Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 139 - 23. juli 2009 Andlát og jarðarferðir Andlát og jarðarferðir Andlát og jarðarferðir 21. juli andaðist í heim­ inum Daniella Toftum, vanliga nevnd Daniella í Kálhaganum, Vágur, 79 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum á Tvøroyrar sjúkrahúsi fríggjadagin kl. 17, og jarðarferðin verð ur úr Vágskirkju leyg ar dagin kl. 14. Sung­ ið verður úr sálma bók­ ini. Lítli Klæmint Kjartan­ son Hansen úr Klaks­ vík, sonur til Mariu og Kjartan Hansen, andaðist á Rík is sjúkrahúsinum týs dagin 21 juli, 5 ára gam al. And akt verður í Kristnastovu hós dagin kl.14. Kistan kem ur til Føroya við flog far ið kl 14 fríggjadagin, har farið verður í Betesda, Klaks­ vík. Jarðarferðin verð ur leygardagin kl. 13.30, úr Betesda. Tey ið vilja minn ast Klæmint, kun nu lata eina gávu til Ak urin (trúðboðarabørn) kon to í peningastovnun um. Jógvan Martin Poulsen, vanliga nevndur Gjim­ bras, ættaður úr Ljósáum, búsitandi í Danmark, and aðist týsdagin 65 ára gamal. Jarðarferðin verð­ ur frá Hirshalskirkju 28. juli klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Jógvan Mart in kunnu læta eina pen ingagávu, konta í Eikbanka. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá kæra mamma, vermamma, omma, langomma okkara Elisabeth í Koltri andaðist og varð jarðað. Tøkk til Berg Debes Joensen fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni. Tøkk fyri blómur, kransar, gávur og heilsanir. Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á Ellisheiminum. Hjartans tøkk øll, ið hjálptu til á ymiskan hátt í sambandi við jarðarferðina. Familjunnar vegna Niclas og Judith Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæra systir, mamma, vermamma, omma og langomma Hanna Lisberg Tórshavn andaðist og varð jarðað. Takk til Ann Dahl Hansen og Sonju Klein fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og Dómkirkjuni. Takk til kirkjutænarar, sangarar og deyvatulkin. Takk til Argja Róðrarfelag fyri lán av neystinum og til tykkum, ið hjálpti til við ervinum. Takk fyri blómur og kransar. Hjartans takk til tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Eli og Dánjal Johan Dagurin 23. juli. Appolinaris. Sigst at hava verið ferðafelagi hjá ápostlinum Pæturi og varð av honum sendur til Ravenna í Italiu sum trúboðari. Har gjørdist hann fyrsti biskupurin, men varð fyribeindur umleið ár 75 av uppøstum heidningum. Hundadagar byrja 23. juli, og halda teir á til 23. august. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta -útgáva 2008) Kampingvognur til leigu á kamping økinum á Selatrað. Tlf. 218195 3. juli Í dag kom Polar Aassik inn til Aasiat at landa. Har var alt fult hjá teimum. 6. juli Í dag er av besta veðri og + 17 stig. Chr Høj, gamli Suðurvarði, loysti nýggjan túr at taka ímóti toski norðan fyri. Um teir fáa minni enn 7 tons um dagin, er tað stórt undirskot fyri Royal Greenland. Manningin fær fasta løn. Her er nógvur toskur at fáa, men hugurin er ikki tann sami sum fyrr. Bátarnir kunnu bert avreiða 5­700 kilo. Prísurin fyri 4 kr pr. kilo, so lítið kemur burtur úr hjá teimum. Toskurin trýtur íkki her um okkara leiðir, men teir kunna bert avreiða tosk í Sarfanguaq og Iterleq. Ikki fyrr enn í heyst fara teir at taka ímóti toski til saltingar her í Sisimiut. So eru tveir gamlir kenningar keyptir til Sisimiut frá Royal Greenland. Tað eru Satuaq I og II. Hetta eru tveir gamlir partrolarir heimani frá. Annar er Havsøki, gamli línubáturin av Sandi. Minnist ikki navnið á hinum, men havi hoyrt, at á Tvøroyri blivu teir báðir kallaðir Pinen og Plagen. Teir eru byrjaðir at fiska krabba her út fyri. Krabbarnir verða bert stúrtaðir niður í lastina, sum er full av sjógvi. Satuaq I eitur Olsen nú. Teir komu inn at landa nøkur tons í morgun. 