fríggjadagur 26. oktober 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 207 - 26. oktober 2001
Í yvirtíðini bjargaði
skotski málverjin
framúr væl, tá ein av
hansara egnu snýtti
hann fullkomuliga
U–19 EM
UNDANKAPPING
Jóannes Hansen
Undan fráferðini til Slo-
venia var venjarin hjá U–19
fótbóltslandsliðnum, Jógv-
an Martin Olsen, ikki heilt
álvuligur
við
støðuna.
Fleiri av føstu monnunum
vóru ikki tøkir, og aðrir
høvdu av ymsum orsøkum
ikki havt møguleikan at
fyrireika seg so væl, sum
tað hevði verið ynskiligt.
Fyrrapartin mikudagin
tapti føroyska liðið 2–1
ímóti Skotlandi. Føroyska
ferðalagið harmaðist um, at
tað ikki eydnaðist at fáa
javnleik.
Í yvirtíðini stakk Áki L.
Hansen djúpan bólt í
vinstru til Hjalgrím Elttør,
sum kom inn í brotsteigin.
Aftaná kann tosast um,
hvussu tað hevði tørnað út,
um hann hevði valt at flyta
seg framum verjuspælaran,
ið kom stundandi aftaná
honum, og ivaleyst var á
veg at gera brotsspark.
Hjalgrím sá, at innskifti
Rókur F. Jespersen var
leysur mitt fyri málinum,
tvørbóltinum bilti einki,
men ein av verjumonn-
unum hjá Skotlandi ofraði
seg. Tað var um reppið, at
hann beindi bóltinum í sítt
egna mál, men málverjin
megnaði í knappari vend at
snara sær og sláa bóltin á
stólpan, og so var møgu-
leikin at javna burtur.
Einki at finnast at
Jógvan Martin Olsen var
væl nøgdur við avrikið hjá
sínum monnum:
– Skotarnir høvdu í 2.
hálvleiki bóltin eitt sindur
meiri enn okkara. Í fyrra
umfarinum var eingin mun-
ur á. Teir spældu typiskan
bretskan fótbólt við long-
um og høgum sendingum,
og miðverjarnir hjá okkum,
Jón Rói Jacobsen og Atli
Danielsen, høvdu gott tak á
tí. Á miðvøllinum megnaðu
vit væl smáspælið og at
varðveita bóltin leingi,
greiðir venjarin frá.
– Í síðstu viku fingu vit
javnleik við U–17 landslið-
num ímóti Wales. Eg haldi,
at vit ímóti Skotlandi miku-
dagin høvdu javnleikin
meiri uppibornan, sigur
venjarin, sum rósar øllum
spælarunum fyri góðan
hugburð og gott arbeiði.
Málini
Skotland kom á odda, tá eitt
korter var farið. Teir spældu
seg ígjøgnum í høgru,
onkur av føroysku spælar-
unum var óheppin og gleið,
og innleggið til handara
stólpan varð stýrt í málið.
Tá seinna umfarið var
tólv minuttir gamalt, javn-
aðu føroyingarnir. Eftir
uppspæl í høgru smekkaði
Bjarni Jørgensen til úr
høgru, málverjin hálvbjarg-
aði, og Jann Ingi Petersen
var fyrstur á returinum.
Tað restaðu tjúgu minutt-
ir, tá Skotland fekk sigurs-
málið. Uppspælið var í
vinstru, og so fluktaði ein
úr 25 metrum og upp í
handara málhornið.
– Hatta slagið av máli
skorar ein spælari ikki ofta
í einum longum fótbólts-
lívi, heldur Jógvan Martin
Olsen.
Annars vóru ikki so
nógvir málmøguleikar. Pól
N. Joensen bjargaði tvær
ferðir góðum royndum frá
skotunum. Eftir fríspæling
frá Jón Róa Jacobsen var
Heini í Skorini leysur, men
skotski málverjin bjargaði
framúr væl, og tá Símun
Joensen stakk fram ímillum
til Hjalgrím Elttør, varð
hann blokeraður, akkurát
áðrenn hann úr góðari
støðu skuldi royna ímóti
málinum.
Tá Rókur Jespersen var
komin inn, spældi føroyska
liðið við trimum álops-
monnum, men tað eydn-
aðist ikki at koma nærri
útjavnandi málinum, enn at
bólturin fór í stólpan.
Torførar uppgávur
Seinnapartin
mikudagin
vann
Slovenia
3–2
á
Grikkalandi, eftir at støðan
í hálvleikinum hevði verið
1–1.
