hósdagur 23. juli 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 23. juli 2009
13
Og meðan eg soleiðis
lýddi á, og royndi alt í
verðini at finna orsøkina
HVÍ tað skal verða
soleiðis, bar eg eyga
á smádreingin, sum
eg møtti á veg oman í
bygdina. Við flogmús
mála á andliti, stóð hann
við fronskum hotdog
í hondini og lurtaði
eftir amerikanskum
pop og countrytónleiki
– á Útoyggjastevnu á
Trøllanesi
Undirritaði fekk í summar
heiður at siga nøkur orð á
Útoyggjastevnuni, sum var á
Kalsoynni leygardagin 20. juni.
Lat meg fyrst sláa tað fast við
einum 10 tumma seymi, at
hetta var ein avbera góð stevna,
sum var sera væl samskipa, og
eiga fyrireikararnir stórt rós
uppiborið – bæði Útoyggja
felagið og fólk á staðnum.
Blíðskapurin frá bygdarfólk
unum var í hásæti, og fekk eg
eina sera góða uppliving, sum
eg eri takksamur fyri. Túsund
takk fyri tað.
Eg eri tíbetur jaligur av lyndi,
og tí er tað sera torført fyri meg
at síggja tað sum er minni gott,
men tað vóru nøkur viðurskifti
sum eg møtti á Trøllanesi, sum
fekk meg at hugsa um okkara
samleika sum føroyingar, og
um okkara virðing og stoltleika
fyri okkara søgu, mentan og
arvi.
Sum sagt, so skuldi eg halda
røðu hetta leygarkvøldið á
Trøllanesi, men av tí at eg vildi
síggja og uppliva hesa stevnu,
fór eg í góðari tíð úr Klaksvík.
Veðrið var gott, og eg nýtti
túrin norður á Trøllanes.
Kalsoyggin er ein perla at
vitja, og hevur hvør bygd sína
sjarmu.
Men nú til orsøkina hví eg
skrivi hesar reglur. Tá eg kom
heilt norður á Trøllanes og var
í fer við at finna eitt pláss at
seta bilin, bar eg eyga á fólk
sum eg kenni. Eg koyrdi
vindeyga niður og fekk eitt
gott og hugnaligt prát við hesi
fólk – maður og kona við
einum smádreingi í millum
sín. Meðan vit soleiðis stóðu
og prátaðu, kundi eg ikki lata
verða við at síggja andlitið
smádreinginum, sum var mála
sum ein flogmús. Eg spurdi
sjálvandi, hvar hann hevði
fingið sítt andlit mála, og kundi
hann glaður fortelja, at tað var í
einum kjallara, í einum
bóndahúsi á Trøllanesi. Tað var
undarligt, hugsaði eg. Mær
vitandi heldur flogmús ikki til á
Kalsvík, ella nakra aðrastaðni á
Kalsoynni – tað mátti borið til
at funnið okkurt annað slag av
fugli, sum hevur tilknýti til
Kalsoynna, ella aðrar útoyggjar.
Í óteljandi ár hevur fuglurin
nevniliga verið eitt gott íkast
tað dagliga húsarhaldi á
útoyggj.
Líkamikið, hatta var smáting,
og nakað sum ikki órógvaði
meg stórvegis. Tá prátið við
hesi fryntligu fólk var av, setti
eg bilin frá mær, tí nú skuldi eg
smakka føroyska mentan, tá
hon er best.
“Trøllanes her I come !!! Vís
mær tína sál, og opna tú tær
fyri mær. Stimmulera allar
mínar sansir, og gev mær ein
lítlan smakk av allar tínari søgu
og mentan – og ríka mína vitan
og styrk meg mentanarliga.”.
Men eg hevði ikki gingið meira
enn nøkur fet, so bar eg eyga á
ein danskan pylsuvogn, sum
seldi danskar pylsur við
ketsjupp, sinoppi og leyki og
franskar hotdog við fronskum
dressingi. Tað kann ikki bera
til, hugsaði eg. Pylsuvognar á
Trøllanesi á Útoyggjastevnu?
Hetta var sum at fáa eina grova
og djúpa skøvu í lakkið. Og
meðan er royndi at fáa
flogmúsina og tær donsku
pylsurnar úr mínum huga, fekk
eg enn ein vátan vøtt framman
á, tí beint við síðuna av hesum
danska pylsuvogni – var eitt
fjós, har enskir búffar blivu
stoktir og seldir.
Meðan eg soleiðis stóð har, og
royndi at hugsa um alt annað,
sum kundi verða selt á einari
Útoyggjastevnu sum hesar, so
komu orðini úr sanginum “So
vakrar moyggjar og knappar
menn”, hjá Rasmus Effersøe
skaldið, so týðuliga til mín: “Í
øðrum londum tey gera mat,
sum rætt og slætt kann kallast
evja; »týskar klumpar« og
»franska sós« og mangt og hvat
tey saman vevja. Eg skerpikjøt
og rikling vraki ei, gev mær
bara tvøst og spik og seið: gásin
væl gødd og seyðarhøvd, tað er
tann kostur, sum mær dámar.