7. juli Qaqqatsiaq er komin inn at millumlanda. Teir hava gott 300 tons inni. Meiningin er at sigla á midnátt aftur. 8. juli Í dag er greytasvart í toku. Natarnaq kom inn í morgun at landa. Teir hava 300 tons inni. Teir sigldu longu kl 22. Annars vóru teir sigliklárir kl 19. Polar Natarnaq er í Nuuk og landar fulla last. Teir lata væl at flótilemmunum, sum teir fingu umborð, seinast teir vóru í Nuuk og landaðu. 9. juli Í dag er greytasvart í toku. Polar Qaasiut kom inn at landa í morgun. Teir hava fult skip, og teir skifta fólk eisini. Polar Nagtoralik er komin inn til Nuuk at landa gott 500 tons inni. Polar Aassik kom inn við fullari last til Aasiat at landa í morgun. Teir sloppu ikki út úr Aasiat fyrrenn sunnudagin 5 juli, tí teir klára ikk at taka ímóti har uppi. 10. juli Í dag greytasvart í toku. Lagið var ringt á nøkrum føroyingum, sum skuldu flúgva heim í dag. Men Várrharra var við teimum. Teir sluppu í øllum góðum hiðani inn til Streymfjørðin. Frætt er frá toftamanninum William Hansen, sum er skipari á Atlantic Enterprice. Teir hava 700 tons av svartkalva inni, og teir fáa um 25 tons um dagin. Teimum resta um 300 tons í last. 13. juli Í dag eru + 11 stig og oysregn. Akamalik kom inn í morgun at landa og skifta fólk. Teir hava gott og væl 400 tons inni. Krabbabáturin Olsen kom inn í morgun við gott 12 tonsum av livandi krabba í tangum. Polar Aassik kom inn til Aasiat at landa í morgun. Lómur er inni í Illulisat og landar gott 500 kør í morgun. Polar Amaroq kom inn til Nuuk at landa og skifta fólk. 14. juli Í dag er stilli og + 15 stig. Tað er okkurt æli. Regina C kom til Nuuk í morgun at landa og skifta fólk. 16. juli Í dag stilli og + 12 stig. Ocean Tiger kom inn í morgun at millumlanda og skifta nakað av fólki. Teir hava gott 270 tons inni. Steffen C er inni í Manitsoq og landar. Har er alt fult hjá teimum. Grønlandstíðindi Kári við Stein Eftir fleiri áheitanir bæði frá peniónistum og ikki­ pensiónistum, so føli eg tað sum mína skyldu at gera vart við tað nýggju ferðaætlanina hjá Býráð­ num, um at skerja bussleiðina. At steðga sunnudagskoyringina er heilt burturvið. Tað kundi heldur verið at koyrt kl. 10­14, so at fólk framvegis sleppa í kirkju ella á møti fyrrapart, á møti seinrapart hevur mann ikki kunna nú í fleiri ár, tí bussarnir koyra bert til kl. 17.30. Hesi somu fólk sum eg havi tosa við siga, at tey heldur vildi goldið fyri eitt mánaðarkort ella klippikort og so koyrt 2 ferðir um tíma, tí sum nú er, so hava teir so knappa tíð, at teir byrja at koyra áðrenn fólk eru komin uppá pláss, ja eg veit um fleiri, sum eru dottin og fingið skaða og hvør hevur ábyrgdina, jú tey sum leggja bussleiðina til rættis, við at koyra 3 ferðir um tíman. Nei, latið okkum hava bussleiðina, so man kann fáa gleði av henni. Eg veit, at Eldraráðið hevur skriva til Býráðið, um ein frá Eldraráðnum ikki kann verða við, tá ferðaætlanin verður umrødd, men Býráðið hevur ikki virt okkum so mikið sum at svara. Sum fyrr nevnt, latið tað verða 2 túrar um tíman og latið fólk gjalda fyri kortið, so eru øll nøgd. Í Danmark kunnu fólk bert koyra fyri mánaðar­ kortið ella klippikortið. Tað kundi seg væl saktans eisini latið seg gjørt her. Tey kundu verið útflýggjað á Snarskivuni. Tað eru jú ikki øll sum hava møguleika at hava bil. Tað mangla eisini talvur við øll steðgistøðini. Poula aPol Bussleiðin Nógvur toskur og rækja Kári við Stein, okkara maður í Grønlandi, við teimum seinastu fiskivinnutíðindunum. Tað er nógvur toskur men vánaligur prísur