– Eg sá tann dystin, og
tað er greitt, at bæði hesi
liðini eru betri fyri enn
Skotland.
Seinnapartin
fríggjadagin
skulu
vit
spæla ímóti Slovenia, og
sunnudagin skulu vit spæla
ímóti Grikkalandi. Eg rokni
við, at tað verða ógvuliga
torførir
dystir,
heldur
Jógvan Martin Olsen.
Mikudagin koyrdi før-
oyska liðið ein hálvan tíma
frá gistingarhúsinum og til
dystarvøllin. Í dag og
sunnudagin skulu teir koyra
í tveir tímar. Býurin, sum
teir skulu spæla í, eitur
Kidricevo.
Føroyska liðið mikudag-
in: Pól N. Joensen, HB –
Áki Petersen, ÍF, Jón Rói
Jacobsen, HB, Atli Dan-
ielsen, KÍ, Áki L. Hansen,
NSÍ (Bárður Christiansen,
HB, 85.)– Gilli Haraldsen,
Frederikshavn, Jann Ingi
Petersen,
B68,
Símun
Joensen, KÍ (Kaj Ennigarð,
GÍ, 68.), Heini í Skorini,
B36 (Rókur F. Jespersen,
HB, 87.) – Bjarni Jørgen-
sen, HB, Hjalgrím Elttør,
KÍ
FCK
víðari í
steypa-
kappingini
Nýggi álops-
spælarin Peter
Møller avgjørdi
dystin, sum sendi
FCK í fjórðings-
finalurnar
FÓTBÓLTUR
Eyðun Klakstein
Mikukvøldið spældi
FC Keypmannahavn í
donsku
steypakapp-
ingini, sum verður rópt
DONG Cup.
Dysturin var í Park-
ini, og Viborg, sum í
vikuni gav venjara
sínum sekkin, vitjaði.
Fyrsti dysturin hjá
nýggja Viborg-venjar-
anum endaði tó við
ósigri, tí FCK vann 2-
0.
Tá ein hálvur tími
var eftir at spæla, varð
nýggi álopsspælarin
hjá FCK, Peter Møller,
sendur á vøllin. Dyst-
urin hevði verið tamur,
men tað kom eitt
sindur meira lív í, eftir
at Møller var komin á
vøllin.
Løtu seinni skoraði
Morten Bisgaard til 1-
0, og fáar minuttir
seinni avgjørdi Peter
Møller dystin, tá hann
skoraði sítt fyrsta mál
fyri FCK.
OB tók øll á bóli
FCK er nú komið í
fjórðingsfinalurnar í
steypakappingini.
Mest óvæntaða úr-
slitið
mikukvøldið
kom í Brøndby, har
OB úr Odense vóru á
vitjan.
Hóast Brøndby tyk-
ist hava beina kós móti
gullinum í landskapp-
ingini, so verður tað
ikki ein gylt steypa-
kapping í ár. OB vann
púra óvæntað 4-2, og
so er Brøndby úti av
steypakappingini.
Meðan
Brøndby
hevur sett sín dám á
landskappingina
í
Danmark, hava teir
ikki havt somu eydn-
una
í
steypakapp-
ingini.
Sunnudagin 4.
november verður FM-
kapping í triathlon
TRIATHLON
Eyðun Klakstein
Um 10 dagar verður skipað
fyri FM í triatlon. Kapping-
in verður í Havn, og kapp-
ast verður á trimum ymisk-
um teinum.
OL-teinurin
er
1500
metrar svimjing, 40 km.
súkkling
og
10
km.
renning. Sprint triathlon er
750 metrar svimjing, 20
km. súkkling og 5 km.
renning. 1/12 triathlon er
300 m. svimjing, 15 km.
súkkling
og
3,8
km.
renning.
Svimjast skal í svimji-
høllini í Gundadali, og tá
luttakararnir eru komnir úr
vatninum, ræður um at
skunda sær til skúllurnar. Á
teimum longru teinunum
verður súkklað til Kaldbaks
og aftur til Havnar, har
málið er við Plantusøluna.
Í 1/12 triathlon verður
súkklað frá Plantusøluni til
Føroya Sparikassa og aftur.
Hesin teinurin er 5 kilo-
metrar og skal tí súkklast
tríggjar ferðir.
Renningin verður frá
Plantusøluni til Føroya
Sparikassa og aftur. Tó
renna tey, ið taka lut í 1/12
triathlon, fýra ferðir runt
um Plantusøluna.