Kalsoyggin, er ein hjallur í sær
sjálvum, og hevur oyggin eina
ríka matmentan, sum gongur
fleiri 100 ár aftur í tíðina, og
sum hevur hildið lívið í hesum
treiska og raska fólkaslagið.
Bjørgini hava bæði givið fuglar
og egg, havið hevur givið fisk
og tvøst, fjøllini seyð og neyt,
bøurin eplir, hvannir, og
rabarbur og hvørt húsið hevur
eisini haft høsn, dunnur og gæs.
Uppskriftir til hesar rávørur er
ein dýrgripur í sær sjálvum, og
átti tað verið ein ábyrgd at
hildið lív í hesum kulturskatti.
Og hvat betur høvi er hjá
útoyggjafólkum at vísa hesar
mergja vørur fram, enn á einari
útoyggjastevnu sum hesari.
Meðan eg soleiðis stóð og
hugsaði fyri meg sjálvan,
hoyrdi eg livandi tónleik inni í
bygdini. Eg tók beinini á
nakkan og gekk eftir ljóðinum,
men var eg bilsin áðrenn, so
bleiv eg totalt sligin um koll.
Mitt í bygdini stóðu tveir av
okkara allar bestu tónleikarum,
og spældu og sungu
amerikanskan pop og country
tónleik. Sjálvt um tað hetta var
tónleikur av høgum støði og
ljóði framúr gott, so skróvaði
tað í mínum oyrum. Og meðan
eg soleiðis lýddi á, og royndi alt
í verðini at finna orsøkina HVÍ
tað skal verða soleiðis, bar eg
eyga á smádreingin sum eg
møtti á veg oman í bygdina.
Við flogmús mála á andliti,
stóð hann við fronskum hotdog
í hondini og lurtaði eftir
amerikanskum pop og country
tónleiki – á Útoyggjastevnu á
Trøllanesi.
Og lat meg enn einaferð minna
á, at Útoyggjastevnan á
Trøllanesi var sera væl
samskipa, og var hetta ein sera
góð uppliving. Eg fekk smakka
turt kjøt og rullupylsu, eg sá og
hoyrdi fólkið kvøða og eg
upplivdi nógv annað spennandi.
Útoyggjafelagið og fólkini sum
vóru vertir til hetta megnar
tiltak, eiga stórt rós uppiborið,
tí skráin var bæði rúgvismikil
og góð. Orsøkin til at eg skrivi
hesar reglur, er ikki tí at eg havi
nakað sum helst móti útoyggja
stevnuni – tvørtur ímóti. Eg
skrivið hesar reglur, tí hetta er
bert eitt lítið dømi um, hvussu
støðan er runt alt landið. Og tað
er tí eg seti spurningar við
okkara samleika sum føroy
ingar, og okkara tokka til
okkara fortíð, sið og mentan.
Hví fái eg ikki stokt lambskjøt,
ella føroysk eplir á útoyggja
stevnu, men danskar pylsur og
enskar búffar? Hví seta
gøtufólk fyrr eina standmynd
av einum fótbólti, enn av Trónd
í Gøtu? Hví eru fleiri skeltir við
krossvegin til Oyndafjarðar,
men einki sum vísur á, at her
liggja Rinkusteinarnir? Hví
vilja sandoyingar heldur selja
golf, enn søguna um Kálv
Lítla? Eg trúgvi ikki at nøkur
tjóð hevur eina bjarta framtíð,
uttan eina stolta fortíð. Tað snýr
seg sjálvandi um tjóðskapar
kenslu, men sanniliga eisini um
sjálvsvirðing og sjálvsálit. Eru
vit ikki nóg góð og stolt av
okkara søgu, sagnum, arvi og
mentan? Virða vit ikki okkara
siðmentan? Og sjálvandi
spurningin, hví er tað soleiðis?
Tað hendir sera nógv innan
ferðavinnuna í Føroyum í
løtuni, og eru tað heilt ótrúliga
nógv fólk, sum gera eitt
ómetaliga stórt arbeiði, fyri at
menna hesa vinnu. Eg vóni at
tey sum sita við leiðsluna og
við ábyrgdini av hesari vinnu,
stuðla teimum megnar fólkum,
sum á ein góðan og virðiligan
hátt byggja á okkara mentan,
sið og søgu, soleiðis at vit ikki
lata tað sum okkara forfedrar
hava givið okkum, fara í
søguna. Hjá fransmonnum vildi
tað verið undarligt, ikki at
dýrka tað vín sum sermerkir
teirra tjóð, og hjá Norðmonnum
vildi tað verið løgið, ikki at
bygt teirra virðir uppá víkingar
og trøll. Vit føroyingar hava í
okkara søgu, eitt ríkidømi, sum
er nógv størri enn vit ána.
Vónandi fara vit at blíva betur
til at síggja hendan skatt, tí
hann er nógv verdur. Bæði fyri
okkara pengapung, men eisini
fyri okkara hjørtur.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Vit eiga at verða glað og errin
av okkara søgu og mentan
Tíðargreinin
tíðargreinin
Niclas Heri Jákupsson