðurfastur í
Onglandi og kom heim dagin
eftir til ein avlýstan festival
vegna veður. Tá var Rógvi ikki
nøgdur..
3. Svevur tú í tjald ella í ordi
ligari song, tá tú ert á SF?
Eg sovi heima hjá mammu
og babba, tá eg eri á festival.
Tað dámar mær eisini nógv
best..
4. Hevur tú nakrantíð skora
á SF? (altso diddir!)
Nei, higartil er tað ikki
komið fyri. Men tað kann
eisini vera tí at eg so sjálvdan
havi verið á festival ;)
5. Hvat gleðir tú teg mest til
á SF 2009?
Haldi, at eg gleði meg mest
til at hoyra teir føroysku
bólkarnar spæla og syngja –
og sjálvandi eisini til eitt
skítfult festivaløkið, har øll
syngja við. So kann tað ikki
blíva perfektur festivalur.
Hetta gleði eg meg allarmest
til.. ;)
Fantastiska Guðrið
Hansdóttir, sum í summar
hevur givið nýggja fløgu
út, verður aftur at hoyra
í Flags-tjaldinum í ár.
Hetta er fjórðu ferð, at
hon verður við á Summar
Festivalinum
Tónleikur
Ragnhild Ellingsgaard
Songkvinnan við gyltu røddini og
teim frálíku løgunum gav í juni út
aðru fløgu sína við heitinum “The
Sky Is Opening”. Fløgan er merkt
av heldur glaðari og lættari tónum
enn tey løgini, sum vit kenna frá
fyrru útgávuni “Love Is Dead”.
Nógv hevur verið skrivað um
orsøkina til hesa broyting, men
hjá Guðrið sjálvari er orsøkin tó
heilt einføld:
- Eg eri enn akkurát tann sama
sum á fyrru útgávuni. Beint nú
hevði eg bara meira hug til at
spæla glaðan og lættan popptón-
leik. Tað fellir mær so lætt í løtuni,
so hetta bleiv úrslitið, sigur hon.
Hetta er fjórðu ferð, at Guðrið
Hansdóttir verður við á Summar
Festivalinum. Fyrstu ferð spældi
hon við bólkinum Isadora & The
Rebels, meðan hon hini árini
hevur staðið á palli í Flags-
tjaldinum við bólki undir hennara
navnið.
- Fyrstu ferð, eg spældi á SF,
var
eitt
hóskvøld
áðrenn
festivalurin ordiliga var byrjaður.
Tað var ordiliga feitt og stuttligt;
eitt sindur eitt upphitingarkvøld,
har vit og m.a. Budam spældu í
Húsinum fyri fólki, sum lógu og
sótu á gólvinum, minnist Guðrið
aftur á løtuna.
Hetta var árið, tá mjørkin
legði seg yvir festivalin sum
ein tjúkk dýna og seinkaði
allari flogferðslu, so at út-
lendsku gestirnir nærum ikki
mundu vunnið vegin fram til
pallin.
- Løgið nokk, so minnist
eg slett ikki mjørkan sum
nakað keðiligt. Eg minnist
bara hetta lekra veðrið og
vinfólkini, sum eg var saman
við. Minnist, at vit hildu til
hjá eini vinkonu í ovaru
hæddini á súklihandlinum
og bara høvdu tað fantastiska
hugnaligt
saman,
sigur
Guðrið og leggur tó afturat,
at besta upplivilsi fekk hon
seinasta summar.
- Mítt besta upplivilsi á
SF var heilt sikkurt seinasta
summar, tá eg spældi fyri
næstan
fullum
tjaldi.
Stemningurin var fantastisk-
ur og øll sungu við á løg-
unum – so vónandi verður
tað eins stuttligt í ár, heldur
hon og leggur afturat, at
júst hesin pallurin er eitt
ordiliga hugnaligt stað at
framføra á.
Móttøkan av nýggju
fløguni hevur verið heilt
framúr góð og sást hetta
skilliga aftur á teim
útseldu
útgávukonsert-
unum hjá Guðrið fyri
stuttum. Tí kann Summar Festi-
valurin heldur ikki annað enn
fegnast um enn einaferð at hava
fingið fatur á mest aktuellu song-
kvinnuni í Føroyum í løtuni.
Um nakrar vikur kemur hon so
aftur á pall í Klaksvík og tá kunnu
vit
vænta
at
uppliva
eina
songkvinnu, sum veruliga vil gera
sítt allarbesta fyri at geva fólki
nakað at minnast til.
- Nýggju løgini eru alt ljósir
tónar, sum ein verður glaður av at
hoyra. Saman við bólkinum (sum
verður tann sami sum á fløguni)
lova vit tykkum eina feita og
lívliga framførslu, har fólk sleppa
at syngja við og hava tað gott. Vit
hava spælt rættiliga nógv í
summar og eru tí í toppformi – og
hetta skal bæði hoyrast og síggjast
á SF, lovar Guðrið Hansdóttir, nú
dagarnir av álvara eru farnir at
styttast til ársins festival.
Guðrið Hansdóttir á Summar Festivalin:
Feitt at spæla á SF!
Guðrið Hansdóttir verður
aftur í ár at hoyra á Summar
Festivalinum
Myndir: Heiðrikur av Heygum
Nr. 138 - 22. juli 2009
29