Tilmelding kann gerast
fram til leygardagin 3. no-
vember. Tað kann ringjast
til Evald Rasmussen á tlf.
316552 ella Gunnar Dahl-
Olsen á 319030.
FM í triathlon
Tepurt tap ímóti Skotlandi
Hjalgrím Elttør er ein av teimum royndum leikarunum á føroyska U19-landsliðnum
C
M
Y
K
22
Nr. 207 - 26. oktober 2001
23
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi
smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f
3246
Navn: Sp/f J. E. Export
Adressa: c/o Jens Eli
Ellefsen, 370 Miðvágur
Kommuna: Miðvágs
Kommuna
Stovningardato:
18.10.2001
Viðtøkudato: 18.10.2001
Kapitalur: Kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur: :
Kontant kr. 80.000,00 til
kurs 100.
Stovnarar: Sp/f Pronto,
370 Miðvágur (Sp/f 2621)
Nevnd: Sonnfinnur
Ellefsen, 370 Miðvágur
(formaður) og Jens Eli
Højgaard Ellefsen, 370
Miðvágur.
Stjórn: Jens Eli Højgaard
Ellefsen, 370 Miðvágur.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av stjóra,
nevndarformanni ella
tveimum nevndarlimum.
Grannskoðari: P/F
Grannskoðaravirkið Inpact,
R. C. Effersøesgøta 26,
100 Tórshavn.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12
Fyrsta roknskaparár:
18.10.2001 - 31.12.2002
Endamál: Endamál
felagsins er at reka
fiskivinnu, framleiðslu,
inn- og útflutning og
annað starv í hesum
sambandi.
Skráseting Føroya tann
24. oktober 2001
Kristin Balle
_____________________
Leikhúsið Gríma
sýnir leikin
Fótur í hosu
eftir Súsonnu & Hans Tórgarð
leikstjórn Hans Tórgarð
á Meiarínum
Leygarkvøldið 27.10.2001 kl. 18.00
Sunnukvøldið 28.10.2001 kl. 18.00
Týskvøldið
30.10.2001 kl. 20.00
mikukvøldið
31.10.2001 kl. 20.00
Atgongumerki á kr. 100,- fáast á Kunningar-
stovuni og við dyrnar 1 tíma undan sýning.
Bólkar uppá 10 ella fleir fáa 20% avsláttur.
Evnisdagur um fosturtøku og tess avleiðingar
við Elisabeth&Carl Sukkot.
Skrá:
" Mamman - avleiðingar
" Familjan - avleiðingar
" Hvat kunnu vit gera?
Elisabeth og Carl Sukkot eru úr Danmark og eru sera virkin í fosturtøkuspurninginum.
Hon er sjúkrasystir og hann er lærari í kunningartøkni.
Føroya Pro Vita er ein felagskapur sum hevur til endamáls, at verja mannalív, heilt frá gitnaði til
natúrligan deyða. Felagið virkar fyri at verja ófødda barni ímóti fosturdrápi og fyri at finna
lívsjáttandi loysnir fyri tey, sum koma í trongstøðu vegna barnsburð. Felagið er óheft polittiskt
og óheft av kristiligum trúarbólkum, men byggir á kristnu lívs- og menniskjaáskoðanina.
Fosturtøka... og hvat so?
Dagur:
Leygardagin 27. okt. 2001.
Stað:
HF- & Studentaskúlin á Kambsdali.
Tíð:
Kl. 9.30 til kl. 15.00.
Kostnaður:
Ókeypis - øll eru vælkomin.
Til matna:
Ókeypis døgverði, kaffi og køkur.
Wenty
Wenty
Gå-let
Gå-let
Skógvar
Tuflur
Støkk
inn á gólvið
ella ring
tlf. 322676
A. H. Jensen
Stoffalág 25 · tlf.: 322676 · fax: 318101
e-mail: a_jensen@post.olivant.fo
alt innan reingerð
ÅR VIL VI LAVE BÅ
ÆKKE
Dartsamband Føroya
v. Henrik Pedersen
DART
FM FOR HOLD. (A+B)
VETRAR-
DEKK
Allar støddir av
vetrardekkum
við ella uttan
píkar á
goymslu.
Ókeypis
ásetan
FO-900 Vágur
Tlf. 373680 - 373660
223380
Fax 374680
Ringi og fái meira at vita
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
- hv¿nn hsdag
Lesið
internet
Sosialin !
Nor›urlandahúsi›
í Føroyum
Sí SVF tekstvarp
s. 650
23